Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Ámos, kapittul 8
Sjón um undirgang Ísraels og mannfall
v1Harrin, drottin, læt mær hesa sjón berast fyri: Sí, har var tæga við summaraldin.v2Og hann segði við meg: «Hvat sært tú, Ámos?» Eg svaraði: «Tægur við summaraldin!» Tá segði Harrin við meg: «Evsta stund er komin yvir fólk mítt Ísrael, eg vil ikki umbera hann longur.»v3Vena seg skulu songmoyggjar tempulsins á tí degi, sigur Harrin, drottin, og lík liggja í rúgvum allar staðir.
Dómsorð yvir okurkallar
v4Hoyrið hetta, tit, ið níva fátæk og beina fyri armingum landsins,v5sum siga: «Nær eru tendringardagarnir lidnir, so at vit mega selja korn, og hvíludagurin, at vit mega opna kornbingini, minka um mátingarkerið, hækka um virðið og við svikum reingja vágskálirnarv6til tess at keypa neyðstødd fyri silvur og fátæk fyri einar skógvar og sleppa sær av við lættikornið.»v7Svorið hevur Harrin við hátign Jákups: Ongantíð skal eg gloyma alt hetta, sum teir hava gjørt.v8Ja, má ikki jørðin nøtra av hesum og øll, sum á henni búgva, syrgja, so at hon hevjar seg eins og Nílá og søkkur aftur eins og Egyptalands stórá?v9Á tí degi, sigur Harrin, drottin, lati eg sól fara til viða um miðjan dag og myrkur hylja jørðina á alljósum degi.v10Eg geri veitslur tykkara til sorg og allar tykkara songir til harmkvæði; bindi sorgarklæði um allar lendar og geri berskøllut hvørt eitt høvur; eg elvi sorg sum eftir einkarson, og endin verður ein beiskur dagur.
Teir leita til Harrans, men doyggja í hungri
v11Sí, dagar munnu koma, sigur Harrin, drottin, tá ið eg sendi hungur í landið, ikki hungur eftir breyði ella tosta eftir vatni, men eftir at hoyra orð Harrans.v12Tá skulu tey reika um frá havi at havi, koma úr norðuri og halda eystureftir til tess at leita eftir orði Harrans, men skulu ikki finna tað. –v13Á tí degi maktast av tosta fríðar moyggjar og ungir menn,v14sum svørja við sekt Sámáriu og siga: «So satt sum gudur tín livir, Dán! Og so satt sum ættargudur tín livir, Beersjeba! Falla tey skulu og ikki aftur rísa.»