Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Hábakkuk, kapittul 1
Kæra profetsins
v1Spádómsorðið, sum birtist Hábakkuki profeti.v2Hvussu leingi, Harri, skal eg rópa um hjálp og einki svar fáa, eymka meg fyri tær undan valdsgerð og onga hjálp fáa?v3Hví letur tú meg síggja órætt og vera vitni til gremju? Kúgan og valdsgerð havi eg fyri eyga; av tí standast trætur, og orrustur rísa.v4Tí verður lógin máttleys, og rætturin kemur ongantíð fram; tí tá ið gudleysir treingja hin rættvísa, tá kemur rætturin rangvørgur fram.
Svar Harrans
v5Hyggið út tjóðanna millum, lítist um! Undrist og øtist, tí at eg geri á tykkara døgum stórverk, sum tit ikki høvdu trúð, um sagt hevði verið tykkum frá tí!v6Tí sí, eg reisi upp Kaldear, harðrenda, framfúsa tjóð, sum fer um ta víðu verøld og leggur undir seg ognirnar hjá øðrum;v7øgilig og ræðulig er hon; sjálv hon skipar sær rætt og vald.v8Fljótari enn pantarar eru hestar hennara, snarpari enn úlvar á kvøldi; reiðhestarnir tvíspora, koma við fúkandi ferð úr fjarlegd eins og ørnin, ið skjýtst niður á bráð sína.v9Til tess at fremja valdsgerð koma teir allir, halda ferð síni beint fram og savna hertikið fólk eins og sand;v10teir spotta kongar og halda høvdingar fyri gjøldur; at hvørjum hervirki flenna teir, laða upp víggarð og taka tað.v11Síðan fara teir sum hvirlur avstað og gera mátt sín til gud sín.
Kæra av nýggjum
v12Ert tú ikki frá fyrndini Harrin, mín heilagi Guð, sum aldri doyr? Tú, Harri, setti hann til at halda dóm, tú gavst honum ræði til at revsa;v13Tú, sum hevur eygu so rein, at tey ikki tola at horva at tí illa, tú, sum ikki torgar at síggja gremju, hví hyggur tú til hinar trúleysu og tegir, tá ið hin gudleysi týnir tann, sum er rættvísari enn hann?v14Hann fer við monnum eins og við havsins fiskum, eins og við skriðkyktunum, ið ongan harra hava.v15Hann dregur teir allar upp við ongli, fangar teir í síni nót og savnar teir upp í net sítt, tessvegna gleðist og fegnast hann;v16og tí ofrar hann nót síni sláturoffur og neti sínum roykilsisoffur, tí at við teimum vann hann sær góðan lut og mangan feitan bita.v17Men skal hann støðugt tøma nót sína og týna tjóðir eirindaleyst?