|
Fjórða Mósebók, kapittul 3 Serstøða Levitanna v1Hesir eru eftirkomarar Árons og Mósesar á teirri tíð, tá ið Harrin talaði við Móses á Sinai fjalli.v2Hesi eru nøvnini á sonum Árons: Nádab, hin frumgitni, Ábihu, Eleazar og Ítámar;v3hesi eru nøvnini á sonum Árons, ið vóru salvaðir prestar og vígdir til prestatænastu.v4Men Nádab og Ábihu doyðu fyri ásjón Harrans ta ferðina, tá ið teir bóru fremmandan eld fram fyri Harran í Sinai oyðimørk; og av tí at teir ongar synir áttu, fingu Eleazar og Ítámar prestaembætið frammi fyri Ároni, faðir sínum. v5Og Harrin talaði við Móses og segði:v6«Leið Levi ætt fram og lat hana taka støðu frammi fyri Ároni presti. Teir skulu tæna honumv7og veita honum dugnað og øllum savnaðinum framman fyri samfundartjaldinum við at gera tænastu í tjaldtemplinum;v8teir skulu varðveita øll amboð samfundartjaldsins og hava umsjón við Ísraelsmonnum og við at gera tænastu í tjaldtemplinum.v9Soleiðis skalt tú geva Ároni og sonum hansara Levitarnar; allir skulu teir verða honum givnir sum gáva frá Ísraelsmonnum.v10Men Áron og synir hansara skalt tú seta til at gera prestatænastu sína; hevur nakar seg framat, sum ikki er av prestaætt, skal hann láta lív.» v11Og Harrin talaði við Móses og segði:v12«Sí, eg havi sjálvur av Ísraelsmonnum tikið Levitarnar aftur fyri allar frumburðir, sum opna móðurlív hjá Ísraelsmonnum, og Levitarnir eru vorðnir mín ogn;v13tí at mær hoyra allir frumburðir til; ta ferðina tá ið eg drap allar frumburðir í Egyptalandi, tá halgaði eg mær allar frumburðir í Ísrael bæði av monnum og fenaði; mær hoyra teir til. Eg eri Harrin!» Levitar taldir v14Harrin talaði við Móses í Sinai oyðimørk og segði:v15«Kanna synir Levi eftir ættum og kyntáttum teirra; allar kallmenn frá mánaðargomlum og haðan eldri skalt tú kanna.»v16Tá kannaði Móses teir eftir boði Harrans, eins og honum var álagt. v17Og hesir vóru synir Levi eftir nøvnum teirra: Gersjon, Kehat og Merari.v18Og hesi vóru nøvnini á sonum Gersjons eftir kyntáttum teirra: Libni og Sjimei.v19Synir Kehats eftir kyntáttum teirra: Amram, Jizhar, Hebron og Uzziel.v20Og synir Merari eftir kyntáttum teirra: Máli og Musji. Hetta vóru kyntættir Levi eftir ættum teirra. v21Av Gersjoni eru kyntættir Libni og Sjimei komnir; hesir vóru kyntættir Gersjons.v22Teir, ið kannaðir vóru, komu upp í sjey túsund og fimm hundrað, tá ið allir kallmenn vóru taldir við frá mánaðargomlum og eldri.v23Kyntættir Gersjons tjaldaðu aftanvert við tjaldtemplið móti vestri.v24Høvdingi fyri ætt Gersjonita var Eljasaf Láelsson.v25Tað, sum synir Gersjons høvdu umsjón við í samfundartjaldinum, var sjálvt tjaldtemplið, tjaldtakdúkurin og fortjaldið fyri durum samfundartjaldsins,v26forgarðstjøldini og fortjaldið fyri inngongd forgarðsins, sum var kring um tjaldtemplið, altarið, tjaldreipini og alt, sum har var tørvur á at gera. v27Av Kehat eru komnir kyntættir Amramita, Jizharita, Hebronita og Uzzielita; hesir vóru kyntættir Kehatita.v28Teir, ið kannaðir vóru av teimum, komu upp í átta túsund og seks hundrað, tá ið allir kallmenn