Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Zakarja, kapittul 6
Áttanda sjón: Hervagnar Harrans
v1Eg hevjaði aftur eygu míni, leit meg um, og tá sá eg fýra vagnar koma fram millum tvey fjøll; men tað vóru fjøll av kopari.v2Fyri fyrsta vagninum vóru reyðir hestar, fyri øðrum vagninum svartir,v3fyri triðja vagninum hvítir hestar og fyri fjórða vagninum flekkutir.v4Og eg tók til máls og spurdi eingilin, sum talaði við meg: «Hvat merkja hesir, Harri mín?»v5Eingilin svaraði og segði við meg: «Hetta eru himinsins fýra vindar; teir hava verið frammi fyri Harra alrar jarðar og halda nú avstað.v6Vagnurin við svørtum hestum fyri fer til norðurlandsins, hinir hvítu til eysturlandsins, hinir flekkutu til suðurlandsins,v7og hinir reyðu fara vestureftir.» Og tá ið teir strongdu á at fara út um jørðina, segði hann: «Haldið avstað, farið út um jørðina!» Og teir fóru út um jørðina.
Andi Harrans kemur til Jødanna í Bábel
v8Tá kallaði hann á meg og segði við meg: «Sí, teir, sum halda norðureftir, fara at svala vreiði Harrans á norðursins landi!»
Andi Harrans vekur upp vandlæti teirra fyri Harranum
v9Og orð Harrans kom til mín soljóðandi:v10Tak tú við gávum av hinum herleiddu: av Heldai, Tóbija og av Jedaja, og far í dag inn á gólv hjá Jósia Sefanjasyni; teir eru komnir úr Bábel;v11lat hann fáa tær silvur og gull og búgv til krúnu og set hana á høvur Jósva Józadakssonar høvuðsprestsv12við hesum orðum: Sí, sigur Harri herliðanna, her er maðurin, «Gróðurteinur» nevndur; av rótum hans man spretta; hann skal byggja tempul Harrans;v13ja, hann skal byggja tempul Harrans, hann skal ljóta tign og sita sum drotnari í hásæti sínum; honum til høgru handar skal prestur vera, og millum teir báðar skal góð semja vera.v14Men krúnan skal verða í templi Harrans til minnis um Heldai, Tóbija, Jedaja og Hen Sefanjason.v15Menn úr fjarlegd munnu koma og hjálpa til at byggja tempul Harrans; og tá munnu tit sanna, at Harri herliðanna hevur sent meg til tykkara. Soleiðis skal vera, um tit lýða rødd Harrans, Guðs tykkara.