|
Jóel, kapittul 3 Fyrijáttan um Guðs anda yvir allan Ísrael v1Men eftir hetta skal eg úthella av anda mínum yvir alt hold; synir tykkara og døtur skulu profetera; gamalmenni tykkara droyma dreymar, og ungmenni tykkara síggja sjónir;v2ja, eisini yvir trælir og trælkvendi skal eg á teimum døgum úthella av anda mínum;v3og eg skal lata tekin verða á himni og á jørð, blóð og eld og guvurok,v4sólin skal skapast um í myrkur og mánin í blóð, áður enn hin mikli og ræðuligi dagur Harrans kemur.v5Men hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur; tí at á Zions fjalli og í Jerúsalem skal griðstaður vera, eins og Harrin hevur sagt; og millum teir undanslopnu eru tey, sum Harrin kallar. Harrin skal døma fíggindar Ísraels; dýrdliga framtíð Ísraels v6Tí sí, á teimum døgum og á teirri tíð, tá ið eg vendi lagnu Júda og Jerúsalems,v7tá savni eg allar tjóðir og føri tær oman í Jósafats dal; har skal eg døma tær vegna fólk mítt, Ísrael, arvalut mín, ið teir spjaddu út millum heidningarnar og skiftu sundur land mítt,v8teir kastaðu lut um fólk mítt, góvu svein fyri skøkju og seldu gentu fyri vín og drukku.v9Hvat er tað, tit vilja mær, Týrus og Zidon og øll bygdarløg Filistalands? Ætla tit á mær at endurgjalda tað, sum tykkum hevur verið fyri, ella ætla tit at gera mær nakað? Bæði skjótt og brátt lati eg gerðir tykkara koma yvir tykkum sjálvar,v10tit, ið rændu gull mítt og silvur, fluttu mínar dýru gripir inn í tempul tykkarav11og seldu Grikkum Júdamenn og Jorsalabúgvar til tess at reka teir langt burtur frá landi sínum!v12Sí, eg skal kalla teir aftur frá teimum støðum, hagar tit seldu teir, men lati gerðir tykkara koma yvir sjálvar tykkum.v13Og eg man selja Júdamonnum synir og døtur tykkara, og teir skulu selja tey Sábamonnum, einum fjarløgdum fólki, tí at Harrin hevur talað.v14Rópið hetta út heidninganna millum, halgið tykkum til bardaga, vekið upp hetjurnar, komið allir vígførir menn og haldið í hernað.v15Smíðið svørð úr plógjørnum og spjót úr víngarðsknívum tykkara, avlamingin sigi: «Eg eri hetja!»v16Komið við skundi allar tjóðir og savnist hagar úr øllum ættum! Leið, Harri, hetjur tínar oman hagar!v17Vakna skulu heidningatjóðirnar og halda niðan í Jósafats dal, tí at har skal eg sita og døma tjóðirnar allastaðni frá.v18Bregðið akurknívinum, tí at akrarnir eru stadnir; komið og traðkið, tí at vínfargið er fult, og vínkullan flýtur yvir; tí at mikil er vándska teirra.v19Mannfjøldir tysja í dómsins dali, tí at skjótt kemur dagur Harrans í dómsins dali;v20tá myrkna sól og máni, og stjørnurnar missa sín ljóma.v21Av Zion ýlir Harrin, úr Jerúsalem hann letur rødd sína gella, so at himin og jørð skelva; men fólki sínum er Harrin skjól, Ísraels børnum verja.v22Tá skulu tit viðurkenna, at eg eri Harrin, Guð tykkara, sum búgvi á Zion, mínum heilaga fjalli; og Jerúsalem skal vera heilag, og fremmandir skulu ikki meira treingja inn hagar.v23Á tí degi skal vínberjaløgurin streyma av fjøllum og heyggjarnir flóta í róma, allar áir í Júda skulu renna floytifullar, og úr húsi Harrans skal lind spretta upp og vatna Ákásiudalin.v24Egyptaland skal verða at reyni og Edóm at oyðisondum fyri valdsgerðir teirra móti Júdamonnum, av tí at teir útheltu sakleyst blóð í landi teirra.v25Men Júda skal vera ævinliga bygt og Jerúsalem ættarlið eftir ættarlið.v26Eg skal hevna blóð teirra, sum eg enn ikki havi hevnt. Og Harrin skal búgva á Zion. |