|
Mika, kapittul 3 Dómsorð yvir hinar fæfiknu stórmenn v1Tá segði eg: Hoyrið, tit høvdingar Jákups og dómarar í Ísraels húsi! Eiga ikki tit at hava kunnleika um rættin?v2Tit, sum hata hitt góða og elska hitt illa, ríva skinnið av monnum og holdið av beinum teirra,v3tit eta upp holdið á mínum fólki, skræða av teimum skinnið, bróta bein teirra og koyra tað sum bót í pottin, sum kjøt á steikipannu.v4Tá munnu teir rópa til Harrans, men hann skal ikki svara teimum; tá fjalir hann sítt andlit fyri teimum, tí at vándar eru allar teirra gerðir. Svikaprofetar og sannir profetar v5So sigur Harrin um profetarnar, ið villa fólk mítt og boða frið, tá ið teir fáa inn í munnin, men halga bardagan móti honum, ið einki vil geva teimum at eta:v6Tí skal nátt koma á tykkum, so at tit ongar sjónir síggja, og myrkur, so at tit ikki kunnu spáa; sólin skal fara afturundir fyri profetunum, og dagurin sortna yvir teimum.v7Tá verða síggjararnir lotir, profetarnir rodna av skomm; allir hylja teir kampin, tí at einki svar kemur frá Guði.v8Men eg, eg eri – við Harrans anda – fullur av mátti, rætti og styrki til at boða Jákupi misbrot hans og Ísrael syndir hans. Dómsorð yvir Jerúsalem v9Hoyrið hetta, tit høvdingar Jákups ættar og tit dómarar Ísraels ættar, tit, sum hava andstygd fyri tí rætta og gera bogið alt, sum beint er,v10sum byggja Zion við blóði og Jerúsalem við valdsgerð.v11Høvdingar hennara døma fyri mutur, prestarnir kenna fyri løn, og profetarnir spáa fyri silvur; kortini teir líta seg á Harran og siga: «Er ikki Harrin okkara millum? Einki ilt skal okkum raka!»v12Tí skal Zion av atvoldum tykkara verða pløgd eins og bøur, Jerúsalem verða grótrúgvur, og tempulfjallið verða skógvaksnir heyggjar. |