Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fjórða Mósebók, kapittul 31
Orrustan við Midianitar
v1Og Harrin talaði við Móses og segði:v2«Hevn Ísraelsmanna á Midianitar; síðan skalt tú savnast til fedra tína.»v3Tá talaði Móses við fólkið og segði: «Búgvið út menn av tykkum til at fara herferð og herja á Midianitar og fullføra hevnd Harrans á teir.v4Túsund mans av hvørji ætt av øllum ættum Ísraels skulu tit búgva út til hernaðar.»v5Av túsundum Ísraels vórðu tá tiknir túsund mans av hvørji ætt, tólv túsund herbúnir menn í alt.v6Síðan sendi Móses teir í hernað, túsund mans av hvørji ætt og við teimum Pinehas, son Eleazars prests, ið hevði við sær hini halgu amboð og glymlúðrarnar.
v7Teir løgdu til orrustu við Midianitar, eins og Harrin hevði boðið Mósesi, og drópu allar kallmenn;v8og millum aðrar vignar menn drópu teir kongar Midians, Evi, Rekem, Zur, Hur og Reba, Midians fimm kongar, eisini Bileam Beorsson drópu teir við svørði.v9Ísraelsmenn hertóku konur og børn Midianita og rændu allan fenað og allar fæflokkar og allar ognir teirra;v10og allar borgir og bústaðir og allar tjaldbygdir teirra brendu teir.v11Teir tóku alt ránsfæið og allan herfongin bæði av fólki og fenaðiv12og førdu Mósesi og Eleazari presti og savnaði Ísraelsmanna tað hertikna fólkið, ránsfæið og herfongin í herbúðirnar á Móabs slætta við Jórdan áraka Jeriko.
v13Men Móses og Eleazar prestur og allir høvdingar savnaðarins fóru ímóti teimum út um herbúðirnar,v14og Móses reiddist inn á herhøvdingarnar, ið komu aftur av herferðini, bæði á teir, ið stóðu á odda fyri túsundum, og teir, ið stóðu á odda fyri hundraðum;v15og Móses segði við teir: «Hava tit latið allar konur teirra vera á lívi?v16Sí, tað vóru jú tær, sum av Bileams ráðum tøldu Ísraelsmenn til ótrúskap móti Harranum vegna Peors, so at plágan kom yvir savnað Harrans!v17Drepið tí øll sveinbørn og allar konur, ið hava havt samlegu við menn;v18men allar gentur, sum ikki hava havt samlegu við menn, skulu tit lata liva tykkum til handa.v19Sjálvir skulu tit hølast fyri uttan herbúðirnar í sjey dagar; og hvør tykkara, sum hevur dripið einhvønn ella nortið við einhvønn vignan, skal reinsa seg á triðja degi og á sjeynda degi, bæði tit og teir, ið tit hava hertikið.v20Og hvørt eitt klæði og allar lutir av skinni og alt, sum er gjørt úr geitarhárum, og øll træílát skulu tit reinsa.»
v21Og Eleazar prestur segði við hermenninar, sum høvdu verið við í bardaganum: «Hetta er tað lógboð, sum Harrin hevur givið Mósesi:v22Einans gull og silvur, kopar, jarn, tin og blýggj,v23alt, sum tolir eld, skulu tit lata ganga gjøgnum eld, so at tað verður reint, tó skulu tit eisini reinsa tað við reinsanarvatni; men alt, sum ikki tolir eld, skulu tit lata ganga gjøgnum vatn.v24Og tit skulu tváa klæði tykkara á sjeynda degi og eru tá reinir. Síðan mega tit koma aftur í herbúðirnar.»
