Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Triðja Mósebók, kapittul 23
Um hátíðir
v1Harrin talaði framvegis við Móses og segði:v2«Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Viðvíkjandi hátíðum Harrans, ið tit skulu boða sum halgistevnur – tá eru hátíðir mínar hesar:v3Í seks dagar skulu tit verk vinna, men sjeyndi dagurin skal vera fullkomuligur hvíludagur, halgistevna; tá skulu tit einki verk vinna; hann skal vera hvíludagur fyri Harranum á øllum bústøðum tykkara.
v4Hesar eru hátíðir Harrans og halgistevnur tær, sum tit skulu boða, hvørja á síni tíð:v5Fjúrtanda dagin í hinum fyrsta mánaðinum um sólsetur eru páskir fyri Harranum.v6Og fimtanda dagin í tí sama mánaðinum skulu tit halda Harranum hátíð hinna ósúrgaðu breyða; í sjey dagar skulu tit eta ósúrgað breyð.v7Fyrsta dagin skulu tit halda halgistevnu, og tá mega tit ikki starva í nakrari vinnu.v8Í sjey dagar skulu tit frambera Harranum eldoffur; sjeynda dagin skal vera halgistevna; tit mega ikki starva í nakrari vinnu.»
v9Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði:v10«Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Tá ið tit koma inn í landið, sum eg man geva tykkum, og tit skera akur har, tá skulu tit bera prestinum fyrsta bundið av kornskurði tykkara.v11Og hann skal reiggja bundinum frammi fyri Harranum, so at tað ger tykkum væl toknaðar; dagin eftir hvíludagin skal presturin reiggja tí.v12Sama dag, sum tit reiggja bundinum, skulu tit ofra Harranum lýtaleysan, veturgamlan seyð sum brennioffur,v13og aftur við tí sum grónoffur tveir tíggjundapartar úr efu av fínum mjøli blandað við olju sum vælangandi royk av eldofri fyri Harranum og somuleiðis fjórðingshin av víni sum droypioffur.v14Fyrr enn henda dag mega tit hvørki eta breyð ella sviðið korn ella nýtreskt korn, fyrr enn tit hava borið Guði tykkara offurgávuna. Hetta skal vera ævig skipan hjá tykkum ættarlið eftir ættarlið í øllum bústøðum tykkara.
v15Og frá degnum aftan á hvíludagin, frá tí degi tá tit frambera reiggjanarbundið, skulu tit telja sjey vikur fram, – sjey fullar vikur skulu verav16til næsta dag eftir sjeynda hvíludag; fimmti dagar skulu tit telja fram; og tá skulu tit frambera Harranum nýtt grónoffur.v17Úr bústøðum tykkara skulu tit koma við reiggjanarbreyði, tveimum breyðum gjørdum úr tveimum tíggjundapørtum úr efu av fínum mjøli, bakað við súrdeiggi – ein frumgróðrargáva til Harrans.v18Og umframt breyðini skulu tit frambera sjey lýtaleysar, veturgamlar seyðir, ein ungan tarv og tveir veðrar, ið skulu vera brennioffur fyri Harranum og aftur við tí grónoffur og droypioffur – eldoffurs vælangandi royk fyri Harranum.v19Og tit skulu ofra geitarhavur sum syndaoffur og tveir ársgamlar seyðir sum takkaroffur;v20presturin skal reiggja teimum báðum seyðunum saman við frumgróðrarbreyðinum sum reiggjanaroffur frammi fyri Harranum. Tað skal verða Harranum halgað, prestinum til handar.v21Á hesum sama degi skulu tit lata boð ganga og halda halgistevnu og ikki starva í nakrari vinnu. Hetta skal vera ævig skipan hjá tykkum ættarlið eftir ættarlið í øllum bústøðum tykkara.v22Og tá ið tit skera akurin í landi tykkara, tá skalt tú ikki skera hvønn bakka og ikki heldur henta upp tey øks, ið eftir liggja; men tú skalt lata tað verða eftir til armingan og útisetan. Eg eri Harrin, Guð tykkara!»
v23Og Harrin talaði framvegis til Móses og segði:v24«Tala til Ísraelsmenn og sig: Á fyrsta degi í hinum sjeynda mánaðinum skulu tit halda áminningarhvíludag við lúðrablástri og halgistevnu.v25Tá mega tit ikki starva í nakrari vinnu; tit skulu frambera Harranum eldoffur.»
v26Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði:v27«Tíggjundi dagurin í hesum sama sjeynda mánaði er sáttmáladagur; tá skulu tit halda halgistevnu, svølta tykkum og frambera Harranum eldoffur.v28Á hesum sama degi mega tit einki verk vinna, tí at hann er sáttmáladagur til tess at veita tykkum sáttargerð frammi fyri Harranum, Guði tykkara.v29Tí at hvør, sum ikki svøltar seg á hesum sama degi, skal verða oyddur úr tjóð síni.v30Og hvør, ið vinnur at nøkrum verki á hesum sama degi, hann skal eg týna úr tjóð síni.v31Einki verk mega tit vinna; tað skal vera tykkum ævig skipan ættarlið eftir ættarlið í øllum bústøðum tykkara.v32Hann skal vera tykkum fullkomuligur hvíludagur; tit skulu svølta tykkum; á níggjunda degi mánaðarins um kvøldið skulu tit halda hvíludag tykkara frá kvøldi til kvølds.»
v33Framvegis talaði Harrin við Móses og segði:v34«Tala við Ísraelsmenn og sig: Á fimtanda degi í hinum sjeynda mánaðinum skulu tit halda Harranum leyvskálahátíð í sjey dagar.v35Á fyrsta degi skulu tit halda halgistevnu; í ongari vinnu mega tit starva.v36Í sjey dagar skulu tit frambera Harranum eldoffur; áttanda dagin skulu tit halda halgistevnu og frambera Harranum eldoffur; tað er hátíðarfundur, og tit mega tá ikki starva í nakrari vinnu.
v37Hetta eru hátíðir Harrans, ið tit skulu boða sum halgistevnur, tá ið tit frambera Harranum eldoffur, brennioffur, grónoffur, sláturoffur og droypioffur, tað fyriskipaða ofrið á hvørjum degi,v38umframt hvíludagar Harrans og umframt gávur og heitoffur og sjálvboðin offur, sum tit geva Harranum.
v39Á fimtanda degi í hinum sjeynda mánaðinum, tá ið tit hava fingið úrtøku landsins inn undir lonir, skulu tit halda hátíð Harrans í sjey dagar; hin fyrsti dagurin skal vera hvíludagur og somuleiðis hin áttandi.v40Fyrsta dagin skulu tit taka tykkum aldin av føgrum trøum, pálmabløð og greinar av leyvtrøum og áarpílum og fegnast frammi fyri Harranum, Guði tykkara, í sjey dagar.v41Og tit skulu halda hana sum hátíð Harrans í sjey dagar um árið; hetta skal vera ævig skipan hjá tykkum ættarlið eftir ættarlið; í sjeynda mánaði skulu tit halda hana.v42Tá skulu tit búgva í leyvskálum í sjey dagar; allir menn, sum føddir eru í Ísrael, skulu búgva í leyvskálum,v43til tess at eftirkomarar tykkara mega vita; at eg læt Ísraelsmenn búgva í leyvskálum, tá eg leiddi teir út úr Egyptalandi. Eg eri Harrin, Guð tykkara!»
v44Síðan greindi Móses Ísraelsmonnum frá hátíðum Harrans.