|
Ámos, kapittul 1 Yvirskrift v1Tey orð, sum Ámos, ein av hirðunum frá Tekoa, skoðaði viðvíkjandi Ísrael á døgum Uzzia, Júdakongs, á døgum Jeróboams Jóassonar, Ísraels kongs, tvey ár undan landskjálvtanum. Harrin hóttir fólk sítt v2Og hann segði: Harrin ýlir av Zion, úr Jerúsalem hann letur rødd sína gella; hirðanna fløtur syrgja, og Karmels tindar følna. Dómsorð yvir Dámaskus v3So sigur Harrin: Fyri trý misbrot Dámaskusar, ja, fyri fýra – eg taki tað ikki aftur – fyri at teir tresktu Gilead við treskisleðum av jarni,v4tí seti eg eld á Házaels hús, og hann skal oyða Ben-Hádads hallir;v5eg smildri lokur Dámaskusar, avoyði íbúgvar Bikat-Ávens og hann, ið ber veldissprota í Bet-Eden; og Sýrlendingar skulu verða herleiddir til Kir, sigur Harrin. Dómsorð yvir Filistar v6So sigur Harrin: Fyri trý misbrot Gazu, ja, fyri fýra – eg taki tað ikki aftur – fyri at teir herleiddu heilar bygdir og framseldu Edómitum tær,v7tí seti eg eld á borgargarðar Gazu, og hann skal oyða hallir hennara;v8eg oyði hvørt livandi kykt úr Asdod og úr Askalon hann, sum ber veldissprota; eg bregði míni hond móti Ekron, so at eingin Filisti verður eftir, sigur Harrin, drottin. Dómsorð yvir Týrus v9So sigur Harrin: Fyri trý misbrot Týrusar, ja, fyri fýra – eg taki tað ikki aftur – fyri at teir framseldu Edómitum heilar herleiddar bygdir og ikki mintust brøðrasáttmálan,v10tí seti eg eld á borgargarðar Týrusar, og hann skal oyða hallir hennara. Dómsorð yvir Edóm v11So sigur Harrin: Fyri trý misbrot Edóms, ja, fyri fýra – eg taki tað ikki aftur – fyri at teir eltu bróður sín við svørði og køvdu alla várkunn, skræddu í vreiði síni støðugt sundur og goymdu ævinliga ilsku sína;v12tí seti eg eld á Teman, hann skal oyða hallir Bozra. Dómsorð yvir Ammon v13So sigur Harrin: Fyri trý misbrot Ammonita, ja, fyri fýra – eg taki tað ikki aftur – fyri at teir sprettu upp kviðin á hinum burðarbúnu í Gilead til tess at víðka um landamark síni,v14tí seti eg eld á borgargarðar Rabbu, og hann skal oyða hallir hennara, meðan herróp dynja á orrustudegnum, og stormurin leikar á harðveðursdegnum.v15Og kongur teirra skal í útlegd fara, bæði hann og høvdingar hans, sigur Harrin. |