Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Triðja Mósebók, kapittul 13
Um líktrá hjá monnum
v1Harrin talaði við Móses og Áron og segði:v2«Um einhvør fær trota á húð sína ella skurvur ella ljósan blett, sum kanska verður til líktrá á húð hansara, tá skal hann verða leiddur fyri Áron prest ella fyri einhvønn av prestunum, sonum hans.v3Og presturin skal hyggja at tí sjúka flekkinum á húð hans; og hvítna hárini á honum, ella hann týðuliga liggur djúpari enn húðin kring um hann, tá er tað líktrá; og presturin skal eftir at hava kannað tað siga mannin óreinan.v4Men er tað ein hvítur blettur á húð hans, ið ikki týðuliga liggur djúpari enn húðin kring um hann, og hárini á honum ikki hvítna, tá skal presturin byrgja tann sjúka inni í sjey dagar;v5og sjeynda dagin skal presturin hyggja aftur at honum, og sær hann tá, at tann sjúki flekkurin á húð hansara hevur somu útsjónd og ikki hevur breitt seg út um húðina, tá skal hann aftur byrgja hann inni enn í sjey dagar.v6Síðan skal presturin aftur sjeynda dagin hyggja at honum; og er tá hin sjúki flekkurin fánaður og hevur ikki breitt seg út um húðina, tá skal presturin siga hann reinan; tá er tað eina skurvur; hann skal tváa klæði síni og vera reinur.v7Men hava skurvurnar breitt seg út um húðina, eftir at hann læt prestin hyggja at sær til tess at verða sagdur reinur, og presturin, eftir at hin hevur latið hann hugt at sær aðra ferð,v8sær, at skurvurnar hava breitt seg út um húðina, tá skal presturin siga hann óreinan; tá er tað líktrá.
v9Tá ið maður verður sjúkur av líktrá, skal hann verða leiddur fyri prestin;v10og presturin skal skoða hann; er tá ein hvítur troti á húð hans, og hárini har eru vorðin hvít, og kykt hold veksur í trotanum,v11tá er tað gomul líktrá á húð hans; presturin skal siga hann óreinan; honum nýtist ikki at byrgja hann inni, tí at hann er óreinur.v12Men brýtur líktráin soleiðis út á húðini, at líktráin hylur alla húðina á tí sjúka frá hvirli til iljar, alt, sum presturin ber eyga við,v13tá skal presturin skoða hann; og sær hann, at líktráin er um alt likam hansara, skal hann siga hin sjúka reinan; hann er allur vorðin hvítur og er tí reinur.v14Men verður nakað kykt hold at síggja á honum, tá er hann óreinur;v15presturin skal hyggja at tí kyka holdinum og siga hann óreinan; tað kyka holdið er óreint; tað er líktrá.v16Men hvørvur hitt kyka holdið, og hann verður hvítur, tá skal hann ganga fyri prestin;v17og sær tá presturin, at tann sjúki flekkurin er vorðin hvítur, tá skal hann siga hann reinan; tá er hann reinur.
v18Tá ið einhvør fær svull á húð sína og verður grøddur,v19men seinni fær á sama staði, sum svullurin hevði verið, hvítan trota ella ljósareyðan blett, tá skal hann sýna seg fyri prestinum;v20og sær tá presturin týðuliga lægd í húðini, og at hárini á henni eru vorðin hvít, tá skal presturin siga hann óreinan; tá er tað líktrá, sum út er brotin, har sum svullurin hevur verið.v21Men sær presturin eingi hvít hár, har sum svullurin hevur verið og onga lægd í húðini, og at bletturin er fánaður, tá skal presturin byrgja hann inni í sjey dagar;v22breiðir hann seg tá út um húðina, skal presturin siga hann óreinan; tað er líktrá.v23Men stendur hin ljósi bletturin í stað og breiðir seg ikki útum, tá er tað einans arrið av svullinum; tá skal presturin siga hann reinan.
v24Ella um einhvør fær brunasár á húðina, og tað kyka holdið, sum veksur í tí, fær ljósareyðan ella hvítan blett,v25tá skal presturin skoða hann; og eru tá hárini á blettinum vorðin hvít, og tað liggur týðuliga djúpari enn húðin kring um hann, tá er tað líktrá, sum er brotin út í brunasárinum; og presturin skal siga hann óreinan; tað er líktrá.v26Men um presturin, tá ið hann hevur skoðað hann, eingi hvít hár sær á blettinum, og at hann ikki liggur djúpari enn húðin kring um hann, og at hann er fánaður, tá skal presturin byrgja hann inni í sjey dagar,v27og sjeynda dagin skal presturin hyggja aftur at honum; og hevur hann tá breitt seg út um húðina, skal presturin siga hin sjúka óreinan; tá er tað líktrá.v28Men stendur hin ljósi bletturin í stað og breiðir seg ikki út um húðina og er fánaður, tá er tað trotin eftir brunasárinum; og presturin skal siga hin sjúka reinan; tí at tað er arr eftir brunasárinum.