v25Og Harrin talaði við Móses og segði:v26«Saman við Eleazari presti og ættarhøvdingum savnaðarins skalt tú telja tann hertikna fongin bæði av fólki og fenaðiv27og skifta hann sundur í tvey, soleiðis at teir, sum fóru í hernað og vóru við í bardaganum, fáa annan helmingin og allur savnaðurin hin.v28Og tú skalt taka Harranum skattgjald av teimum hermonnunum, sum fóru í hernað, eina skepnu av hvørjum fimm hundraðum, bæði av monnum, neytum, øsnum og seyðum;v29av teirra helmingi skalt tú taka tað og fáa Eleazari presti tað sum avskurðaroffur Harranum til handar.v30Men av tí helmingi, ið lutast hinum Ísraelsmonnum, skalt tú taka eina skepnu av hvørjum fimmti, bæði av monnum, neytum, øsnum og seyðum, av øllum fenaði, og flýggja tað Levitunum, ið hava umsjón við tjaldtempli Harrans.»
v31Og Móses og Eleazar prestur gjørdu eins og Harrin hevði boðið Mósesi.v32Men herfongurin, tað, sum eftir var av tí ránsfæ, sum herfólkið hevði rænt, kom upp í seks hundrað og sjeyti og fimm túsund seyðir,v33sjeyti og tvey túsund neyt,v34seksti og eitt túsund asnar,v35og av fólki, av konum, ið ikki høvdu havt samlegu við menn, vóru tríati og tvey túsund.v36Tann helmingurin, ið lutaðist teimum, ið høvdu verið í bardaganum, kom upp í trý hundrað og tríati og sjey túsund og fimm hundrað seyðir,v37skattgjaldið av hesum til Harrans kom upp í seks hundrað og sjeyti og fimm seyðir,v38tríati og seks túsund neyt – skattgjaldið av hesum til Harrans kom upp í sjeyti og tvey –v39tríati túsund og fimm hundrað asnar – skattgjaldið av hesum til Harrans kom upp í seksti og ein –v40sekstan túsund mans – av hesum var skattgjaldið til Harrans tríati og tveir.v41Og Móses fekk Eleazari presti hetta avskurðarskattgjald til Harrans, eins og Harrin hevði boðið Mósesi.v42Hin helmingin, sum hinir Ísraelsmenn fingu, og sum Móses tók burturav frá teimum, sum høvdu verið í bardaga –v43helmingur savnaðarins kom upp í trý hundrað og tríati og sjey túsund og fimm hundrað seyðir,v44tríati og seks túsund neyt,v45tríati túsund og fimm hundrað asnarv46og av monnum sekstan túsund –v47av helminginum, sum hinir Ísraelsmenn fingu, tók Móses eina skepnu av hvørjum fimmti, bæði av monnum og fenaði, og fekk tað Levitum, sum høvdu umsjón við tjaldtempli Harrans – eins og Harrin hevði boðið Mósesi.
v48Tá gingu herhøvdingarnir, oddamenninir fyri túsundum og oddamenninir fyri hundraðum fram fyri Mósesv49og søgdu við hann: «Vit tænarar tínir taldu hermenninar, sum vit høvdu við okkum, og vit saknaðu ongan teirra.v50Tí koma vit nú fram fyri Harran hvør við síni offurgávu av gullgripum, sum hann kom fram á, armringar, armbond, fingurgull, oyrnagull og hálsmen, til tess at veita okkum sáttargerð frammi fyri Harranum.»v51Móses og Eleazar prestur tóku nú við hesum gulli frá teimum; tað var alskyns listasmíði.v52Alt tað gull, ið oddamenninir fyri túsundum og oddamenninir fyri hundraðum góvu Harranum sum avskurðaroffur, kom upp í sekstan túsund og sjey hundrað og fimmti siklar.v53Hermenninir høvdu tikið herfong hvør sær.v54Tá ið Móses og Eleazar prestur høvdu tikið við gullinum av oddamonnunum fyri túsundum og av oddamonnunum fyri hundraðum, fluttu teir tað inn í samfundartjaldið til áminningar frammi fyri Harranum um Ísraelsmenn.