|
Fjórða Mósebók, kapittul 26 Fólkið verður talt á øðrum sinni v1Eftir hesa pláguna segði Harrin við Móses og Eleazar, son Árons prests:v2«Takið manntal av øllum savnaði Ísraelsmanna frá tjúgu ára aldri og eldri, eftir ættum teirra, av øllum vígførum monnum í Ísrael.»v3Tá kannaðu Móses og Eleazar prestur teir á Móabs slætta við Jórdan áraka Jeriko,v4teir, sum vóru frá tjúgu ára aldri og eldri, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Og Ísraelsmenn, ið fóru úr Egyptalandi, vóru: v5Ruben, frumgitni sonur Ísraels; synir Rubens: Av Hánok er komin kyntáttur Hánokita; av Pallu kyntáttur Palluita;v6av Hezron kyntáttur Hezronita og av Karmi kyntáttur Karmita.v7Hesir vóru kyntættir Rubenita; tal teirra, ið kannaðir vórðu av teimum, kom upp í fjøruti og trý túsund og sjey hundrað og tríati.v8Sonur Pallu var Eliab;v9og synir Eliabs: Nemuel, Dátan og Ábiram; hetta var hin Dátan og hin Ábiram, fulltrúar savnaðarins, ið trættust við Móses og Áron saman við floksfeløgum Kóra, tá ið teir risu upp ímóti Harranum,v10og jørðin læt upp gap sítt og gloypti teimum saman við Kóra, tá ið floksfelagar hansara fórust, við at eldur oyddi tvey hundrað og fimmti mans, ið síðan vóru tekin til áminningar.v11Men synir Kóra fórust ikki. v12Hesir vóru synir Símeons eftir ættargreinum teirra: Av Nemuel er komin ættargrein Nemuelita; av Jámin ættargrein Jáminita; av Jákin ættargrein Jákinita;v13av Zera ættargrein Zeraita og av Sjául ættargrein Sjáulita.v14Hesar vóru ættargreinar Símeonita, tjúgu og tvey túsund og tvey hundrað. v15Synir Gáds eftir ættargreinum teirra: Av Zefon er komin ættargrein Zefonita; av Haggi ættargrein Haggita; av Sjúni ættargrein Sjúnita;v16av Ozni ættargrein Oznita; av Eri ættargrein Erita;v17av Árodi ættargrein Árodita og av Áreli ættargrein Árelita.v18Hesar vóru ættargreinar Gádssona, sum kannaðir vórðu, fjøruti túsund og fimm hundrað. v19Synir Júda vóru Er og Ónan; men Er og Ónan doyðu í Kánáanlandi.v20Og synir Júda eftir ættargreinum teirra: Av Sjela er komin ættargrein Sjelanita; av Perez ættargrein Perezita; av Zera ættargrein Zeraita;v21og synir Perezar: Av Hezron er komin ættargrein Hezronita og av Hámuli ættargrein Hámulita.v22Hesar vóru ættargreinar Júda, teir ið kannaðir vórðu av teimum, sjeyti og seks túsund og fimm hundrað. v23Synir Issakars eftir ættargreinum teirra: Av Tóla er komin ættargrein Tólaita; av Pua ættargrein Punita;v24av Jásjub ættargrein Jásjubita og av Sjimron ættargrein Sjimronita.v25Hesar vóru ættargreinar Issakars, teir ið kannaðir vórðu av teimum, seksti og fýra túsund og trý hundrað. v26Synir Zebulons eftir ættargreinum teirra: Av Sered er komin ættargrein Seredita; av Elon ættargrein Elonita og av Jáleel ættargrein Jáleelita.v27Hesar vóru ættargreinar Zebulonita, teirra, sum kannaðir vórðu, seksti túsund og fimm hundrað. v28Synir Jósefs eftir ættargreinum teirra: Manasse og Efraim.v29Synir Manasse: Av Mákir er komin ættargrein Mákirita. Og Mákir gat Gilead. Av Gilead er komin ættargrein Gileadita.v30Hesir vóru synir Gileads: Av sonum Ábiezers ættargrein Ábiezrita; av Helek ættargrein Helekita;v31av Asriel ættargrein Asrielita; av Sjekemi ættargrein Sjekemita;v32av Sjemida ættargrein Sjemidaita og av Hefer ættargrein Heferita.v33Men Zelofhad Hefersson átti ongar synir, einans døtur; og døtur Zelofhads itu: Mala, Noa, Hogla, Milka og Tirza.v34Hesar vóru ættargreinar Manasse; og teir, ið kannaðir vórðu av teimum, komu upp í fimmti og tvey túsund og sjey hundrað. v35Hesir vóru synir Efraims eftir ættargreinum teirra: Av Sjútela