|
Zakarja, kapittul 3 Fjórða sjón: Sátan ákærir Jósva; fyrijáttan um fullgering tempulsins og dýrdliga framtíð v1Síðan læt hann meg síggja høvuðsprestin Jósva, har hann stóð frammi fyri eingli Harrans, og Sátan honum við høgru lið til tess at ákæra hann.v2Og eingil Harrans mælti við Sátan: «Harrin havi at tær, Sátan, Harrin, ið útvaldi Jerúsalem, havi at tær! Er ikki hesin eins og brandur riptur út úr eldi?»v3Men Jósva var í skitnum klæðum, har hann stóð frammi fyri einglinum.v4Tá tók eingilin til máls og mælti við teir, sum stóðu frammi fyri honum: «Latið hann úr hesum skitnu klæðunum!» Og hann segði við hann: «Sí, eg havi tikið misgerð tína av tær; lat teg nú klæðast í hátíðarklæði.»v5Framvegis segði hann: «Setið á høvur hansara reint høvuðsskrúð;» og teir settu reint høvuðsskrúð á høvur hansara og lótu hann í rein klæði, meðan eingil Harrans stóð hjá.v6Og eingil Harrans legði Jósva eina við og mælti:v7So sigur Harri herliðanna: Um tú gongur leiðir mínar og varðveitir boðorð míni, tá skalt tú stjórna húsi mínum og gæta forgarðar mínar, og eg skal loyva tær at ganga millum hesar tænarar mínar.v8Hoyr, Jósva høvuðsprestur, tú og felagar tínir, ið sita frammi fyri tær, tit eru fyriboðarar tess, at eg lati «Gróðurtein», tænara mín, koma.v9Tí sí, steinurin, sum eg leggi fram fyri Jósva – sjey eygu á einum steini – sí, eg risti sjálvur árit hansara, sigur Harri herliðanna, og taki burtur eftir einum degi misgerð landsins.v10Á tí degi, sigur Harri herliðanna, skulu tit bjóða hvør øðrum til at sessast undir víntræi og undir fikutræi. |