|
Fjórða Mósebók, kapittul 29 Framhald v1Á fyrsta degi hins sjeynda mánaðar skulu tit halda halgistevnu og ikki starvast í nakrari vinnu; tann dagin skulu tit halda við lúðrablástri.v2Og sum brennioffur og vælangandi royk til Harrans skulu tit ofra ein ungan tarv, ein veðr og sjey veturgomul lomb, lýtaleys lomb;v3og aftur við teimum skulu tit ofra sum grónoffur fínt mjøl, blandað við olju, tríggjar tíggjundapartar av efu aftur við tarvinum, tveir tíggjundapartar aftur við veðrinumv4og ein tíggjundapart aftur við hvørjum av teimum sjey lombunum.v5Og somuleiðis ein geitarhavur sum syndaoffur til at veita tykkum sáttargerð,v6umframt tendringarbrenniofrið við grónofrinum afturvið og hitt dagliga brenniofrið við grónofrinum og droypiofrunum afturvið eftir rættum siði, sum vælangandi royk av eldofri til Harrans. v7Tíggjunda dagin í hesum sama sjeynda mánaði skulu tit halda halgistevnu og svølta tykkum og ikki starva í nakrari vinnu.v8Sum brennioffur og vælangandi royk til Harrans skulu tit frambera ungan tarv, veðr og sjey veturgomul lomb, lýtaleys djór skulu tit taka;v9og aftur við tí skulu tit ofra sum grónoffur fínt mjøl, blandað við olju, tríggjar tíggjundapartar av efu aftur við tarvinum, tveir tíggjundapartar aftur við veðrinumv10og ein tíggjundapart aftur við hvørjum av teimum sjey lombunum;v11og somuleiðis ein geitarhavur sum syndaoffur umframt sáttargerðarsyndaofrið og tað dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofrum afturvið. v12Og fimtanda dagin hins sjeynda mánaðar skulu tit halda halgistevnu og ikki starva í nakrari vinnu, men halda hátíð fyri Harranum í sjey dagar.v13Tá skulu tit sum brennioffur, sum eldoffur og vælangandi royk Harranum til handar frambera trettan ungar tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgomul lomb, lýtaleys djór skulu tit taka,v14og aftur við tí skulu tit ofra sum grónoffur fínt mjøl, blandað við olju, tríggjar tíggjundapartar av efu aftur við hvørjum av teimum trettan tarvunum, tveir tíggjundapartar aftur við hvørjum veðrinumv15og ein tíggjundapart aftur við hvørjum av teimum fjúrtan lombunum;v16framvegis ein geitarhavur sum syndaoffur umframt hitt dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið. v17Annan dagin skulu tit ofra tólv ungar tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgomul lomb, lýtaleys djór,v18og aftur við tí grónofrið og droypiofrini samsvarandi tali tarvanna, veðranna og lambanna eftir rættum siði;v19og framvegis ein geitarhavur sum syndaoffur umframt hitt dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið. v20Triðja dagin skulu tit ofra ellivu tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgomul lomb, lýtaleys djór –v21og aftur við tí grónofrið og droypiofrini samsvarandi tali tarvanna, veðranna og lambanna eftir rættum siði;v22framvegis ein havur sum syndaoffur umframt hitt dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið. v23Fjórða dagin skulu tit ofra tíggju tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgomul lomb, lýtaleys djór;v24og aftur við tí grónofrið og droypiofrini samsvarandi tali tarvanna, veðranna og lambanna eftir rættum siði;v25framvegis ein geitarhavur sum syndaoffur umframt tað dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið. v26Fimta dagin skulu tit ofra níggju tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgomul lomb, lýtaleys djór;v27og aftur við tí grónofrið og droypiofrini samsvarandi tali tarvanna, veðranna og lambanna eftir rættum siði;v28og framvegis ein havur sum syndaoffur umframt hitt dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið. v29Sætta dagin skulu tit ofra átta tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgomul lomb, lýtaleys djór;v30og aftur við tí grónofrið og droypiofrini samsvarandi tali tarvanna, veðranna og lambanna eftir rættum siði;v31og framvegis ein havur sum syndaoffur umframt hitt dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið. v32Sjeynda dagin skulu tit ofra sjey tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgomul lomb, lýtaleys djór;v33og aftur við tí grónofrið og droypiofrini samsvarandi tali tarvanna, veðranna og lambanna eftir rættum siði;v34og framvegis ein havur sum syndaoffur umframt hitt dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið. v35Áttanda dagin skulu tit halda hátíðarstevnu og ikki starva í nakrari vinnu.v36Tá skulu tit sum brennioffur, sum eldoffurs vælangandi royk Harranum til handar ofra ein tarv, ein veðr og sjey veturgomul lomb, lýtaleys djór;v37og aftur við tí grónofrið og droypiofrini samsvarandi tali tarvanna, veðranna og lambanna eftir rættum siði;v38og framvegis ein havur sum syndaoffur umframt hitt dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið. |