|
Fjórða Mósebók, kapittul 33 Steðgir Ísraelsmanna v1Hesir vóru teir ferðavegir, sum Ísraelsmenn gingu, tá ið teir fóru út úr Egyptalandi, leiddir av Mósesi og Ároni, hvør herfjøldin fyri seg.v2Eftir boði Harrans skrásetti Móses fráfaringarstaðir og ferðavegir teirra; og hesir eru ferðavegir teirra eftir teimum støðum, sum teir hildu útfrá:v3Teir hildu út úr Rámeses á fimtanda degi hins fyrsta mánaðar; tað var dagin eftir páskir, at Ísraelsmenn fóru avstað undir verndarhond fyri eygum alra Egypta,v4meðan Egyptar fingust við at jarða allar frumburðir sínar, sum Harrin hevði dripið hjá teimum, tí at Harrin hevði latið revsidómar ganga yvir gudar teirra.v5Og Ísraelsmenn fóru út úr Rámeses og settu herbúðir sínar í Sukkot.v6Síðan hildu teir út úr Sukkot og settu herbúðir sínar í Etam, har sum oyðimørkin trýtur.v7Og teir hildu út úr Etam og fóru í bugi móti Pi-Hákirot áraka Báal-Sefon og settu herbúðir sínar fyri eystan Migdol.v8Frá Pi-Hákirot hildu teir út og fóru beint tvørtur um havið inn í oyðimørkina, og teir gingu tríggjar dagsferðir í Etam oyðimørk og settu síðan herbúðir sínar í Mára.v9Frá Mára hildu teir út og komu til Elim, í Elim vóru tólv vatnslindir og sjeyti pálmatrø, og har settu teir herbúðir sínar.v10Og teir hildu út úr Elim og settu herbúðir sínar við Reyðahavið.v11Frá Reyðahavinum hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Sin oyðimørk.v12Frá Sin oyðimørk hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Dofka.v13Frá Dofka hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Álusj.v14Frá Álusj hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Refidim; her hevði fólkið einki vatn at drekka.v15Síðan hildu teir út úr Refidim og settu herbúðir sínar í Sinai oyðimørk.v16Frá Sinai oyðimørk hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Kibrot-Hattava.v17Frá Kibrot-Hattava hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Házerot.v18Frá Házerot hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Ritma.v19Frá Ritma hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Rimmon-Perez.v20Frá Rimmon-Perez hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Libna.v21Frá Libna hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Rissa.v22Frá Rissa hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Keheláta.v23Frá Keheláta hildu teir avstað og settu herbúðir sínar á Sjefer fjalli.v24Frá Sjefer fjalli hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Hárada.v25Frá Hárada hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Makhelot.v26Frá Makhelot hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Táhat.v27Frá Táhat hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Tára.v28Frá Tára hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Mitka.v29Frá Mitka hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Hasjmona.v30Frá Hasjmona hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Móserot.v31Frá Móserot hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Bene-Jáakan.v32Frá Bene-Jáakan hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Hór-Haggidgad.v33Frá Hór-Haggidgad hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Jotbata.v34Frá Jotbata hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Ábrona.v35Frá Ábrona hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Ezjon-Geber.v36Frá Ezjon-Geber hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Zin oyðimørk, tað er Kádesj.v37Frá Kádesj hildu teir avstað og settu herbúðir sínar á Hór fjalli við Edóms landamark. v38Og Áron prestur fór eftir boði Harrans niðan á Hór fjall og andaðist har á fjørutiunda ári eftir burturferð Ísraelsmanna úr Egyptalandi á fyrsta degi hins fimta mánaðar.v39Áron var eitt hundrað og tjúgu og trý ára gamal, tá ið hann andaðist á Hór fjalli.v40Men Kánáanitin, kongurin av Árad, sum búði á suðurlandinum í Kánáanlandi, fekk fregn av komu Ísraelsmanna. v41Síðan hildu teir avstað frá Hór fjalli og settu herbúðir sínar í Zalmona.v42Frá Zalmona hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Púnon.v43Frá Púnon hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Óbot.v44Frá Óbot hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Ijje-Háabarim við Móabs landamark.v45Frá Ijje-Háabarim hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Dibon-Gád.v46Frá Dibon-Gád hildu teir avstað og settu herbúðir sínar í Almon-Diblatáim.v47Frá Almon-Diblatáim hildu teir avstað og settu herbúðir sínar á Ábarim fjøllum fyri eystan Nebo.v48Frá Ábarim fjøllum hildu teir avstað og settu herbúðir sínar á Móabs slættanum við Jórdan áraka Jeriko.v49Har settu teir herbúðir sínar við Jórdan frá Bet-Jesjimot og til Ábel-Sjittim á Móabs slættanum. Boð um at avoyða Kánáanitar og gudsdýrkan teirra v50Og Harrin talaði við Móses á Móabs slættanum við Jórdan áraka Jeriko og segði:v51«Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Tá ið tit koma yvir um Jórdan inn í Kánáanland,v52tá skulu tit reka undan tykkum allar íbúgvar landsins og beina fyri øllum myndaverkum teirra, øllum teirra stoyptu myndum skulu tit beina fyri og ríva niður allar offurheyggjar teirra;v53tit skulu leggja landið undir tykkum og byggja tað; tí at tykkum havi eg givið landið til ognar.v54Og tit skulu skifta landið sundur við lutkasti millum tykkara eftir ættargreinum tykkara, soleiðis at fjølment ætt fær miklan arvalut og fáment ætt lítlan arvalut. Tað, sum hvørjum lutast við lutkasti, tað skal vera hansara ogn. Eftir ættum fedra tykkara skulu tit skifta landið sundur millum tykkara.v55Men reka tit ikki íbúgvar landsins burtur undan tykkum, tá skulu teir, sum tit lata vera eftir av teimum, verða tornir í eygum tykkara og broddar í síðum tykkara; og teir skulu treingja tykkum í landinum, sum tit búgva í.v56Og tá geri eg við tykkum tað, sum eg hevði ætlað at gera við teir.» |