Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fjórða Mósebók, kapittul 28
Offurlógir
v1Og Harrin talaði við Móses og segði:v2«Bjóða Ísraelsmonnum og sig við teir: Minnist væl til at frambera mær í tøkum tíma offurgávur mínar og mat av eldofrum mínum til vælangandi royk.v3Og tú skalt siga við teir: Hetta er eldofrið, sum tit skulu frambera Harranum: Hvønn dag tvey veturgomul, lýtaleys veðurlomb sum dagligt brennioffur.v4Annað lambið skalt tú ofra um morgunin og hitt um sólsetur.v5Og aftur við tí sum grónoffur ein tíggjundapart av efu av fínum mjøli, blandaðum við fjórðings hin av olju úr stoyttum oljuberjum –v6tað er tað dagliga brenniofrið, sum varð ofrað undir Sinai fjalli sum eldoffur og vælangandi roykur til Harrans –v7og framvegis aftur við tí sum droypioffur eina fjórðings hin av víni aftur við hvørjum lambi. Í halgidóminum skal droypioffur av mjøði verða framborið Harranum.v8Hitt lambið skalt tú ofra um sólsetur. Við sama grónofri og droypiofri sum um morgunin skalt tú ofra tað, sum eldoffurs vælangandi royk til Harrans.
v9Á hvíludegnum skulu vera tvey veturgomul, lýtaleys lomb og sum grónoffur tveir tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, rørdum við olju, og aftur við tí droypiofrið.v10Hetta er hvíludagsbrenniofrið á hvørjum hvíludegi umframt hitt dagliga brenniofrið við droypiofrinum afturvið.
v11Fyrsta dagin í hvørjum mánaði skulu tit frambera Harranum sum brennioffur tveir ungar tarvar, ein veðr og sjey veturgomul lomb, lýtaleys djór;v12og sum grónoffur aftur við hvørjum tarvi tríggjar tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, blandaðum við olju, sum grónoffur aftur við hvørjum veðri tveir tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, blandaðum við olju;v13og sum grónoffur aftur við hvørjum lambi ein tíggjundapart av efu av fínum mjøli, blandaðum við olju. Hetta er brennioffur, eldoffurs vælangandi roykur til Harrans;v14men sum droypioffur teirra, hálva hin av víni aftur við hvørjum tarvi, triðings hin av víni aftur við veðrinum og fjórðings hin av víni aftur við hvørjum lambi. Hetta er mánaðarbrenniofrið, sum eigur at verða ofrað hvønn ársins mánað.v15Somuleiðis skal verða ofrað Harranum umframt hitt dagliga brenniofrið ein geitarhavur sum syndaoffur við droypiofri sínum afturvið.
v16Men fjúrtanda dagin hins fyrsta mánaðar skulu vera páskir fyri Harranum.v17Og fimtanda dagin í sama mánaði skal vera hátíð, í sjey dagar skulu tit eta ósúrgað breyð.v18Fyrsta dagin skal vera halgistevna, tá mega tit ikki starva í nakrari vinnu.v19Tit skulu frambera Harranum sum eldoffur, brennioffur, tveir ungar tarvar, ein veðr og sjey veturgomul lomb – lýtaleys djór skulu tit taka.v20Og sum grónoffur aftur við tí skulu tit ofra fínt mjøl, blandað við olju, tríggjar tíggjundapartar av efu aftur við hvørjum tarvi, tveir tíggjundapartar aftur við veðrinum,v21og ein tíggjundapart aftur við hvørjum av teimum sjey lombunum.v22Framvegis ein havur sum syndaoffur til at veita tykkum sáttargerð.v23Hetta skulu tit ofra umframt morgunbrenniofrið, tað dagliga brenniofrið.v24Tílík offur skulu tit frambera hvønn dag í sjey dagar sum eldoffurmat og vælangandi royk til Harrans. Aftur við tí skal verða ofrað droypiofrið umframt dagliga brenniofrið.v25Sjeynda dagin skulu tit halda halgistevnu; tá mega tit ikki starva í nakrari vinnu.
v26Á frumgróðrardegnum, tá ið tit frambera Harranum grónoffur av tí nýggja gróðrinum á vikuhátíðum tykkara, tá skulu tit halda halgistevnu og ikki starva í nakrari vinnu.v27Og sum brennioffurs vælangandi royk til Harrans skulu tit frambera tveir ungar tarvar, ein veðr og sjey veturgomul lomb;v28og aftur við tí skulu tit ofra sum grónoffur fínt mjøl, blandað við olju, tríggjar tíggjundapartar av efu aftur við hvørjum tarvi, tveir tíggjundapartar aftur við veðrinumv29og ein tíggjundapart aftur við hvørjum av teimum sjey lombunum.v30Eisini skulu tit ofra ein geitarhavur til tess at veita tykkum sáttargerð.v31Hetta skulu tit ofra umframt dagliga brenniofrið við grónofri afturvið og droypioffur tess, lýtaleys djór skulu tit taka.