|
Triðja Mósebók, kapittul 17 Hvar ið eigur at verða ofrað v1Og Harrin talaði við Móses og segði:v2«Tala við Áron og synir hans og allar Ísraelsmenn og sig við teir: Hetta er tað, sum Harrin hevur boðið:v3Hvør maður av Ísraels ætt, ið slátrar neyt ella seyð ella geit í herbúðunum, ella hann slátrar tað fyri uttan herbúðirnarv4og ikki kemur við tí at durum samfundartjaldsins til tess at frambera Harranum offurgávuna frammi fyri tjaldtempli Harrans, tann maður skal verða taldur blóðsekur; hann hevur úthelt blóð og skal tí verða oyddur úr tjóð síni.v5Hetta er fyriskipað, til tess at Ísraelsmenn, ið vanir eru at slátra úti á víðavangi, skulu koma við sláturofrum sínum og bera prestinum tey at durum samfundartjaldsins Harranum til handar og slátra tey sum takkaroffur fyri Harranum.v6Presturin skal sletta blóðið á altar Harrans fyri durum samfundartjaldsins og brenna mørin sum vælangandi royk til Harrans;v7teir skulu ikki meira frambera sláturoffur til skógartrøllini, sum teir horfiknir elta. Hetta skal vera tykkum ævig skipan ættarlið eftir ættarlið. v8Og tú skalt siga við teir: Hvør maður av Ísraels ætt og hvør, ið býr í útisetri tykkara millum og framber brennioffur og sláturoffurv9og ikki kemur við tí at durum samfundartjaldsins til at ofra Harranum tað, tann maður skal verða oyddur úr tjóð síni. At njóta blóð er bannað v10Um maður av Ísraels ætt ella einhvør, sum býr í útisetri tykkara millum, etur nakað blóð, móti tí manni, sum etur blóð, snúgvi eg andliti mínum og oyði hann úr tjóð síni.v11Tí at sál likamsins er í blóðinum, og eg havi givið tykkum tað til at nýta á altarinum til tess at veita sáttargerð fyri sálir tykkara, tí blóðið veitir sáttargerð, av tí at sálin er í tí.v12Tessvegna havi eg sagt við Ísraelsmenn: Eingin av tykkum má eta blóð; og heldur ikki má nakar, sum býr í útisetri tykkara millum, eta blóð.v13Tá ið einhvør Ísraelitur ella einhvør, sum býr í útisetri tykkara millum, veiðir villdjór ella fugl, sum tað er loyviligt at eta, tá skal hann lata blóðið renna út og hylja tað við mold.v14Tí blóðið er sálin í øllum livandi skepnum, og eg havi sagt við Ísraelsmenn: Tit mega als ikki eta blóðið úr nøkrum holdi, tí at sálin í øllum holdi er blóð tess; hvør, ið etur tað, skal avoyddur verða. Sjálvdeytt og sundurskrætt djór |