Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Triðja Mósebók, kapittul 27
Um loysn av halgigávum
v1Og Harrin talaði til Móses og segði:v2«Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Tá ið maður evnar Harranum heiti og metir tað í mannavirði,v3tá skal maður frá tjúgu ára aldri til seksti ára aldurs verða mettur til fimmti siklar í silvuri eftir halgidómsins virði.v4Er tað kona, skal hon verða mett til tríati siklar í silvuri.v5Sveinur frá fimm ára aldri til tjúgu ára aldurs skal verða mettur til tjúgu siklar og genta tíggju.v6Sveinbarn frá mánaðar gomlum til fimm ára aldurs skal verða mett til fimm siklar í silvuri og moybarn tríggjar siklar í silvuri.v7Maður farin um seksti ár skal verða mettur til fimtan siklar og kona til tíggju siklar.v8Men eigur ein nú ikki fyri tað, sum hann er mettur til, tá skal hann verða leiddur fyri prestin, og presturin skal meta hann; eftir evnum hans, ið heitið hevur gjørt, skal presturin meta hann.
v9Viðvíkur heitið fenaði, sum ein kann frambera sum offurgávu til Harrans, tá skal alt, sum hann gevur, verða halgað Harranum.v10Tað má ikki verða býtt ella umskift, hvørki gott djór við ringt ella ringt við gott; og verður kortini djór skift um við djór, tá skal bæði tað sjálvt og tað, sum tað verður umskift við, verða heilagt.v11Viðvíkur heitið óreinum djóri, sum ikki má framberast Harranum sum offurgáva, tá skal tað verða leitt fyri prestin;v12og presturin skal meta tað, eftir sum tað er væl ella illa í holdum; og tað skal hava tað virði, sum presturin metir tað til.v13Men vil ein sjálvur loysa tað aftur, skal hann umframt loysnargjaldið rinda fimting í viðbót.
v14Halgar maður Harranum hús sítt sum halgigávu, tá skal presturin meta tað, eftir sum tað er gott ella ringt; tað skal standa tað virði, sum presturin metir tað til.v15Men vil hann, ið halgaði hús sítt, loysa tað aftur, tá skal hann umframt loysnargjaldið rinda fimting í viðbót; og tá skal tað vera hansara ogn.
v16Um maður halgar Harranum nakað av ognarjørð síni, tá skal loysnarvirðið metast eftir tí, sum hann sáar í hana; sáar hann ein homer av byggi, skal hon metast fimmti siklar í silvuri.v17Halgar hann jørð sína frá fagnaðarárinum av, tá skal hon standa sítt fulla metingarvirði.v18Men halgar hann hana, tá nakað er fráliðið fagnaðarárinum, tá skal presturin meta honum loysnargjaldið eftir teimum árum, ið eftir eru til fagnaðarárs, soleiðis at metanarvirðið minkar í sama mun.v19Vil nú tann, sum halgaði jørðina, loysa hana aftur, tá skal hann umframt loysnargjaldið rinda fimting í viðbót, og tá skal hon verða ogn hansara.v20Men loysir hann ikki jørðina aftur og selur hana kortini øðrum manni, tá skal ikki vera heimilt at loysa hana aftur;v21tá ið hon á fagnaðarárinum verður fræls aftur, skal hon verða halgað Harranum eins og bannførd jørð og ognast prestinum.v22Um maður halgar Harranum jørð, sum hann hevur keypt, og sum ikki er arvajørð hansara,v23tá skal presturin rokna honum metanarvirðið til næsta fagnaðarárs; og tá skal hann sama dag rinda metanarvirðið sum halgigávu til Harrans.v24Fagnaðarárið fellur jørðin aftur til hansara, sum hann keypti hana frá, og hvørs arvajørð hon var.v25Øll virðismetan skal vera eftir halgidómsins virði, soleiðis at tjúgu gerur eru í einum sikli.
v26Eingin má halga Harranum nakran frumburð av fenaði, tí at sum frumborið hoyrir tað Harranum til longu frammanundan; hvørt tað er neyt ella seyður, hoyrir tað Harranum til.v27Men er tað eitt av teimum óreinu djórunum, tá skal hann loysa tað aftur eftir metanarvirðinum og umframt rinda fimting í viðbót; men verður tað ikki loyst aftur, tá skal tað verða selt fyri metanarvirðið.
Um bannføring
v28Einki, sum bannført er, einki, sum maður við bannføring halgar Harranum av ognum sínum, hvørt tað er fólk ella fenaður ella arvajørð, má verða selt ella loyst aftur; alt, sum er bannført, er háheilagt og hoyrir Harranum til.v29Eingin bannførdur maður má verða loystur; hann skal láta lív.
Um tíggjund
v30Øll tíggjund av jørð, bæði av korni og aldini hoyrir Harranum til og er halgað honum.v31Um maður vil loysa aftur nakað av tíggjund síni, skal hann í viðbót rinda fimting.v32Viðvíkjandi allari tíggjund av neytum og seyðum og øllum, sum fer undir hirðastavinum, skal tíggjunda hvørt djór verða halgað Harranum.v33Ikki má verða gjørdur greinarmunur á góðum og ringum djóri, og einki má verða býtt um; og verður nakað umbýtt, tá skal bæði tað sjálvt og tað, sum tað verður býtt við, verða heilagt og má ikki verða loyst aftur.»
v34Hesi eru tey lógboð, sum Harrin á Sinai fjalli beyð Mósesi at flyta Ísraelsmonnum.