|
Triðja Mósebók, kapittul 3 Lóg um takkaroffur v1Er offurgáva hansara takkaroffur, tikið av stórdjórum, tá skal tað, sum hann ofrar Harranum, hvørt tað er av kallkyni ella kvennkyni, vera lýtaleyst;v2hann skal leggja hond sína á høvur offurdjórsins og slátra tað við dyr samfundartjaldsins; men synir Árons, prestarnir, skulu støkkja blóðið upp á altarið alt íkring.v3Síðan skal hann sum eldoffur ofra Harranum nakað av takkarofrinum: netjuna, sum er á indrunum, og allan mørin á innvølinum,v4bæði nýruni við nýrumørum og livrarbroddin, sum skal vera skorin frá nýrunum;v5og synir Árons skulu brenna tað oman á brenniofrinum, ið liggur á viðinum yvir eldinum; tað er eldoffur, Harranum vælangandi roykur. v6Men er offurgávan, ið hann ætlar Harranum sum takkaroffur, av smáfænum, tá skal tað, sum hann framber, hvørt tað er av kallkyni ella kvennkyni, vera lýtaleyst.v7Er tað lamb, ið hann vil frambera sum offurgávu, skal hann leiða tað fram fyri Harran;v8síðan skal hann leggja hond sína á høvur offurdjórsins og slátra tað við dyr samfundartjaldsins; men synir Árons skulu støkkja blóðið av tí upp á altarið alt íkring.v9Síðan skal hann av takkarofrinum ofra Harranum sum eldoffur tað feita, feithalan allan, ið skal vera skorin frá við halabeinið, netjuna, sum er á indrunum, og allar mørir á innvølinum,v10bæði nýruni við nýrumørum og livrarbroddin, sum skal vera skorin frá nýrunum.v11Og presturin skal brenna tað á altarinum sum breyðeldoffur fyri Harranum. v12Er offurgáva hansara geit, skal hann leiða hana fram fyri Harran;v13og hann skal leggja hond sína á høvur hennara og slátra hana við dyr samfundartjaldsins; men synir Árons skulu støkkja blóðið av henni upp á altarið alt íkring.v14Síðan skal hann av tí frambera sum offurgávu sína, sum eldoffur til Harrans, netjuna, sum er á indrunum, og allar mørir á innvølinum,v15bæði nýruni við nýrumørum og livrarbroddin, sum skal vera skorin frá nýrunum.v16Og presturin skal brenna tað á altarinum; tað er breyðeldoffur, vælangandi roykur. Allir mørir hoyra Harranum til.v17Hetta skal vera tykkum ævigt løgmál ættarlið eftir ættarlið á øllum bústøðum tykkara: Ongan mør og einki blóð mega tit eta!» |