|
Hósea, kapittul 4 Dómur yvir prestarnar v1Hoyrið orð Harrans, tit Ísraelsmenn, tí at Harrin hevur mál at kæra við íbúgvar landsins; tí at eingin trúskapur er í landinum, eingin kærleiki og eingin kunnleiki um Guð.v2Teir svørja og ljúgva, myrða og stjala, dríva hor og bróta inn og elva eitt morðið fyri og annað eftir.v3Tessvegna syrgir landið, og alt, sum í tí livir, ørmaktast; bæði markarinnar djór og himinsins fuglar; ja, sjálvur havsins fiskur verður rivin burtur.v4Tó kæri eingin og seti eingin at, tí at fólk mítt er jú ikki øðrvísi enn prestur tess og profeturin ikki øðrvísi enn presturin.v5Hann skal tí snáva á degi og við honum profeturin á nátt; og fólk man farast vegna kunnleikatrot.v6Teir hava kunnleikanum havnað, tí skal eisini eg teimum havna, so at teir ikki verða prestar; teir gloymdu lóg Guðs síns, tí skal eg eisini børn teirra gloyma.v7Tess meira teir fjølgaðust, tess meira teir syndaðu móti mær og skiftu um dýrd sína við skemd.v8Av fólks míns syndum teir liva og tráa eftir misgerðum.v9Men prestinum skal fara eins og fólkinum; eg skal revsa hann fyri atferð hans og lata hann bøta fyri gerðir sínar;v10teir skulu eta og ikki mettast, horast uttan at fjølgast, tí at teir hava svikið Harran og hildið fram við hordómi. Fólksins hjágudadýrkan v11Vín mítt og vínberjaløgur køva vitið.v12Fólk mítt leitar sær ráð við træbul sín, og stavsproti tess veitir tí svar; tí at hordómsandi hevur vilt tey, ótrúgv horast tey burtur frá sínum Guði.v13Á fjallanna knúkum tey ofra og kynda offurbál á heyggjunum undir eikum og øspum og terebintum, tí at góður er teirra skuggi; tessvegna dríva døtur teirra hor; tí slíta sonarkonur teirra hjúnalagið.v14Men ikki revsi eg døturnar fyri hor ella sonarkonurnar fyri hjúnalagsslit, tí at sjálvir ganga teir við kvøldarvívum, ofra við tempulskøkjum. Soleiðis ferst óhyggið fólk.v15Men um tú, Ísrael, horast, eigur tó Júda ikki at gera seg sekan við. Gangið ikki yvir til Gilgal, farið ikki niðan til Bet-Áven og svørjið ikki: «So satt sum Harrin livir!» Efraim svíkur Harran v16Tí at Ísrael er mótræsin eins og mótræsið neyt; skal tá Harrin goyma at teimum eins og lombum á víðum lendi?v17Skurðgudafelag, drykkjumannalag er Efraim vorðin;v18tey dríva hor og elska skemd fram um hann, ið er tign teirra.v19Stormur skal vevja teir í veingir sínar, so at teir fáa skomm av altarum sínum. |