Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Ámos, kapittul 5
Harmkvæði yvir Ísrael
v1Hoyrið hetta orð, sum eg hevji eins og harmljóð yvir tykkum, Ísraelsmenn:v2Fallin er hon, moyggin Ísrael, rísur ikki aftur, liggur endilong á jørðini; eingin reisir hana aftur.v3Tí at so sigur Harrin, drottin: Tann borg, ið býr út túsund í hernað, fær hundrað aftur, og tann, sum býr út hundrað, fær tíggju aftur í Ísraels húsi.
Sonn gudsdýrkan
v4Tí at so sigur Harrin við Ísraels hús: Leitið til mín, tá skulu tit liva!v5Leitið ikki til Betel, gangið ikki til Gilgal og haldið ikki yvir til Beersjebu; tí at Gilgal skal í útlegd og Betel verða oyðimørk.v6Leitið til Harrans, at tit mega liva, so at hann ikki kemur eins og eldur yvir Jósefs hús og oyðir, so at eingin verður eftir, sum kann sløkkja í Betel.
Órættvísir dómarar
v7– Vei teimum, ið broyta rættin í malurt og rinda rættlætið til jarðar –
Guðs veldi
v8Hann, sum skapaði Sjeystjørnuna og Orion, gjørdi náttarmyrkrið at lýsing og dag til dimma nátt, sum kallar á havsins vøtn og oysir tey út yvir jørðina, Harrin er hans navn;v9hann oyðir hinar sterku og sorlar hervirki teirra.
Dómsorð yvir órættvísar stjórnarmenn
v10Teir hata hann, ið verjir rættin á tingi, og hava mótboð av teimum, ið tala satt.v11Tessvegna av tí at tit traðka hin vesæla niður og taka eykagjald av korni hans, tí skulu tit byggja hús av høgdum gróti, men ikki búgva í teimum, og leggja inn frálíkar víngarðar, men ikki drekka vínið úr teimum.v12Tí at eg veit, at mong eru misbrot tykkara og syndir tykkara miklar, tit, ið kúga hin sakleysa, taka við mutri og sýta fátækum rætt á tingi;v13tessvegna tigur hyggin maður nú um stundir, tí at hetta eru vándar tíðir.
Iðran og viðvending
v14Søkið tað góða og ikki tað illa, at tit mega liva; tá skal Harrin, Guð herliðanna, vera við tykkum, eins og tit eru vanir at siga.v15Hatið tað illa og elskið tað góða og fremjið rættin á tingi; kanska tá Harrin, Guð herliðanna, náðar tí, sum eftir verður av Jósefi.
Ísraels undirgangur
v16Tessvegna sigur Harrin, drottin, Guð herliðanna: Á øllum torgum skulu menn vena seg, og ljóða skal á øllum gøtum: «Vei, vei!» Bøndur skulu stevna harmkvøðarum til sorgar og deyðakvartanar;v17í hvørjum víngarði verður deyðakvartan, tá ið eg fari gjøgnum miðjan teg, sigur Harrin.
Harrans dagur
v18Vei tykkum, ið tráa eftir degi Harrans! Hvat skilir tykkum dagur Harrans? Hann er myrkur og ikki ljós.v19Tað verður, eins og tá maður flýggjar undan ljóni og rennur seg beint á bjørn, ella hann rennur heim og styðjar seg við hondini aftur at vegginum, og ormur tá bítur hann.v20Ja, dapur er dagur Harrans, ikki bjartur; bølasvartur uttan ljósglæmu.v21Eg hati og vanmeti hátíðir tykkara, torgi ikki roykin av hátíðarstevnum tykkara,v22um tit ofra mær brennioffur. Eg havi ongan tokka í tykkara grónofrum, eg líti ikki at tykkara takkarofrum av gøðingarkálvum;v23burtur við tykkara glymjandi songi, eg vil ikki hoyra hørpuljóð tykkara!v24Latið heldur rættin streyma fram sum vatn og rættlætið sum á, ið ikki tornar upp.v25Hava tit, Ísraels hús, borið mær fram sláturoffur og grónoffur hini fjøruti árini í oyðimørkini?v26Nú skulu tit bera Sakkut, kongi tykkara, og Kevan, stjørnu guds tykkara, gudamynd, sum tit hava gjørt tykkum;v27eg reki tykkum í útlegd eystur um Dámaskus, sigur Harrin – Guð herliðanna er navn hans.