v29Um maður ella kona fáa sjúkan flekk í hárið ella skeggið,v30tá skal presturin hyggja at tí sjúka flekkinum, og sær hann, at hann liggur týðuliga djúpari enn húðin kring hann, og at ljósagul, tunn hár eru á honum, tá skal presturin siga hann óreinan; tað er skurva, líktrá í hári ella skeggi.v31Men tykist skurvuflekkurin, tá ið presturin aftur hevur hugt at honum, ikki at liggja týðuliga djúpari enn húðin kring hann, og at eingi svørt hár eru á honum, tá skal presturin byrgja hann, ið skurvuflekkin hevur fingið, inni í sjey dagar;v32sjeynda dagin skal presturin hyggja at tí sjúka flekkinum; og sær hann tá, at skurvan ikki hevur breitt seg, at eingi ljósagul hár síggjast har, og at skurvan týðuliga ikki er djúpari enn húðin kring hana,v33tá skal hin sjúki raka sær, tó ikki har, sum skurvan hevur verið; og presturin skal aftur byrgja hann, ið skurvuna hevur, inni í sjey dagar.v34Sjeynda dagin skal presturin aftur hyggja at honum; og hevur tá skurvan ikki breitt seg út um húðina, og tykist hon ikki at liggja djúpari enn húðin, tá skal presturin siga hann reinan; hann skal tváa klæði síni og vera reinur.v35Men hevur skurvan breitt seg út um húðina, eftir at hann var sagdur reinur,v36tá skal presturin aftur skoða hann; og hevur tá skurvan breitt seg, nýtist prestinum ikki at hyggja eftir, um gul hár eru; hann er óreinur.v37Men er skurvan við sama lag, og svørt hár eru sprottin á henni, tá er skurvan grødd; hann er tá reinur, og presturin skal siga hann reinan.
v38Fær kallur ella kona blettir á húð sína, hvítar blettir,v39tá skal presturin skoða teir, og eru tá blettirnir á húð teirra hvítir og fánandi, tá eru tað bert blæmur, sum eru brotnar út á húðini; hann er reinur.
v40Verður maður berskøllutur aftantil á høvdinum, tá er hann hvirilskalli og er reinur;v41og verður hann berskøllutur framman á høvdinum, tá er hann ennisskalli og er somuleiðis reinur;v42men fær hann ljósareyðan flekk, har sum hann er berskøllutur, hvørt tað er á hvirilskallanum ella ennisskallanum, tá er tað líktrá, sum har er útbrotin;v43presturin skal tá skoða hann, og um tá trotin á tí sjúka flekkinum á hvirilskalla ella ennisskalla hans er ljósareyður og líkist líktrá á húðini,v44tá er hann líktráur og óreinur; presturin skal siga hann óreinan; hann hevur líktrá á høvdinum.
v45Maður, ið sjúkur er av líktrá, skal ganga í skræddum klæðum og lata hárið vaksa vilt; hann skal hylja skegg sítt og rópa: «Óreinur, óreinur!»v46Alla ta tíð, hann er sjúkur, skal hann vera óreinur; hann skal búgva einsamallur á einingi; fyri uttan herbúðirnar skal bústaður hansara vera.
Á klæðum og skinni
v47Kemur flekkur av líktrá á klæði, hvørt tað er av ull ella líni,v48á vovið ella bundið plagg, av ull ella líni, á skinn og alt, sum virkað er av skinni,v49og flekkurin á klæðinum ella skinninum, bæði tí vovna og tí bundna plagginum og øllum tí, sum virkað er av leðri, er grønlittur ella reyðlittur, tá er tað flekkur av líktrá; og presturin skal skoða hann.v50Og tá ið presturin hevur skoðað plaggið við flekkinum á, skal hann byrgja tað inni í sjey dagar.v51Sjeynda dagin skal hann aftur hyggja at tí; og hevur tá flekkurin breitt seg út um plaggið, tað vovna og tað bundna, skinnið og allar av skinni virkaðar lutir, tá er tað ring líktrá; tað skal vera óreint.v52Og hann skal brenna plaggið, bæði tað vovna og tað bundna, hvørt tað er av ull ella líni, og hvønn bjálva, alt, sum hevur á sær flekk av líktrá; tí tað er ring líktrá; tað skal verða uppbrent.v53Men sær presturin, at líktráarflekkurin ikki hevur breitt seg út um plaggið, hvørki tað vovna ella bundna ella teir ymisku av leðri virkaðu lutir,v54tá skal presturin bjóða at tváa plaggið, sum flekkurin er á, og síðan byrgja tað inni aftur í sjey dagar.v55Og presturin skal hyggja aftur at tí skadda plagginum, eftir at tað er tváað; og hevur flekkurin ikki skift dám, tá er plaggið óreint, tó at flekkurin ikki hevur breitt seg; tú skalt brenna tað upp; tað er sjúka, sum etur seg inn í ranguna ella rættuna.v56Men sær presturin, at flekkurin er fánaður, eftir at plaggið hevur verið tváað, tá skal hann burtur úr plagginum, bæði tí vovna og bundna og tí av leðri virkaða, skræða tað pettið, sum flekkurin situr á.v57Men kemur hann aftur í ljósmála á plagginum, tí vovna ella bundna ella á teimum ymisku skinnpløggunum, tá er tað líktrá, sum er um at bróta út; tú skalt brenna tað skadda plaggið upp.v58Men tað klæði, vovið ella bundið, ella tey ymisku skinnpløgg, sum flekkurin fer av við tvátti, tað skal tváast aftur og vera síðan reint.v59Hetta er lógin um líktráarflekk á ullarplaggi ella línplaggi, vovnum ella bundnum, ella á teimum ymisku skinnpløggunum; eftir henni skulu tey sigast rein ella órein.»