Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fjórða Mósebók, kapittul 17
Blómandi stavur Árons
v1Tá talaði Harrin við Móses og segði:v2«Sig við Ísraelsmenn, at ættarhøvdingarnir skulu fáa tær ein stav fyri hvørja ættargrein, í alt tólv stavir, og rita tú navn hvørs teirra í stav hans.v3Men navn Árons skalt tú rita í stav Levi, tí at hvør oddamaður fyri ættargreinum teirra skal hava sín stav.v4Og tú skalt leggja teir inn í samfundartjaldið fyri framman vitnisburðin, har sum eg komi á fund við teg.v5Tá skal stavurin hjá honum, sum eg velji út, bera leyv, soleiðis at eg við tað má stilla meylan Ísraelsmanna, sum meyla móti tykkum!»v6Móses bar nú hetta upp á mál við Ísraelsmenn, og allir høvdingar teirra fingu honum stav, hvør høvdingi ein stav eftir ættargreinum teirra, tólv stavir í alt, og millum teirra var stavur Árons.v7Og Móses legði stavirnar frammi fyri Harranum í vitnisburðartjaldinum.
v8Men tá ið Móses dagin eftir kom inn í vitnisburðartjaldið, sí, tá var stavur Árons, stavur Levi ættar, grønkaður; hann bar leyv, og blómur vóru sprotnar, stadnar mandlur vuksu á honum.v9Móses tók tá stavirnar burtur frá ásjón Harrans og bar teir út til Ísraelsmanna; teir litu at teimum og tóku hvør sín stav.v10Men Harrin segði við Móses: «Legg stav Árons aftur fram fyri vitnisburðin og goym hann sum tekin fyri teir, ið ólýdnir eru, og ger soleiðis enda á meylan móti mær, so at teir ikki týna lívið!»v11Og Móses so gjørdi; eins og Harrin hevði boðið honum; soleiðis gjørdi hann.
v12Men Ísraelsmenn søgdu við Móses: «Vit verða fyri ongum, vit farast, ja, vit farast allir samlir!v13Hvør tann, ið nærkast tjaldtempli Harrans má týna lívið! Skulum vær tá allir farast?»