Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fjórða Mósebók, kapittul 15
Ymiskar løgskipanir: Grónoffur og droypioffur aftur at djóraofrum
v1Harrin talaði við Móses og segði:v2«Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Tá ið tit koma inn í tað land, sum eg vil geva tykkum at búgva í,v3og tit vilja ofra Harranum eldoffur, hvørt tað er brennioffur ella sláturoffur, til tess at evna eitt heiti ella eitt sjálvboðið offur ella í tilevni av hátíðum tykkara til tess at gera Harranum vælangandi royk av stórdýrum ella smalum,v4tá skal tann, ið framber Harranum offurgávu sína, eisini sum grónoffur frambera ein tíggjundapart av efu av fínum mjøli, blandaðum við fjórðings hin av olju.v5Og aftur við hvørjum lambi skal hann sum droypioffur ofra fjórðings hin av víni, hvørt tað er brennioffur elle sláturoffur.v6Men aftur við veðri skalt tú sum grónoffur ofra tveir tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, blandaðum við triðings hin av víni,v7og sum droypioffur skalt tú frambera triðings hin av víni sum vælangandi royk til Harrans.v8Og tá ið tú ofrar ungneyt sum brennioffur ella sláturoffur til tess at evna eitt heiti ella sum takkaroffur til Harrans,v9tá skalt tú aftur við ungneytinum sum grónoffur frambera tríggjar tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, blandaðum við hálvari hin av olju.v10Og sum droypioffur skalt tú frambera hálva hin av víni, sum vælangandi royk av eldofri til Harrans.
v11Soleiðis skal verða gjørt fyri hvønn oksa, fyri hvønn veðr og fyri hvørt lamb, hvørt tað er undan ær ella undan geit.v12Soleiðis skulu tit bera tykkum at við hvørjum djóri, so mongum sum tit ofra.v13Hvør innborin maður skal bera seg at við hesum á henda hátt, tá ið hann framber eldoffur sum vælangandi royk til Harrans.v14Og um einhvør útiseti býr hjá tykkum ella fer í komandi tíðum at búgva tykkara millum, og hann vil ofra eldoffur sum vælangandi royk til Harrans, tá skal hann bera seg at á sama hátt sum tit.v15Í savnaðinum skal vera sama fyriskipan fyri tykkum og fyri útisetan, sum hjá tykkum býr; hetta skal vera ævigt løgmál hjá tykkum ættarlið eftir ættarlið; fyri Harranum skulu tit og útisetin vera eins.v16Sama lóg og sami rættur skal vera fyri tykkum og fyri útisetan, sum hjá tykkum býr.»
Offuravskurður av deiggi
v17Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði:v18«Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Tá ið tit koma í tað landið, sum eg vil leiða tykkum inn í,v19og tit eta av breyði landsins, tá skulu tit ofra Harranum avskurðaroffur.v20Sum frumgróður av deiggi tykkara skulu tit ofra køku sum avskurðaroffur; á sama hátt sum avskurðin frá treskivøllinum skulu tit ofra tað.v21Av frumgróðrinum av deiggi tykkara skulu tit geva Harranum avskurðaroffur ættarlið eftir ættarlið.
Synd av óvart og við vilja
v22Tá ið tit synda av misgáu og halda ikki øll hesi boð, sum Harrin hevur givið Mósesi,v23alt tað, sum Harrin hevur boðið tykkum við Mósesi frá tí degi, tá ið Harrin beyð tað, og framvegis ættarlið eftir ættarlið,v24tá skal allur savnaðurin, um tað er nakað, sum gjørt er av misgáu, og sum savnaðurin ikki veit av, ofra eitt ungneyt sum brennioffur og vælangandi royk til Harrans og aftur við tí grónofrið og droypiofrið, eins og lógin býður, og sum syndaoffur ein geitarhavur.v25Og presturin skal veita øllum savnaði Ísraelsmanna sáttargerð, og teimum skal verða fyrigivið, tí at tað var av misgáu, og teir hava sjálvir sum offurgávu sína framborið Harranum eldoffur og somuleiðis syndaoffur sítt fram fyri Harran fyri ta synd, sum teir gjørdu av misgáu.v26Bæði allur savnaður Ísraelsmanna og útisetin, sum býr tykkara millum, skal soleiðis fáa fyrigeving, tí at alt fólkið syndar í einum ella øðrum av misgáu.
v27Er tað einstakur maður, ið syndar av misgáu, skal hann sum syndaoffur frambera veturgamla geit,v28og presturin skal veita honum, ið syndað hevur av misgáu, sáttargerð frammi fyri Harranum, so at honum verður fyrigivið vegna sáttargerðina.v29Allir, ið synda av misgáu, skulu vera fyri somu lóg, hvørt hann er innborin í Ísrael, ella hann er útiseti, sum býr tykkara millum.
v30Men tann maður, ið syndar av avráddum huga, hvørt hann er innborin maður ella útiseti, hann hevur háðað Harran og skal verða oyddur úr tjóð síni,v31tí at hann hevur vanmett orð Harrans og brotið boðorð hans; tílíkur maður skal eirindaleyst verða týndur og bøta fyri brot sítt!»
Synd móti sabbatsboðum
v32Meðan Ísraelsmenn vóru í oyðimørkini, komu teir einaferð á ein mann, ið bar saman við á hvíludegnum.v33Og teir, ið raktu við hann, har hann bar við saman, leiddu hann fyri Móses og Áron og allan savnaðin.v34Og teir settu hann í varðhald, av tí at eingin lógargrein var til um, hvat ið skuldi verða gjørt við hann.v35Men Harrin segði við Móses: «Tílíkur maður skal týna lívið; allur savnaðurin skal grýta hann til bana fyri uttan herbúðirnar!»v36Tá leiddi allur savnaðurin hann út um herbúðirnar og grýtti hann, so at hann doyði, eins og Harrin hevði boðið Mósesi.
Skúvar sum áminningarmerki
v37Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði:v38«Tala til Ísraelsmenn og sig við teir, at teir ættarlið eftir ættarlið skulu gera sær skúvar á skeytini á klæðum sínum og á skúvarnar binda blá purpurfesti.v39Tað skal vera tykkum áminningarmerki, so at tit við at síggja tað, minnast á øll boðorð Harrans og gera eftir teimum og ikki fara eftir hjarta og eygum tykkara, sum tøla tykkum til hjágudadýrkan –v40til tess at tit mega muna øll boðorð míni og halda tey og vera heilag fyri Guði tykkara.v41Eg eri Harrin, Guð tykkara, sum leiddi tykkum út úr Egyptalandi til tess at vera Guð tykkara. Eg eri Harrin, Guð tykkara!»