|
Fjórða Mósebók, kapittul 12 Áron og Mirjam rísa móti Mósesi. Mirjam líktrá v1Tá mæltu Mirjam og Áron ímót Mósesi vegna hinnar blálendsku konu, sum hann hevði tikið sær – tí at hann hevði tikið sær blálendska konu –v2og tey søgdu: «Man Harrin einans tala við Móses? Hevur hann ikki talað við okkum eisini?» Og Harrin hoyrdi tað.v3Men maðurin Móses var sera tolin, ja, tolnari enn allir menn á jørð. v4Í sama viðfangi segði Harrin við Móses og Áron og Mirjam: «Farið øll trý út at samfundartjaldinum!» Og tey fóru hagar øll trý.v5Tá steig Harrin oman í skýstólpanum og tók støðu fyri durum tjaldsins; hann kallaði á Áron og Mirjam, og tey gingu bæði út hagar.v6Tá segði hann: «Hoyrið orð míni: Er einhvør profetur tykkara millum, tá birtist eg fyri honum í sjónum, ella eg tali við hann í dreymum.v7Øðrvísi er við tænara mínum Mósesi, hann er trúsagdur í øllum húsi mínum;v8við hann tali eg munni til muns, ikki í sjónum ella gátum, og hann skoðar mynd Harrans. Hví firnaðust tit tá ikki fyri at mæla orðum móti tænara mínum Mósesi?»v9Tá læt Harrin vreiði sína loga móti teimum og fór burtur.v10Men tá ið skýggið var farið upp frá tjaldinum, sí, tá var Mirjam hvít sum kavi av líktrá, og tá ið Áron leit at henni, sá hann, at hon var líktrá.v11Tá segði Áron við Móses: «Á, harri, lat okkum ikki gjalda tess, at vit bóru okkum býttisliga at og syndaðu!v12Lat hana tó ikki verða sum andleyst føtt barn, hvørs hold er hálvavegna rotnað, tá ið tað kemur úr móðurlívi!»v13Móses rópaði tá til Harrans og segði: «Á, Guð, tú mást gera hana heila aftur!»v14Men Harrin svaraði Mósesi: «Um faðir hennara hevði spýtt í andlitið á henni, átti hon tá ikki at sitið við skomm síni í sjey dagar? Tí skal hon í sjey dagar sita innibyrgd fyri uttan herbúðirnar; síðan má hon verða inn aftur tikin.»v15Síðan varð Mirjam innibyrgd í sjey dagar fyri uttan herbúðirnar, og fólkið flutti ikki úr stað, fyrr enn Mirjam var inn aftur tikin.v16Eftir hetta helt fólkið avstað úr Házerot, og teir settu herbúðir sínar í Páran oyðimørk. |