|
Hósea, kapittul 5 Ísrael Harranum ótrúgvur v1Hoyrið hetta, tit prestar, gevið gætur, tit Ísraelsmenn, og tit í kongsins húsi, lýðið á, tí at tykkum er dómurin ætlaður; tí at snerra eru tit vorðnir fyri Mizpu, úttant net á Tábor.v2Í Sjittim dýptu teir veiðigrøv sína, men eg verði teimum øllum at reipi.v3Eg tekki Efraim, Ísrael er mær ikki duldur; hor hevur tú Efraim drivið, óreinur er Ísrael vorðin.v4Verk teirra loyva teimum ikki at snúgva sær aftur til Guðs, tí at hordómsandi býr teimum í brósti, og Harran tekkja teir ikki.v5Móti Ísrael skal hugmóð hansara vitna og Efraim farast fyri misgerðir sínar; snáva skal eisini Júda við teimum.v6Við seyði og neytum koma teir til tess at leita til Harrans; men teir skulu hann ikki finna, tí at hann hevur sagt seg leysan við teir.v7Harranum ótrúgv tey vóru, tí at leysingabørn hava tey alt, men nú skal eldur tey oyða og týna teirra jarðir. Ísrael skal farast í bardaga v8Latið lúðurin gella í Gibeu og hornið dynja í Rámu, hevjið herróp í Bet-Áven og skelkið Benjamin á føtur!v9At oyðimørk skal Efraim verða á revsanar degi; Ísraels ættum eg kunngeri nakað, sum ikki skal svitast.v10Júda høvdingar eru vorðnir eins og teir, ið flyta markaskil, tí helli eg vreiði mína yvir teir eins og vatn. Assur kann ikki bjarga frá vreiði Harrans v11Efraim er kúgaður og rætturin brotin, tí at hann læt sær líka at fylgja fánýtum gudi.v12Tí varð eg Efraimi sum mølur og Júda húsi sum etandi ormur.v13Og tá ið Efraim sá sótt sína og Júda kýli sítt, leitaði Efraim til Assurs og sendi boð eftir konginum mikla. Men hann megnar ikki at bøta tykkara heilsu, ikki at grøða tykkara kýli.v14Tí at eg eri Efraimi eins og ljónið, Júda húsi eins og ungljónið, eg skræði sundur og haldi til gongu, taki bráðina við mær, og eingin bjargar. |