|
Triðja Mósebók, kapittul 14 Líktráarreinsan v1Og Harrin talaði við Móses og segði:v2«Hetta er lógin um líktráan mann, tá ið hann skal verða sagdur reinur: Hann skal verða leiddur fyri prestin;v3presturin skal ganga út um herbúðirnar og rannsaka hann; og sær presturin, at hin líktrái er vorðin grøddur fyri líktrá sína,v4skal hann taka honum, ið letur seg reinsa, tveir livandi, reinar fuglar, sedrisvið, skarlak og ýsopvond.v5Síðan skal presturin lata slátra annan fuglin niður í leirker yvir rennandi vatni.v6Men hin livandi fuglin, sedrisviðin, skarlakið og ýsopvondina skal hann taka og drepa tað alt saman við tí livandi fuglinum niður í blóðið av tí fuglinum, sum var slátraður yvir rennandi vatni,v7og sletta sjey ferðir upp á tann, ið letur seg reinsa fyri líktrá, og síðan siga hann reinan; men hinum livandi fuglinum skal hann sleppa út á víðavang.v8Tann, ið letur seg reinsa, skal tváa klæði síni og raka alt hárið av sær og tváa sær í vatni; tá er hann reinur og má síðan koma aftur inn í herbúðirnar; tó skal hann hølast fyri uttan tjald sítt í sjey dagar.v9Sjeynda dagin skal hann raka alt hár av sær, bæði høvuðhár sítt, skegg og eygnabrýr, alt hár skal hann raka av sær og tváa klæði síni og likam sítt í vatni; tá er hann reinur.v10Áttanda dagin skal hann taka tvey lýtaleys veðurlomb og eitt veturgamalt lýtaleyst gimburlamb og tríggjar tíggjundapartar úr efu av fínum mjøli sum grónoffur, blandað við olju, og eina log av olju.v11Og presturin, ið reinsar, skal flyta hann, ið letur seg reinsa, og somuleiðis hesar offurgávur fram fyri Harran at durum samfundartjaldsins.v12Presturin skal tá taka annað veðurlambið og ofra tað sum sektaroffur saman við oljulogini og reiggja báðum sum reiggioffur fyri Harranum.v13Og hann skal slátra veðurlambið á sama staði, har syndaofrið og brenniofrið verða slátrað, á heilagum staði; tí at eins og syndaofrið skal sektarofrið lutast prestinum; tað er háheilagt.v14Síðan skal presturin rýða av blóði sektaroffursins upp á høgru oyrnalippu hans, ið letur seg reinsa, og somuleiðis upp á høgra tummil og høgru stórutá hans.v15Og presturin skal taka av oljulogini og hella upp í vinstra lógva sínv16og drepa høgra fingur niður í oljuna, sum er í vinstra lógva, og við fingrinum sletta oljuna sjey ferðir frammi fyri Harranum.v17Av tí oljuni, sum eftir er í lógvanum, skal presturin rýða eitt sindur upp á høgru oyrnalippu hans, ið letur seg reinsa, og somuleiðis upp á høgra tummil og høgru stórutá hans uttan á blóðið úr sektarofrinum;v18og ta oljuna, ið tá er eftir í lógvanum, skal presturin hella út yvir høvur hans, ið letur seg reinsa, og soleiðis veita honum sáttargerð frammi fyri Harranum.v19Síðan skal presturin ofra syndaofrið og veita honum, ið letur seg reinsa, sáttargerð fyri óreinleika hans.v20Og tá ið presturin hevur framborið brenniofrið og grónofrið á altarinum og soleiðis veitt honum sáttargerð, tá er hann reinur. v21Men er hann fátækur og eigur ikki fyri hetta, tá má hann taka eitt veðurlamb sum sektaroffur, til reiggjanar, til tess at honum verður veitt sáttargerð, og somuleiðis sum grónoffur ein tíggjundapart úr efu av fínum mjøli, blandað við olju, og eina log av oljuv22og tvær turtildúgvur ella tveir dúgvuungar, eftir tí sum evnini nú røkka, onnur sum syndaoffur og hin sum brennioffur.v23Og áttanda dagin eftir reinsan sína skal hann bera prestinum hetta at durum samfundartjaldsins fram fyri Harran.v24Og presturin skal taka sektaroffurlambið og oljulogina og reiggja tí sum reiggioffur frammi fyri Harranum.v25Síðan skal sektaroffurlambið verða slátrað; og presturin skal taka av blóði tess og rýða upp á høgru oyrnalippu hans, ið letur seg reinsa, og somuleiðis upp á høgra tummil og høgru stórutá hans.v26Og presturin skal av oljuni