Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Triðja Mósebók, kapittul 9
Fyrsta offur Árons
v1Á áttanda degi kallaði Móses Áron og synir hans og Ísraels elstu til sínv2og segði við Áron: «Tak tær kálv sum syndaoffur og veðr sum brennioffur, báðar lýtaleysar, og leið teir fram fyri Harranv3og sig við Ísraelsmenn: Takið tykkum geitarhavur sum syndaoffur og kálv og lamb, bæði veturgomul og lýtaleys, sum brennioffurv4og somuleiðis oksa og veðr sum takkaroffur til at slátra frammi fyri Harranum og grónoffur blandað við olju; tí at í dag man Harrin birtast fyri tykkum.»v5Tá tóku teir tað, sum Móses hevði sagt, og komu við tí fram at samfundartjaldinum; og allur savnaðurin kom og tók støðu frammi fyri Harranum.v6Og Móses segði: «Hetta er tað, sum Harrin hevur boðið; gerið tað, so man dýrd Harrans birtast fyri tykkum.»
v7Síðan segði Móses við Áron: «Gakk fram at altarinum og ofra syndaoffur títt og brennioffur títt og veit sáttargerð fyri teg og hús títt; framber tínæst offurgávu fólksins og veit teimum sáttargerð, eins og Harrin hevur boðið!»v8Tá gekk Áron fram at altarinum og slátraði kálvin, ið honum var ætlaður sum syndaoffur;v9synir Árons rættu honum blóðið, og hann drap fingurin niður í tað og rýddi tað upp á horn altarsins; men tað, sum eftir var av blóðinum, helti hann út í neðra upp á altarið.v10Og mørirnar, nýruni og livrarbroddin úr syndaofrinum brendi hann á altarinum, eins og Harrin hevði boðið Mósesi.v11Men kjøtið og húðina brendi hann upp fyri uttan herbúðirnar.v12Síðan slátraði hann brenniofrið; synir Árons rættu honum blóðið, og hann støkti tað upp á altarið runt um.v13So fingu teir honum brenniofrið í stykkjum og somuleiðis høvdið, og hann brendi tað á altarinum.v14Men indrini og føturnar tváaði hann við vatni og brendi tað á altarinum oman á brenniofrinum.
v15Tínæst frambar hann offurgávu fólksins; fyrst tók hann havurin, ið var ætlaður fólkinum sum syndaoffur, slátraði hann og ofraði hann sum syndaoffur á sama hátt sum hin fyrra.v16Somuleiðis frambar hann brenniofrið og ofraði tað á rættan hátt.v17Tínæst frambar hann grónofrið, tók upp í nevan av tí og brendi tað á altarinum umframt hitt dagliga morgunbrenniofrið.v18Síðan slátraði hann oksan og veðrin sum takkaroffur fyri fólkið; og tá ið synir Árons høvdu rætt honum blóðið, sletti hann tað upp á altarið runt um,v19og tað feita úr oksanum og veðrinum, feithalan og mørirnar á indrunum, nýruni og livrarbroddin,v20alt hetta feita løgdu teir oman á bringurnar og brendu tað á altarinum;v21men bringunum og høgra tjógvi reiggjaði Áron frammi fyri Harranum, eins og Móses hevði boðið.
v22Síðan lyfti Áron upp hendur sínar yvir fólkið og vælsignaði tað; og tá ið hann hevði framborið syndaofrið, brenniofrið og takkarofrið, steig hann niður aftur.v23Tá gingu Móses og Áron inn í samfundartjaldið; og tá ið teir komu út aftur, vælsignaðu teir fólkið, og tá birtist dýrd Harrans fyri øllum fólkinum.v24Men eldur gekk út frá Harranum og oyddi brenniofrið og mørirnar á altarinum. Og tá ið alt fólkið sá tað, hevjaðu tey fagnaðarróp og fullu fram á ásjón sína.