|
Jónas, kapittul 2 Takkarsongur Jónasar v1Tá sendi Harrin stóran fisk til tess at gloypa Jónasi, og Jónas var í kviði fisksins tríggjar dagar og tríggjar nætur.v2Tá bað Jónas í kviði fisksins til Harrans, Guðs síns,v3og segði: Eg heitti á Harran í neyð míni, og hann svaraði mær. Eg rópaði úr fangi Helheims, og tú hoyrdi rødd mína.v4Tú tveitti meg út í bládýpið á miðjum havi, so at streymar skolaðu um meg; allar bárur tínar og bylgjur brutu yvir mær.v5Eg hugsaði: «Eg eri burturrikin frá eygum tínum; man eg nakrantíð aftur skoða títt heilaga tempul?»v6Vøtnini nívdu meg at sálini, havdýpið var um meg; tari var vavdur um høvur mítt.v7At grundvøllum fjallanna fór eg niður, lokur jarðarinnar vóru drignar aftur fyri mær med alla; tá førdi tú lív mítt upp úr grøvini, Harri, Guð mín!v8Tá ið sál mín ørmaktaðist í mær, mintist eg á Harran, og bøn mín kom til tín í heilaga templi tínum.v9Teir, ið stunda á fáfongd og tómleika, havna náðini.v10Men eg vil við lovsongi ofra til tín og halda tað, ið eg havi heitt; hjálpin kemur frá Harranum.v11Tá beyð Harrin fiskinum at spýggja Jónas upp á land. |