|
Jónas, kapittul 1 Kall Jónasar og flýggjan hans v1Orð Harrans kom til Jónasar Ámittaisonar soljóðandi:v2«Far á føtur og gakk til Nineve, hina miklu borg, og rópa út yvir hana, at illskapur teirra er komin upp fyri ásjón mína.»v3Men Jónas fór í teirri ætlan at flýggja til Tarsis burtur frá ásjón Guðs og fór oman til Jaffa. Og tá ið hann har hitti skip, ið skuldi til Tarsis, galt hann ferðargjald og fór umborð til tess at fara við teimum til Tarsis burtur frá ásjón Harrans.v4Men Harrin sendi harðveður yvir havið, og øgilig ódn kom í sjógvin, og skipið mundi sorast.v5Tá vóru skipsmenninir ræddir og fóru at rópa hvør til guds síns og tóku at varpa allan skipsreiðskapin í havið til tess at lætta um skipið. Men Jónas var farin niður í niðasta rúm skipsins og lá har í fasta svøvni.v6Skiparin kemur til hansara og sigur við hann: «Hví liggur tú her í fasta svøvni? Far upp og heit á Guð tín, kundi borið á, at Guð minnist til okkara, so vit ganga ikki burtur.»v7Tá søgdu skipsmenninir hvør við annan: «Komið, latum okkum kasta lut til tess at vita, av hvørs voldum henda ógævan er komin yvir okkum.» Og teir kastaðu lut, og luturin fell á Jónas.v8Og teir søgdu við hann: «Sig okkum, av hvørs voldum henda ógævan er hend okkum; hvat er atvinna tín, og hvaðan kemur tú? Hvat er fosturland títt, og hvørji tjóð ert tú av?»v9Hann svaraði teimum: «Eg eri Hebrei, og eg óttist Harran, Guð himinsins, hann, ið hevur skapað havið og turrlendið.»v10Tá kom mikil ræðsla á menninar, og teir søgdu við hann: «Hví gjørdi tú hetta?» – Tí at menninir vistu, at hann var flýddur burtur frá ásjón Guðs; tí at hann hevði sagt teimum tað.v11Og teir søgdu við hann: «Hvat skulu vit gera við teg, so at sjógvurin slætnar?» – Tí at veðrið versnaði í hvørjum.v12Og hann svaraði teimum: «Takið meg og tveitið meg fyri borð, so man sjógvurin fara at slætna, tí at eg veit, at av mínum voldum er hetta mikla harðveðrið komið á tykkum.»v13Skipsmenninir fóru nú at rógva aftur móti landi, men orkaðu ikki, tí at harðveðrið vaks í hvørjum.v14Tá kallaðu teir á Harran og søgdu: «Á, Harri! lat okkum ikki ganga burtur fyri tað, at hesin maðurin skal doyggja, og lat ikki sakleyst blóð koma yvir okkum; tí at tú, Harri, hevur gjørt tað, ið tær líkaði.»v15Teir tóku tá Jónas og tveittu hann fyri borð, og beinanvegin slætnaði sjógvurin.v16Mikil ótti fyri Harranum kom tá á skipsmenninar, og teir ofraðu honum sláturoffur og strongdu heiti. |