hella upp í vinstra lógva sínv27og við høgra fingri sletta av oljuni, sum er í vinstra lógva, sjey ferðir frammi fyri Harranum.v28Síðan skal presturin av oljuni, sum er í vinstra lógva hans, rýða upp á høgru oyrnalippu hans, ið letur seg reinsa, og somuleiðis upp á høgra tummil og høgru stórutá hans, uttan á blóðið av sektarofrinum.v29Tað, sum presturin tá hevur eftir av olju í lógvanum, skal hann hella út yvir høvur hans, ið letur seg reinsa, til tess at veita honum sáttargerð frammi fyri Harranum.v30Síðan skal hann ofra aðra turtildúgvuna ella annan dúgvuungan, eftir sum hann hevur evni til,v31aðra sum syndaoffur og hina sum brennioffur saman við grónofrinum; og presturin skal veita honum, ið letur seg reinsa, sáttargerð frammi fyri Harranum.v32Hetta er lógin um tann, ið hevur verið líktráur og ikki eigur fyri reinsan sína.» Líktrá á húsum v33Og Harrin talaði við Móses og Áron og segði:v34«Tá ið tit koma inn í Kánáanland, sum eg man geva tykkum til ognar, og eg lati flekk av líktrá koma fram á einumhvørjum húsi í ognarlandi tykkara,v35tá skal hann, ið húsið eigur, koma og greina prestinum frá hesum og siga: Mær tykist, at flekkur av líktrá er á húsi mínum.v36Presturin skal tá bjóða at rudda alt út úr húsinum, áður enn hann fer inn at hyggja at flekkinum, so at ikki alt, sum er í húsinum, verður óreint; og síðan skal presturin fara inn til tess at skoða húsið;v37og sær hann tá, at flekkurin á bróstinum í húsinum hevur grønlittar og reyðlittar lægdir, ið týðuliga liggja djúpari enn bróstið,v38tá skal presturin fara út úr húsinum, út fyri dyr tess og byrgja tað í sjey dagar.v39Sjeynda dagin skal presturin koma aftur at hyggja at tí; og sær hann tá, at flekkurin hevur breitt seg út um bróstið á húsinum,v40skal hann bjóða at bróta teir steinar út, ið flekkurin er á, og tveita teir á óreinan stað fyri uttan borginav41og síðan at skava húsið innan og tveita límdustið, sum verður skavað burtur av tí, á óreinan stað fyri uttan borgina.v42Og teir skulu taka aðrar steinar og seta í staðin fyri hinar steinarnar og annað vegglím og rýða tað á húsið.v43Men brýtur flekkurin út aftur á húsinum, eftir at steinarnir eru tiknir út, og eftir at húsið hevur verið skavað og aftur rýtt,v44tá skal presturin koma aftur at hyggja at tí; og hevur tá flekkurin breitt seg út um húsið, tá er tað ring líktrá á húsinum; tað er óreint.v45Húsið skal verða niðurbrotið, og allir steinar tess, alt træverk og alt límdust skal verða flutt á óreinan stað út um borgina.v46Og hvør, sum fer inn í húsið alla ta tíð, tað er byrgt, skal vera óreinur til kvølds.v47Og hvør, sum svevur í húsinum, skal tváa klæði síni, og somuleiðis hvør, ið fær sær mat í húsinum, skal tváa klæði síni.v48Men um presturin, tá hann kemur, sær, at flekkurin ikki hevur breitt seg út um húsið, eftir at tað hevur verið rýtt, tá skal presturin siga húsið reint; tí at tá er flekkurin grøddur;v49og til tess at reinsa húsið frá synd skal hann taka tveir fuglar, sedrisvið, skarlak og ýsopvondv50og síðan slátra annan fuglin niður í leirker yvir rennandi vatniv51og taka sedrisviðin, ýsopvondina, skarlakið og tann livandi fuglin og drepa tað alt niður í blóðið av tí slátraða fuglinum og í tað rennandi vatnið og sletta sjey ferðir á húsiðv52og soleiðis reinsa húsið frá synd við blóði fuglsins, við tí rennandi vatninum, tí livandi fuglinum, sedrisviðinum, ýsopvondini og skarlakinum.v53Men hinum livandi fuglinum skal hann sleppa út um borgina út á víðavang og veita á tann hátt húsinum sáttargerð, so at tað verður reint.v54Hetta er lógin um alskyns líktrá og skurvur,v55um líktrá á pløggum og húsum,v56um trotar, skurvur og ljósar blettir,v57til leiðbeiningar um, nær eitthvørt er óreint, og nær tað er reint. Hetta er lógin um líktrá.» |