|
Haggai, kapittul 1 Áminning um at endurreisa templið v1Á øðrum stjórnarári Dáriusar kongs, á fyrsta degi hins sætta mánaðar, kom orð Harrans við Haggai profeti til Zerubbábels Sjealtielssonar, landsstjóra í Júda og til Jósua Józadakssonar, høvuðsprests, soljóðandi:v2Soleiðis sigur Harri herliðanna: Hetta fólk sigur: «Stundin er enn ikki komin til at endurreisa hús Harrans.»v3Og orð Harrans kom við Haggai profeti soljóðandi:v4Er tað stund hjá tykkum at búgva í bróstaðum húsum, meðan hetta húsið liggur avtoftað?v5Tí sigur Harri herliðanna: Gáið nú eftir, hvussu tykkum fer.v6Tit sáa mikið, men lítið kemur til høldar; eta, men verða ikki mettir; drekka, men sløkkja ikki tostan; fara í klæði, men verða ikki heitir, og løn bønarmansins fer í gataðan pung.v7So sigur Harri herliðanna: Gáið eftir, hvussu tykkum fer!v8Farið niðan í fjøllini eftir viði og byggið tempul, so at eg kann fáa sóma, og eg skal vísa mín heiður! sigur Harrin.v9Tit vóna nógv, men lítið verður burturúr, og tá ið tit bera inn, blási eg tað burtur. Hvørs vegna? sigur Harri herliðanna – tessvegna, at hús mítt liggur í rustum, meðan hvør tykkara starvar fyri sítt egna hús.v10Og tí heldur himinin døggini aftur og jørðin gróðri sínum.v11Eg kallaði turk yvir landið og yvir fjøllini, yvir kornið og vínberjaløgin, yvir oljuna og yvir alt, sum jørðin gevur av sær, yvir fólk og fenað og yvir alt tað, sum hendur virka. Verkið verður vunnið v12Og Zerubbábel Sjealtielsson og Jósua Józadaksson høvuðsprestur og alt tað, ið eftir var av fólkinum, lýddi rødd Harrans, Guðs síns, og orðum teimum, ið Harrin, Guð teirra, hevði sent við Haggai profeti. Og fólkið óttaðist Guð.v13Tá segði Haggai, boðberi Harrans, við fólkið samsvarandi boðskapi Harrans: Eg eri við tykkum, sigur Harrin.v14Og Harrin vakti hug Zerubbábels Sjealtielssonar, landsstjóra í Júda, og hug Jósua Józadakssonar, høvuðsprests, og hugin hjá øllum fólkinum, ið eftir var, so at teir komu og fóru undir at byggja tempul Harra herliðanna, Guðs teirra,v15á tjúgunda og fjórða degi hins sætta mánaðar á øðrum ríkisári Dáriusar kongs. |