|
Hósea, kapittul 6 Harrin krevur sannan kærleika heldur enn offur (5,15)Eg skal fara aftur á stað mín, til teir kenna seg sekar og søkja andlit mítt; í neyðini munnu teir leita til mín.v1«Komið, vit skulu snúgva aftur til Harrans; tí at hann hevur sundurkvett og man grøða okkum aftur, hann hevur sært og bindur um sár okkara;v2eftir tveimum døgum lívgar hann okkum, á triðja degi hann reisir okkum upp, til tess at vit skulu liva fyri ásjón hans.v3Og vit skulu kenna, ja, strevast eftir Harran at kenna, tí at so satt sum vit leita, skulu vit hann finna; sum regnið skal hann okkum vitja, sum várregn, ið jørðina vætir, og tá skal rættur okkara sum ljósið renna upp.»v4Hvat skal eg gera við teg, Efraim; hvat skal eg gera við teg, Júda? Kærleiki tykkara er jú sum morgunskýggið, sum døggin, ið snimma hvørvur!v5Tí høgdi eg til teirra við profetum mínum og drap teir við orðum av mínum munni.v6Til kærleika er mín hugur, ikki til sláturofra, til kunnleika um Guð meira enn til brenniofra. Dómsorð yvir prestarnar v7Men teir hava í Ádam slitið sáttmálan; har hava teir verið mær ótrúgvir.v8Gilead er borg illgerðarmanna, full av blóði.v9Ránsmannaflokkur er prestanna flokkur, teir ræna á vegnum til Sikem, og níðingsverk teir inna.v10Í Betel sá eg ræðuligar lutir; har hevur Efraim drivið hor, Ísrael gjørt seg óreinan.v11Júda, eisini tær er upptøka ætlað, tá ið eg vendi fólks míns lagnu og grøði Ísrael. |