|
Triðja Mósebók, kapittul 11 Um rein og órein djór v1Og Harrin talaði við Móses og Áron og segði við teir:v2«Talið til Ísraelsmenn og sigið: Hesi eru tey djór, ið tit mega eta av øllum djórum, ið til eru á jørðini:v3Øll djór, ið hava kleyvar við týðuligari kloyvu og sum jótra, tey mega tit eta.v4Men av teimum, ið jótra og av teimum, ið hava kleyvar, mega tit tó ikki eta hesi: Kamelin, tí víst jótrar hann, men hevur ikki kleyvar; hann skal vera tykkum óreinur;v5bergharuna, tí víst jótrar hon, men hevur ikki kleyvar; hon skal vera tykkum órein;v6haruna, tí víst jótrar hon, men hevur ikki kleyvar; hana skulu tit telja óreina;v7og svínið, tí at víst hevur tað kleyvar og tað við týðuligari kloyvu, men jótrar ikki; tað skulu tit telja óreint.v8Kjøt av hesum djórum skulu tit ikki eta og ikki nerta við ræ teirra; tit skulu telja tey órein. v9Av vatndjórunum mega tit eta hesi: Øll, ið hava fjaðrar og skrubb, hvørt tey liva í høvum ella áum, tey mega tit eta.v10Men alt tað, sum ikki hevur fjaðrar ella roðslu, av øllum tí, sum yður í vatninum, í høvum ella áum, av øllum livandi skepnum í vatninum, tað skulu tit telja andstyggiligt.v11Tit skulu hava andstygd fyri teimum; av kjøti teirra mega tit ikki eta; og ræ teirra skulu vera tykkum andstyggilig.v12Alt í vatninum, ið ikki hevur fjaðrar ella skrubb, skal vera tykkum andstyggiligt. v13Av fuglum skulu hesir vera tykkum andstyggiligir – tit skulu ikki eta teir, tí at teir eru andstyggiligir: Ørnin, gammurin, havørnin,v14glentan og falkakynið,v15alt ravnakynið,v16strutsurin, svalan, likkan og heykakynið,v17uglan, súlan, náttuglan,v18hornuglan, pelikánurin, rægammurin,v19storkurin, alt hegrakynið, herfuglurin og flogmúsin. v20Fyri øllum veingjaðum skriðdjórum, sum ganga á fýra beinum, skulu tit hava andstygd.v21Tó mega tit av øllum veingjaðum skriðdjórum, sum ganga á fýra, eta av teimum, ið hava leggir upp frá afturfótunum til at hoppa við á jørðini;v22av teimum mega tit eta hesi av ongsprettukyni: Solamongsprettur, hargolongsprettur og hágabongsprettur.v23Men alt annað floygt skriðkykt, ið gongur á fýra, skal vera tykkum andstyggiligt. v24Av hesum djórum verða tit órein; hvør, ið nertur við ræ teirra, skal vera óreinur alt til kvølds,v25og hvør tann, sum ber ræ teirra, hann skal tváa klæði síni og vera óreinur til kvølds.v26Øll djór, ið ikki hava alklovnar kleyvar og ikki jótra, tey skulu tit telja órein; hvør tann, sum nertur við tey, verður óreinur.v27Øll ferføtt djór, ið ganga á labbum, skulu tit telja órein; hvør tann, sum nertur við ræ teirra, skal vera óreinur til kvølds;v28og hvør tann, sum ber ræ teirra, hann skal tváa klæði síni og vera óreinur alt til kvølds. Tey skulu vera tykkum órein. v29Av skriðkyktum, sum skríða á jørðini, skulu hesi vera tykkum órein: Moldvarpan, músin og alskyns fjórbein,v30ánakadjórið, kóakdjórið, letadjórið; hómetdjórið og tínsjemetdjórið.v31Hesi skulu vera tykkum órein av øllum skriðkykti; hvør, ið nertur við tey, tá ið tey eru deyð, skal vera óreinur til kvølds.v32Alt, sum tílík deyð djór detta á, verður óreint, hvørt tað er træílát ella klæði ella skinn ella sekkur – yvirhøvur hvørt eitt amboð; tað skal verða lagt í vatn og vera óreint til kvølds; síðan er tað reint.v33Dettur eitthvørt tílíkt niður í leirílát, tá verður alt, sum í tí er, óreint; og tit skulu bróta leirílátið sundur.v34Allur matur, ið tilreiddur verður við vatni, og allur løgur, ið er til at drekka, verður óreinur í tílíkum íláti.v35Alt, sum tílík deyð djór detta á, verður óreint; er tað ovnur ella eldstaður, skulu teir verða rivnir niður; teir eru óreinir, og óreinar skulu tit telja teir.v36Tó skulu keldur og brunnar, har vatn setir at, framvegis vera rein; men tann, ið nertur við ræ, sum í teimum liggur, verður óreinur.v37Tó at tílíkt ræ fellur á sáðkorn, ið sáað verður, skal sáðið framvegis vera reint;v38men kemur vatn at sáðkorninum, og tílíkt ræ dettur í tað, tá skal sáðkornið vera tykkum óreint. v39Doyr eitthvørt av teimum djórum, ið tit nýta til føðslu, og einhvør nertur við ræið av tí, tá skal hann vera óreinur til kvølds;v40og tann, ið etur av ræi tess, skal tváa klæði síni og vera óreinur til kvølds, og tann, ið ber ræið av tí, skal tváa klæði síni og vera óreinur til kvølds. v41Alt skriðkykt, ið skríður á jørðini, skal vera andstyggiligt; tað má ikki verða etið;v42einki, sum skríður á kviðinum og gongur á fýra beinum og einki margføtt av øllum skriðkykti, sum skríður á jørðini, mega tit eta; tí at tey eru andstyggilig.v43Gerið ikki tykkum sjálvar andstyggiligar við nøkrum skríðandi skriðkykti; latið tey ikki gera tykkum órein, so at tit verða órein av teimum!v44Tí at eg eri Harrin, Guð tykkara; og tit skulu halga tykkum og vera heilag, tí at eg eri heilagur. Ikki mega tit gera sjálvar tykkum óreinar av nøkrum skriðkykti, sum yður á jørðini!v45Tí at eg eri Harrin, ið leiddi tykkum út úr Egyptalandi til tess at vera Guð tykkara. Og tit skulu vera heilag, tí at eg eri heilagur! |