vóru taldir við frá mánaðargomlum og uppeftir; teir høvdu umsjón við halgidóminum.v29Kyntættir Kehats sona tjaldaðu sunnarumegin tjaldtemplið.v30Og ættarhøvdingi fyri kyntátti Kehatita var Elizafan Uzzielsson.v31Teir høvdu umsjón við ørkini, borðinum, ljósastakanum, altarunum, halgidómsins amboðum, ið nýtt vórðu við tænastuna, fortjaldinum og øllum, sum har var at gera.v32Høvdingi yvir høvdingum Levita var Eleazar, sonur Árons prests, ið var yvir teimum, sum høvdu umsjón við halgidóminum. v33Av Merari eru komnir kyntættir Málita og Musjita. Hesir vóru kyntættir Merari.v34Teir, ið kannaðir vóru av teimum, komu upp í seks túsund og tvey hundrað, tá ið allir kallmenn vóru taldir við frá mánaðargomlum og eldri.v35Og ættarhøvdingi fyri kyntátti Merari var Zuriel Ábihailsson; teir tjaldaðu norðarumegin tjaldtemplið.v36Synir Merari høvdu fingið umsjón við tiljuborðum tjaldtempulsins við lokum, stólpum og undirstabbum og øllum amboðum tess við øllum, sum har var at gera,v37við stólpum forgarðsins alt íkring og við undirstabbum teirra, hælum og tjaldreipum. v38Eystantil fyri framman tjaldtemplið, fyri framman samfundartjaldið móti sólarrisi, tjaldaðu Móses og Áron og synir hansara; teir varðveittu halgidómin og høvdu umsjón við Ísraelsmonnum; og hevði nakar seg framat, sum ikki var av prestaætt, mátti hann láta lív.v39Allir, ið kannaðir vóru av Levitunum, sum Móses og Áron kannaðu eftir boði Harrans eftir kyntáttum teirra, allir kallmenn frá mánaðargomlum og eldri, komu upp í tjúgu og tvey túsund. Frumburðir loystir v40Og Harrin segði við Móses: «Kanna allar frumburðir av kallkyni millum Ísraelsmanna frá mánaðargomlum og haðan eldri og tel teir eftir nøvnum teirra.v41Og tak Levitarnar mær, Harranum, til handar í staðin fyri allar frumburðir millum Ísraelsmanna; og fenað Levitanna í staðin fyri allar frumburðir av fenaði Ísraelsmanna.»v42Móses kannaði tá, eins og Harrin hevði boðið honum, allar frumburðir millum Ísraelsmanna.v43Og tá ið allir frumburðir av kallkyni frá mánaðargomlum og haðan eldri vóru kannaðir við navnateljing, komu teir upp í tjúgu og tvey túsund og tvey hundrað og sjeyti og tríggjar.v44Síðan talaði Harrin við Móses og segði:v45«Tak Levitarnar í staðin fyri allar frumburðir millum Ísraelsmanna og fenað Levitanna í staðin fyri fenað teirra, og skulu Levitarnir vera mín ogn. Eg eri Harrin.v46Men sum loysnargjald fyri teir tvey hundrað og sjeyti og tríggjar frumburðir av Ísraelsmonnum, sum eru fleiri enn Levitarnir,v47skalt tú taka fimm siklar í silvuri fyri hvørt høvur; eftir halgidómsins virði skalt tú taka tað, tjúgu gerur í siklinum.v48Og silvurið skalt tú fáa Ároni og sonum hansara sum loysnargjald fyri teir, ið lupu av.»v49Móses tók tá silvurið av teimum, ið lupu av og ikki vóru loystir av Levitum.v50Av frumburðum Ísraelsmanna tók hann í silvuri eitt túsund og trý hundrað og seksti og fimm siklar eftir halgidómsins virði.v51Og Móses gav Ároni og sonum hansara loysnargjaldið eftir boði Harrans, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. |