Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fjórða Mósebók, kapittul 32
Ættleggir Rubens og Gáds og helmingur av Manasse setast niður í Gilead
v1Rubenitar og Gáditar áttu nú ovurmiklar fæflokkar; og tá ið teir sóu, at landið um Jázer og Gilead land var frálíkt beiti fyri fenað,v2komu teir og søgdu við Móses og Eleazar prest og høvdingar savnaðarins:v3«Átarot, Dibon, Jázer, Nimra, Hesjbon, Eleale, Sebam, Nebo og Beon,v4landið, sum Harrin hevur vunnið fyri savnað Ísraels, er frálíkt beitilendi hjá fenaði, og tænarar tínir eiga jú fæflokkar.»v5Og teir søgdu: «Um vit hava fingið náði fyri eygum tínum, tá lat tænarar tínar fáa hetta land til ognar og før okkum ikki yvir Jórdan!»
v6Men Móses svaraði Gáditum og Rubenitum: «Skulu brøður tykkara fara í bardaga og tit vera eftir her?v7Hví taka tit dirvið frá Ísraelsmonnum til at fara yvirum inn í landið, sum Harrin hevur givið teimum?v8Soleiðis gjørdu eisini fedrar tykkara, tá ið eg sendi teir frá Kádesj-Barnea til at hyggja at landinum;v9teir fóru norður í Esjkoldalin og hugdu at landinum, men tóku síðan dirvið frá Ísraelsmonnum, so at teir ikki fóru inn í tað landið, sum Harrin hevði givið teimum.v10Tann dagin tendraðist vreiði Harrans, so at hann svór og segði:v11Eingin av teimum monnum, ið fóru út úr Egyptalandi frá tjúgu ára aldri og haðan eldri, skal fáa tað land at síggja, sum eg svór Ábrahami, Ísaki og Jákupi, fyri at teir ikki fylgdu mær av heilum huga –v12eingin uttan Kenizzitin Káleb Jefunneson og Jósva Nunsson, tí at teir fylgdu mær av heilum huga.v13Og Harrin reiddist mikið inn á Ísrael og læt teir reika um oyðimørkina í fjøruti ár, hagar til alt tað ættarliðið var farið í grøvina, sum hevði gjørt tað, sum ilt var í eygum Harrans.v14Og sí, nú hava tit tikið við eftir fedrum tykkara til at vera ólýdnir, tykkara syndiga harkalið, og hava birt upp undir vreiði Harrans móti Ísrael!v15Tí at víkja tit frá honum, tá man hann lata teir reika enn longur um oyðimørkina, og tá verða tit øllum hesum fólki atvold í glatan.»
v16Teir gingu tá til hansara og søgdu: «Vit vilja einans byggja fæflokkum okkara byrgi her og húskjum okkara borgir;v17men sjálvir vilja vit búgvast til at fara í bardaga á odda fyri Ísraelsmonnum, hagar til vit hava fingið teir á stað sín, men húski okkara skulu vera eftir í teimum víggirdu borgunum óttaleys fyri íbúgvum landsins.v18Ikki fara vit heim aftur, fyrr enn Ísraelsmenn hava fingið hvør sín arvalut.v19Men vit skulu ongastaðni hinumegin Jórdan hava arvalut saman við teimum, tí at vit hava fingið okkara arvalut her fyri eystan Jórdan.»v20Tá segði Móses við teir: «Ja, vilja tit gera hetta, búgva tit tykkum til bardaga fyri ásjón Harrans,v21og allir vígførir menn tykkara fara yvir um Jórdan fyri ásjón Harrans og verða har, hagar til hann hevur rikið allar fíggindar sínar undan sær,v22og teir ikki venda heim aftur, fyrr enn landið liggur kúgað fyri ásjón Harrans, tá skulu tit vera ósekir bæði fyri Harranum og fyri Ísrael, og hetta landið skal ognast tykkum fyri ásjón Harrans.v23Men gera tit ikki hetta, tá synda tit móti Harranum, og tit skulu fáa at royna, at synd tykkara kemur tykkum aftur um brekku!v24Byggið nú húskjum tykkara borgir og fenaði tykkara byrgi og gerið tað, sum tit hava sagt!»v25Tá søgdu Gáditar og Rubenitar við Móses: «Tænarar tínir vilja gera, eins og tú býður, harri.v26Børn og konur okkara, fæflokkar og allur fenaður okkara skulu verða eftir her í borgunum í Gilead,v27men tænarar tínir, allir, sum førir eru til víggja, skulu fara yvirum fyri ásjón Harrans í bardaga, eins og tú býður, harri.»
v28Tá beyð Móses Eleazari presti og Jósva Nunssyni og ættarhøvdingum Ísraelsmannav29og segði við teir: «Fara allir Gáditar og allir Rubenitar, sum førir eru til víggja, yvir um Jórdan við tykkum fyri ásjón Harrans, og landið verður tykkum undirlagt, tá skulu tit lata teir fáa Gilead land;v30men fara teir ikki herbúnir yvir við tykkum, tá skulu teir fáa ognarlut sín saman við tykkum í Kánáanlandi.»v31Tá svaraðu Gáditar og Rubenitar og søgdu: «Tað, sum Harrin hevur sagt við tænarar tínar, vilja vit gera;v32vit vilja herbúnir fyri ásjón Harrans fara yvirum í Kánáanland, men arvalutur okkara skal vera hesumegin Jórdan.»
v33Tá gav Móses Gáditum og Rubenitum og hálvu ætt Manasse Jósefssonar ríkið hjá Sihoni, kongi Ámorita, og ríkið hjá Og, kongi av Básjan, landið við borgunum fyri innan alt landamarkið, borgirnar víða hvar í landinum.v34Gáditar bygdu tá upp aftur Dibon, Átarot, Ároer,v35Átarot-Sjófan, Jázer, Jogbeha,v36Bet-Nimra og Bet-Háran, tað vóru víggirdar borgir og byrgi fyri fenað.v37Og Rubenitar bygdu upp aftur Hesjbon, Eleale, Kirjatáim,v38Nebo, Báal-Meon, sum teir góvu onnur nøvn, og Sibma. Og teir nevndu borgirnar, sum teir bygdu, við nýggjum nøvnum.v39Men synir Mákirs Manassesonar fóru til Gilead og løgdu tað undir seg og róku burtur teir Ámoritar, sum har búðu.v40Móses gav Mákiri Manassesyni Gilead, og hann settist niður har.v41Jáir Manasseson fór og legði undir seg tjaldbygdir teirra; og hann nevndi tær tjaldbygdir Jáirs.v42Og Nóba fór og legði undir seg Kenat og bygdirnar kring hana; og hann nevndi hana Nóba eftir sínum egna navni.