Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Jóel, kapittul 1
Yvirskift
v1Orð Harrans, ið kom til Jóels Petúelssonar.
Venan undan ongsprettuplágu
v2Hoyrið hetta, tit elstu, og gevið gætur øll tit, sum í landinum búgva: Man tílíkt vera hent á tykkara døgum ella á døgum fedra tykkara?v3Tit skulu tala um tað fyri børnum tykkara, og børn tykkara fyri børnum sínum, og børn teirra fyri næsta ættarliðinum.v4Átvargurin át tað, sum grashoppan leivdi, flysarin tað, sum ongsprettan leivdi, og gnagarin tað, sum flysarin leivdi.v5Vaknið, tit drykkjumenn, og grátið allir tit, ið vín drekka, venið tykkum um vínberjaløgin; tí at hann er riptur burtur frá munni tykkara.v6Tí at veldig tjóð, óteljandi, ráddist á land mítt; teir hava tenn sum ljónið og jakslir sum á kvennljóni.v7Teir oyddu vínvið mín og brutu míni fikutrø, skrædlaðu børkin av og tveittu tey burtur við følnaðum greinum.v8Ja, vena teg nú sum ungmoyggj í sorgarbúna um brúðgóm ungdóms síns.v9Horvið er úr Harrans húsi grónoffur og droypioffur; prestarnir, Harrans tænarar, syrgja.v10Vøllurin er oyðilagdur, jørðin syrgir, tí at kornið er fyribeint, vínberjaløgurin upptornaður, og oljan hevur svitast.v11Nipnir standa bøndurnir, vínyrkismenninir vena seg yvir hveitina og byggið, tí at oyddur er gróðurin av jørðini;v12vínviðurin er følnaður, fikutræið upptornað, granattræið, pálmin og apaldurin, øll trø á markini eru upptornað, ja, skammiliga er horvin øll gleði frá mannanna børnum.
Bøn um hjálp
v13Harmið í sorgarbúna, tit prestar, venið tykkum, tit, sum tæna við altarið; gangið inn, tit tænarar Guðs míns, og sitið har alla náttina í sorgarbúna, tí at grónoffur og droypioffur eru horvin úr húsi Guðs tykkara.v14Stevnið saman til heilaga føstu, boðið hátíðar stevnu; fáið saman hinar elstu og allar íbúgvar landsins í húsi Harrans, Guðs tykkara, og rópið til Harrans:v15Á slíkur dagur! Tí at nær er dagur Harrans og kemur eins og valdsgerð frá hinum alvalda!v16Er ikki maturin oyddur beint fyri eygum okkara og gleði og fagnaður horvin úr húsi Guðs várs?v17Frækornið liggur spilt undir flagnum; oydd liggja goymsluhús og bingini niðurbrotin, tí at kornið er oyðilagt.v18Á, hvussu fenaðurin stynjar! neytafylgini verða til einkis, av tí at tey einki beitilendi hava; eisini seyðafylgini koma burtur í einki.v19Til tín, Harri, rópi eg, tí at oytt hevur eldur øll hagabeiti; eldslogin sviðið av øll markarinnar trø.v20Ja, eisini djórini á víðavangi rópa til tín, tí at vatnið í áunum trýtur, og eldur hevur beint fyri hagabeitinum.