|
Triðja Mósebók, kapittul 6 Hitt dagliga morgun- og kvøldofrið v1Framvegis talaði Harrin við Móses og segði:v2«Bjóða Ároni og sonum hansara og sig: Hetta er lógin um brenniofrið. Brenniofrið skal verða liggjandi á eldstaði altarsins alla náttina til um morgunin, og altareldurin skal verða hildin í lívi við tí.v3Síðan skal presturin fara í línklæði síni og hylja blygd sína við línbrókum sínum og taka burtur øskuna eftir brenniofrið, sum eldurin hevur týnt á altarinum, og leggja hana við altarið.v4Síðan skal hann fara úr klæðunum og lata seg í onnur klæði og bera øskuna út um herbúðirnar á óreinan stað.v5Men eldurin á altarinum skal verða hildin í lívi við tí; hann má ikki slokna; presturin skal hvønn morgun leggja við aftur at eldinum, leggja brenniofrið oman á viðin og brenna tað feita úr takkarofrunum á honum.v6Eldurin skal altíð brenna á altarinum; hann má ongantíð kólna út. Grónoffur v7Hetta er lógin um grónofrið: Synir Árons skulu bera tað fram fyri Harran at altarinum;v8og presturin skal av grónofrinum taka upp í fullan nevan av fínum mjøli og olju og somuleiðis alt roykilsið, sum við tí fylgir, og brenna tað á altarinum sum vælangandi royk, sum áminningaroffur fyri Harranum.v9Men tað, ið eftir verður av tí, skulu Áron og synir hans eta; sum ósúrgaðar køkur skal tað verða etið á heilagum staði; í forgarði samfundartjaldsins skulu teir eta tað.v10Tað má ikki verða bakað við súrdeiggi; eg gevi teimum tað sum teirra lut av eldofrum mínum; tað er háheilagt eins og syndaofrið og sektarofrið.v11Alt kallkyn av Árons eftirkomarum má eta av tí; hesin lutur av eldofrum Harrans skal eftir ævigari skipan ognast teimum ættarlið eftir ættarlið. Hvør, ið nertur við hetta, verður heilagur.» v12Framvegis talaði Harrin við Móses og segði:v13«Hetta er tann offurgáva, sum Áron og synir hansara skulu frambera Harranum: Tíggjunda partin av eini efu av fínum mjøli sum dagligt grónoffur, annan helmingin um morgunin og hin um kvøldið.v14Tað skal verða elt í olju og bakað á rist; og tá ið tú hevur brotið tað í molar, skalt tú koma við tí; grónoffur, sum brotið er í molar, skalt tú frambera sum vælangandi royk fyri Harranum.v15Tann av sonum hansara, ið verður salvaður til prests í hansara stað, skal tilreiða tað; eftir ævigari skipan skal tað lutast Harranum; tað skal brennast, alt sum tað er;v16øll grónoffur frá prestum skulu vera heiloffur; tey mega ikki verða etin.» Syndaoffur v17Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði:v18«Tala við Áron og synir hansara og sig: Hetta er lógin um syndaofrið: Á sama staði, har brenniofrið verður slátrað, skal syndaofrið verða slátrað frammi fyri Harranum; tað er háheilagt;v19presturin, ið framber syndaofrið, skal eta tað á heilagum staði; í forgarði samfundartjaldsins skal tað verða etið.v20Hvør, ið nertur við kjøtið av tí, verður heilagur; og um nakað av blóði tess slettist upp á klæðini, tá skal tað klæði, sum blóð hevur sletst upp á, verða tváað á heilagum staði.v21Verður kjøtið soðið í leiríláti, skal ílátið verða sundurbrotið og verður tað soðið í koparíláti, skal tað verða skúrað og skolað í vatni.v22Einans kallmenn av húskjum prestanna mega eta tað; tað er háheilagt.v23Men einki syndaoffur má verða etið, um blóð tess hevur verið borið inn í samfundartjaldið til at veita sáttargerð í halgidóminum. Tað skal brennast upp. |