|
Triðja Mósebók, kapittul 2 Lóg um grónoffur v1Vil maður bera Harranum grónoffur, tá skal offurgáva hansara vera av fínum mjøli; og hann skal hella olju út yvir tað og leggja roykilsi omanáv2og fáa sonum Árons, prestunum, tað; og presturin skal taka ein neva av mjølinum og oljuni og alt roykilsið, tað, ið ofrað skal verða av grónofrinum, og bera tað fram sum áminningaroffur á altarinum, sum eldoffur, Harranum vælangandi roykur.v3Men tað, sum eftir verður av grónofrinum, skulu Áron og synir hansara fáa sum háheilagan lut av eldofrum Harrans. v4Vilt tú frambera grónoffur av tí, sum í ovni er bakað, tá skal offurgáva tín vera ósúrgað breyð av fínum mjøli, elt í olju, og ósúrgaðar flatkøkur, smurdar við olju.v5Er offurgáva tín grónoffur, sum er bakað á rist, tá skal tað vera ósúrgað breyð av fínum mjøli, elt í olju;v6tú skalt mala tað sundur og hella olju út yvir tað; tað er grónoffur.v7Men er offurgáva tín grónoffur, tilreitt á pannu, tá skal tað verða gjørt av fínum mjøli við olju.v8Grónofrið, sum er tilreitt á henda hátt, skalt tú bera Harranum; tað skal verða fingið prestinum; og presturin skal bera tað fram at altarinum.v9Og presturin skal taka burtur av grónofrinum áminningaroffur og ofra tað á altarinum sum eldoffur, Harranum vælangandi roykur;v10og tað, sum eftir verður av grónofrinum, skulu Áron og synir hansara fáa sum háheilagan lut av eldofrum Harrans. v11Einki grónoffur, sum tit frambera Harranum, má vera súrgað; tí at einki av súrdeiggi ella hunangi mega tit ofra Harranum sum eldoffur;v12sum frumgróðraroffurgávu mega tit frambera Harranum tað, men tit skulu ikki lata tað koma upp á altarið sum vælangandi royk.v13Í allar grónoffurgávur tínar skalt tú koyra salt; tú mást ikki lata grónofri tínum vanta salt sáttmála Harrans; við øllum offurgávum tínum skalt tú frambera salt. v14Vilt tú frambera Harranum frumgróðrargrónoffur, tá skal tað, ið tú frambert sum grónoffur av frumgróðri tínum, vera øks, sviðin í eldi, skrudd og av nýskornum korni;v15tú skalt hella olju út yvir tað og leggja roykilsi omaná; tað er grónoffur.v16Og sum áminningaroffur skal presturin ofra nakað av tí skrudda korninum og nakað av oljuni saman við øllum roykilsinum; tað er eldoffur Harranum til handar. |