Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fjórða Mósebók, kapittul 25
Hjágudadýrkan Ísraels í Sjittim og dáð Pinehasar og løn hans afturfyri
v1Meðan Ísraelsmenn dvaldu í Sjittim, fór fólkið at dríva hor við Móabs døtrum;v2tær buðu fólkinum til offurveitslu hjá gudum sínum, og fólkið át og tilbað gudar teirra.v3Men av tí at Ísrael soleiðis hevði samlag við Báal-Peor, tendraðist vreiði Harrans ímóti Ísrael.v4Og Harrin segði við Móses: «Tak allar oddamenn fólksins og hong teir út á berajól fyri Harranum, til tess at brennandi bræði Harrans má víkja frá Ísrael.»v5Móses segði tá við dómarar Ísraels: «Drepið nú hvør hjá sær teir menn, ið hava lagt samlag við Báal-Peor!»
v6Og sí, tá kom ein av Ísraelsmonnum og hevði við sær midianitiska konu til brøður sínar beint fyri eygunum á Mósesi og øllum savnaði Ísraelsmanna, meðan teir sótu og grótu fyri durum samfundartjaldsins.v7Men tá ið Pinehas, sonur Eleazars, sonar Árons prests, sá tað, fór hann út úr miðjum savnaði við spjóti í hendi;v8og hann elti Ísraelitan inn í skemmuna og rendi spjótið gjøgnum tey bæði, Ísraelitan og konuna, gjøgnum kviðin. Tá veik plágan frá Ísraelsmonnum.v9Men teir, ið doyðu av pláguni, vóru tjúgu og fýra túsund.
v10Tá talaði Harrin við Móses og segði:v11«Pinehas, sonur Eleazars, sonar Árons prests, hevur vent vreiði míni frá Ísraelsmonnum, við tað at hann brann av vandlæti mínum teirra millum; tessvegna havi eg ikki aloytt Ísraelsmenn í vandlæti mínum.v12Tí skalt tú siga: Sí, honum gevi eg friðarsáttmála mín;v13honum og eftirkomarum hansara skal lutast sáttmáli um ævigt prestadømi, aftur fyri at hann brann av vandlæti vegna Guðs síns og veitti Ísraelsmonnum sáttargerð!»
v14Men hin vigni Ísraelitin, ið vigin var saman við hini midianitisku konuni, æt Zimri Saluson, høvdingi fyri einum kyntátti av Símeons ætt.v15Men hin vigna midianitiska konan æt Kozbi Zursdóttir; hann var ættarhøvdingi fyri einum kyntátti hjá Midianitum.
v16Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði:v17«Leggið at Midianitum og vegið teir;v18tí at teir løgdu at tykkum við lokabrøgdum sínum, sum teir gintu tykkum við í tí, sum bar á við Peor og við Kozbi, dóttur midianitiska høvdingans, tjóðfelaga teirra, sum varð vigin ta ferðina, tá ið plágan herjaði vegna Peor.»