Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fjórða Mósebók, kapittul 10
Silvurlúðrar prestanna
v1Harrin talaði framvegis við Móses og segði:v2«Ger tær tveir lúðrar úr silvuri; av einlistum skalt tú gera teir. Tú skalt hava teir til at kalla savnaðin saman; tá ið herurin skal flyta úr stað.v3Tá ið blást verður í báðar, skal allur savnaðurin savnast um teg fyri durum samfundartjaldsins,v4men verður einans blást í annan, tá skulu høvdingarnir, oddamenn hjá Ísraels túsundum, savnast um teg.v5Tá ið tit blása hvølt, skal herurin, sum tjaldar eystantil, flyta úr stað;v6og tá ið tit blása hvølt á øðrum sinni, skal herurin, sum tjaldar sunnarumegin, flyta úr stað; á triðja sinni skal herurin, sum tjaldar vestantil, flyta úr stað og á fjórða sinni herurin, sum tjaldar norðarumegin; blást skal verða hvølt, tá ið farið verður úr stað.v7Men tá ið savnaðurin verður samankallaður, skulu tit blása í lúðrarnar, men ikki hvølt.v8Synir Árons, prestarnir, skulu blása í lúðrarnar; hetta skal vera ævig skipan hjá tykkum, ættarlið eftir ættarlið.v9Og tá ið tit fara í bardaga móti fíggindum, ið herja á tykkum í landi tykkara, og tit blása hvølt í lúðrarnar, tá skal Harrin, Guð tykkara, minnast tykkum, og tit verða bjargaðir undan fíggindum tykkara.v10Á gleðidøgum og hátíðardøgum tykkara og við mánaðarbyrjan skulu tit blása í lúðrarnar við brennioffur og takkaroffur tykkara; tað skal verða tykkum til áminningar frammi fyri ásjón Guðs tykkara. Eg eri Harrin, Guð tykkara.»
Burturferð frá Sinai
v11Á tjúgunda degi í øðrum mánaði í øðrum ári hevjaðist skýggið upp frá vitnisburðartjaldtemplinum;v12tá fóru Ísraelsmenn avstað úr Sinai oyðimørk og hildu fram í dagsferðum, og skýggið tók støðu í Páran oyðimørk.v13Tá ið teir nú á fyrsta sinni fóru úr stað eftir boði Harrans við Mósesi,v14vóru Júda synir teir fyrstu, sum undir merki sínum fóru úr stað eftir herfjøldum sínum; fyri heri teirra var Náhsjon Amminadabsson.v15Fyri heri ættar Issakars sona var Netánel Zuarsson,v16fyri heri ættar Zebulons sona var Eliab Helonsson.v17Og tá ið tjaldtemplið var tikið niður, fóru synir Gersjons og synir Merari avstað; teir áttu at bera tjaldtemplið.v18Síðan fór herur Rubenitanna undir merki sínum úr stað eftir herfjøldum sínum; fyri heri teirra var Elizur Sjedeursson;v19fyri heri ættar Símeons sona var Sjelumiel Zurisjaddaison;v20fyri heri ættar Gáds sona var Eljasaf Deuelsson.v21Síðan fóru Kehatitar úr stað; teir bóru halgilutirnar, og áður enn teir vóru fram komnir, høvdu hinir reist tjaldtemplið.v22Og herur Efraims sona fór undir merki sínum úr stað eftir herfjøldum sínum; fyri heri teirra var Elisjáma Ammihudsson;v23og fyri heri ættar Manasse sona var Gamliel Pedazursson;v24fyri heri ættar Benjamins sona var Ábidan Gideónison.v25Síðan fór herur Dáns sona úr stað undir merki sínum aftastur av øllum herum eftir herfjøldum sínum; fyri heri teirra var Áhiezer Ammisjaddaison;v26fyri heri ættar Ásjers sona var Págiel Okransson;v27fyri heri ættar Naftali sona var Áhira Enansson.v28Hetta var raðskipan Ísraelsmanna eftir herfjøldum teirra, tá ið teir fóru úr stað.
v29Tá segði Móses við Midianitan Hóbab Reuelsson, verfaðir Mósesar: «Vit halda nú ferðini móti tí staði, sum Harrin hevur heitt at geva okkum; kom nú við okkum, so skulu vit gera væl við teg, tí Harrin hevur nógv gott í hyggju við Ísrael.»v30Men hann svaraði honum: «Eg komi ikki við, eg fari heim í land mítt til ættarfólk mítt.»v31Tá segði hann við hann: «Nei, tú mást ikki fara frá okkum, tí tú veitst, hvar vit mega tjalda í oyðimørkini; tú skalt vera okkum eins og eyga.v32Kemur tú við okkum, skalt tú fáa lut í øllum tí góða, sum Harrin vil lata okkum vera fyri.»
v33Teir hildu nú frá fjalli Harrans tríggjar dagsleiðir fram, meðan sáttmálaørk Harrans fór undan teimum til tess at finna teimum hvíldarstað.v34Men skýggj Harrans var yvir teimum um dagin, tá ið teir fóru avstað úr herbúðunum.v35Og hvørja ferð ørkin flutti úr stað, segði Móses: «Rís upp, Harri, so at fíggindar tínir spjaðast, og øvundarmenn tínir flýggja fyri tær!»v36Og hvørja ferð hon tók støðu, segði hann: «Kom aftur, Harri, til Ísraels tíggjutúsunda!»