|
Jónas, kapittul 3 Jónas í Nineve v1Orð Harrans kom til Jónasar aðru ferð soljóðandi:v2«Statt upp og gakk til Nineve, hina miklu borg, og flyt har boðskapin, ið eg havi boðið tær.»v3Og Jónas fór avstað til Nineve, eins og Harrin hevði boðið honum. Men Nineve var ovurmikil borg, tríggjar dagsferðir á longd.v4Tá ið Jónas nú hevði gingið eina dagsferð inn í borgina, steðgaði hann á og rópaði: «Um fjøruti dagar skal Nineve verða løgd í oyði!»v5Og Ninevemenn trúðu Guði, boðaðu føstu og lótu seg í sekk, bæði ung og gomul.v6Tá ið kongurin av Nineve frætti hesi tíðindi, fór hann úr hásæti sínum, tveitti av sær skikkju sína og læt seg í sekk og settist í øsku.v7Og hann læt kunngera í Nineve: «Eftir boði frá kongi og stórmennum hans skal hvørki fólk ella fenaður, hvørki neyt ella seyður njóta nakað; tey mega hvørki ganga á gras ella drekka vatn.v8Heldur mega tey lata seg í sekk – bæði fólk og fenaður – og bønandi rópa til Guðs, og hvør ein fara av sínum ónda vegi og frá illgerðum, ið eru í hondum teirra.v9Hvør veit, um ikki Guð kundi hálsað um og iðrað seg um hetta og lætt av vreiði síni, so at vit ikki farast!»v10Tá ið Guð sá gerðir teirra, at teir vóru farnir av sínum rongu leiðum, tá iðraði Guð seg eftir tí illa, sum hann hevði ætlað at gera teimum og gjørdi tað ikki. |