Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fjórða Mósebók, kapittul 1
Fólkið skrásett í Sinai oyðimørk
v1Harrin talaði við Móses í Sinai oyðimørk í samfundartjaldinum á fyrsta degi í øðrum mánaði, annað árið eftir burturferð teirra úr Egyptalandi og segði:v2«Takið manntal av øllum savnaði Ísraelsmanna eftir kyntáttum og ættum teirra við at telja nøvnini á øllum kallmonnum, mann fyri mann;v3allar vígførar menn í Ísrael frá tjúgu ára aldri og uppeftir skulu tit kanna eftir herfjøldum teirra, tú og Áron.v4Ein maður av hvørjari ætt skal hjálpa tykkum; teir skulu vera oddamenn hvør fyri síni ætt.v5Og hesi eru nøvnini á teimum monnum, ið skulu hjálpa tykkum: Av Ruben: Elizur Sjedeursson.v6Av Símeon: Sjelumiel Zurisjaddaison.v7Av Júda: Náhsjon Amminadabsson.v8Av Issakar: Netánel Zuarsson.v9Av Zebulon: Eliab Helonsson.v10Av Jósefssonum: Av Efraim: Elisjáma Ammihudsson. Av Manasse: Gamliel Pedazursson.v11Av Benjamin: Ábidan Gideónison.v12Av Dán: Áhiezer Ammisjaddaison.v13Av Ásjer: Págiel Okransson.v14Av Gád: Eljasaf Deuelsson.v15Av Naftali: Áhira Enansson.»v16Hesir vóru teir, ið savnaðurin skipaði høvdingar fyri ættargreinum fedra sína og oddamenn fyri Ísraels túsundum.
v17Og Móses og Áron tóku hesar menn, ið vóru tilskilaðir eftir nøvnum,v18og stevndu síðan øllum savnaðinum saman á fyrsta degi í øðrum mánaði, og teir, sum vóru tjúgu ár og eldri, vórðu við navnateljing skrivaðir í manntal eftir kyntáttum og ættum sínum, maður fyri mann,v19eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Soleiðis kannaði hann teir í Sinai oyðimørk.
v20Synir Rubens, hins frumgitna Ísraels, teirra eftirkomarar eftir kyntáttum og ættum sínum við navnateljing, maður fyri mann, allir kallmenn frá tjúgu ára aldri og eldri; allir vígførir,v21ið kannaðir vórðu av Rubens ætt, vóru fjøruti og seks túsund og fimm hundrað.v22Og synir Símeons, teirra eftirkomarar eftir kyntáttum og ættum sínum, allir, ið kannaðir vórðu við navnateljing, maður fyri mann, allir kallmenn frá tjúgu ára aldri og eldri; allir vígførir,v23ið kannaðir vórðu av Símeons ætt, vóru fimmti og níggju túsund og trý hundrað.v24Og synir Gáds, teirra eftirkomarar eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir,v25ið kannaðir vórðu av Gáds ætt, vóru fjøruti og fimm túsund og seks hundrað og fimmti.v26Og synir Júda, teirra eftirkomarar eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og eldri; allir vígførir,v27ið kannaðir vórðu av Júda ætt, vóru sjeyti og fýra túsund og seks hundrað.v28Og synir Issakars, teirra eftirkomarar eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu árum og haðan eldri; allir vígførir,v29ið kannaðir vórðu av Issakars ætt, vóru fimmti og fýra túsund og fýra hundrað.v30Og synir Zebulons, teirra eftirkomarar eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir,v31ið kannaðir vórðu av Zebulons ætt, vóru fimmti og sjey túsund og fýra hundrað.v32Og synir Jósefs: Synir Efraims, eftirkomarar teirra eftir kyntáttum teirra og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir,v33ið kannaðir vórðu av Efraims ætt, vóru fjøruti túsund og fimm hundrað.v34Og synir Manasse, eftirkomarar teirra eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir,v35ið kannaðir vórðu av Manasse ætt, vóru tríati og tvey túsund og tvey hundrað.v36Og synir Benjamins, eftirkomarar teirra eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir,v37ið kannaðir vórðu av Benjamins ætt, vóru tríati og fimm túsund og fýra hundrað.v38Og synir Dáns, eftirkomarar teirra eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir,v39ið kannaðir vórðu av Dáns ætt, vóru seksti og tvey túsund og sjey hundrað.v40Og synir Ásjers, eftirkomarar teirra eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir,v41ið kannaðir vórðu av Ásjers ætt, vóru fjøruti og eitt túsund og fimm hundrað.v42Og synir Naftali, eftirkomarar teirra eftir kyntáttum og ættum sínum, við navnateljing frá tjúgu ára aldri og haðan eldri; allir vígførir,v43ið kannaðir vórðu av Naftali ætt, vóru fimmti og trý túsund og fýra hundrað.
v44Hesir vóru teir, ið kannaðir vórðu, sum Móses og Áron og Ísraels tólv høvdingar, ein fyri hvørja ættina, kannaðu.v45Og allir Ísraelsmenn, ið kannaðir vórðu eftir ættum sínum frá tjúgu ára aldri og haðan eldri, allir vígførir í Ísrael,v46allir samlir, ið kannaðir vórðu, vóru seks hundrað og trý túsund og fimm hundrað og fimmti.v47Men Levitarnir – eftir ættarfólki sínum – vórðu ikki kannaðir saman við teimum.
Levitar skipaðir
v48Og Harrin talaði við Móses og segði:v49«Einans Levi ætt mást tú ikki kanna og ikki taka manntal av teimum millum Ísraelsmanna.v50Tú skalt lata Levitarnar hava umsjón við vitnisburðartjaldtemplinum og amboðum tess og øllum, sum tí hoyrir til; tað eru teir, ið skulu hava tjaldtemplið og øll reiði tess; teir skulu skipa tænastu tess og tjalda kring um tað.v51Tá ið tjaldtemplið verður flutt úr stað, skulu Levitarnir taka tað niður, og tá ið tjaldtemplið aftur steðgar, skulu Levitarnir seta tað upp; og nærkast nakar, sum ikki er av prestaætt, skal hann láta lív.v52Og Ísraelsmenn skulu tjalda hvør í sínum herbúðabólki undir merki sínum eftir herfjøldum sínum.v53Men Levitarnir skulu tjalda kring vitnisburðartjaldtemplið, til tess at ikki vreiði skal koma yvir savnað Ísraelsmanna. Tí at tað eru Levitarnir, ið skulu hava vitnisburðartjaldtemplið í varðveitslu.»v54Og Ísraelsmenn so gjørdu; teir bóru seg at í øllum eftir tí, sum Harrin hevði boðið Mósesi.