|
Fjórða Mósebók, kapittul 30 Um heiti v2Móses talaði við ættarhøvdingar Ísraelsmanna og segði: «Hetta er tað, sum Harrin hevur boðið:v3Streingir maður Harranum heiti og við eiði leggur á seg fráhald í einumhvørjum, tá má hann ikki bróta orð sítt, men gera í øllum so sum orðið ljóðaði. v4Streingir kona Harranum heiti og leggur á seg fráhald í einumhvørjum, meðan hon enn er ung heima hjá faðir sínum,v5og faðir hennara veit um heiti hennara og tað fráhald, sum hon hevur lagt á seg, men einki sigur um tað, tá skulu øll heiti hennara og hvørt fráhald, sum hon hevur lagt á seg, standa við.v6Men um faðir hennara, við tað sama hann fær hetta at vita, meinar henni heiti hennara og tað fráhald, sum hon hevur lagt á seg, tá skulu tey ganga úr gildi, og Harrin man fyrigeva henni, av tí at faðir hennara segði henni nei. v7Men verður hon gift, meðan hon er bundin av heitum sínum og tí fráhaldi, sum hon í gáloysi hevur lagt á seg,v8og maður hennara fær tað at vita, men sigur einki um tað, tá skulu heiti hennara og tað fráhald, sum hon hevur lagt á seg, standa við.v9Men um maður hennara, so skjótt sum hann fær tað at vita, meinar henni tað, ger hann til einkis tey heiti, sum hon er bundin av, og tað fráhald, sum hon í gáloysi hevði lagt á seg, og Harrin man fyrigeva henni.v10Men heiti, sum einkja ella afturrikin kona streingir, og hvørjum fráhaldi, sum hon leggur á seg, skal hon vera skyldubundin av.v11Um hon streingir heiti heima í húsi mans síns, og hon við eiði leggur á seg fráhald í einumhvørjum,v12og maður hennara fær tað at vita, men sigur einki um tað og ikki meinar henni tað, tá skulu øll heiti hennara og hvørt eitt fráhald, sum hon hevur lagt á seg, standa við.v13Men um maður hennara, við tað sama hann fær tað at vita, ónýtir henni tað, sum var farið yvir varrar hennara, hvørt tað er heiti ella eitthvørt fráhald, tá skal tað ikki standa við; maður hennara hevur gjørt tað ónýtt, og Harrin man fyrigeva henni.v14Hvørt eitt heiti og hvørt eitt fráhald, sum hon við eiði hevur lagt á seg um at svølta seg, kann maður hennara staðfesta ella gera til einkis.v15Men sigur maður hennara einki við hana til dagin eftir, tá staðfestir hann øll heiti hennara og hvørt eitt fráhald, ið hon hevur lagt á seg; hann staðfestir tey, av tí at hann einki segði við hana, tá ið hann fekk tað at vita.v16Men ónýtir hann tey eina tíð eftir, at hann hevur fingið tað at vita, tá skal hann bøta fyri misgerð hennara.» v17Hesar eru tær skipanir, sum Harrin beyð Mósesi at seta í gildi millum mans og konu og millum faðirs og dóttur, sum er ung og býr heima hjá faðir sínum. |