er komin ættargrein Sjútelaita; av Beker ættargrein Bekerita og av Táhan ættargrein Táhanita.v36Hesir vóru synir Sjútela: Av Eran er komin ættargrein Eranita.v37Hesar vóru ættargreinar Efraims sona, teirra, ið kannaðir vórðu, tríati og tvey túsund og fimm hundrað. Hesir vóru synir Jósefs eftir ættargreinum teirra. v38Synir Benjamins eftir ættargreinum teirra: Av Bela er komin ættargrein Belaita; av Asjbel ættargrein Asjbelita; av Áhiram ættargrein Áhiramita;v39av Sjufami ættargrein Sjufamita og av Hufami ættargrein Hufamita.v40Synir Bela: Ard og Náaman: Av Ard er komin ættargrein Ardita og av Náamani ættargrein Náamita.v41Hesir vóru synir Benjamins eftir ættargreinum teirra, sum kannaðir vórðu, fjøruti og fimm túsund og seks hundrað. v42Hesir vóru synir Dáns eftir ættargreinum teirra: Av Sjuhami er komin ættargrein Sjuhamita; hesar vóru ættargreinar Dáns eftir ættargreinum teirra.v43Allar ættargreinar Sjuhamita, teir, ið kannaðir vórðu, seksti og fýra túsund og fýra hundrað. v44Synir Ásjers eftir ættargreinum teirra: Av Jimna er komin ættargrein Jimnaita; av Jisjvi ættargrein Jisjvita og av Beria ættargrein Beriaita;v45av sonum Beria: Av Heberi ættargrein Hebrita og av Malkieli ættargrein Malkielita.v46Dóttir Ásjers æt Sera.v47Hesar vóru ættargreinar Ásjerssona, teir, ið kannaðir vórðu, fimmti og trý túsund og fýra hundrað. v48Synir Naftali eftir ættargreinum teirra: Av Jázeeli er komin ættargrein Jázeelita; av Guni ættargrein Gunita,v49av Jezeri ættargrein Jezerita og av Sjillemi ættargrein Sjillemita.v50Hesar vóru ættargreinar Naftali, teir, ið kannaðir vórðu av teimum, fjøruti og fimm túsund og fýra hundrað. v51Hesir vóru teir, ið kannaðir vórðu av Ísraelsmonnum, seks hundrað og eitt túsund og sjey hundrað og tríati. v52Og Harrin talaði við Móses og segði:v53«Millum hesar skal landið verða sundurskift til ognar eftir navnateljing.v54Fjølmentari ættargreinum skalt tú geva stóran arvalut, men fámentari lítlan; hvør ættargreinin skal fáa arvalut í lutfalli við taldu menn hennara.v55Men við lutkasti skal landið verða sundurskift, so at teir fáa arvalutir sínar eftir nøvnum ættargreina sína.v56Við lutkasti skal tað skiftast sundur, so at bæði fjølmentar og fámentar ættargreinar fáa sín lut. v57Hesir eru teir, ið kannaðir vórðu av Levitunum eftir ættargreinum teirra: Av Gersjoni er komin ættargrein Gersjonita; av Kehati er komin ættargrein Kehatita, og av Merari er komin ættargrein Merarita.v58Hesar vóru ættargreinar Levita: Ættargrein Libnita, ættargrein Hebronita, ættargrein Malita og ættargrein Musjita og ættargrein Kóraita. Kehat gat Amram.v59Kona Amrams æt Jókebed, dóttir Levi; hon føddist Levi í Egyptalandi. Við henni fekk Amram Áron og Móses og Mirjam, systur teirra.v60Ároni føddust Nádab, Ábihu, Eleazar og Ítámar.v61Men Nádab og Ábihu doyðu ta ferðina, tá ið teir bóru fremmandan eld fram fyri Harran.v62Og teir av Levitunum, ið kannaðir vórðu, vóru tjúgu og trý túsund, alt kallkyn frá mánaðargomlum og haðan eldri. Teir vórðu ikki kannaðir saman við hinum Ísraelsmonnum, tí at teimum var ikki fingin nakar arvalutur millum Ísraelsmanna. v63Hesir eru teir, ið kannaðir vórðu av Mósesi og Eleazari presti, tá ið teir kannaðu Ísraelsmenn á Móabsslættanum við Jórdan áraka Jeriko.v64Og millum hesar var eingin, sum var kannaður av Mósesi og Ároni presti, ta ferðina tá ið teir kannaðu Ísraelsmenn í Sinai oyðimørk.v65Tí at Harrin hevði sagt teimum av sonnum, at teir skuldu doyggja í oyðimørkini; tí var eingin av teimum eftir uttan Káleb Jefunneson og Jósva Nunsson. |