Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fjórða Mósebók, kapittul 36
Arvaskipan Zelofhads døtra
v1Men ættarhøvdingarnir av ættargrein Gileads sona, Mákirssonar, Manassesonar, av ættargreinum Jósefs sona, gingu fram fyri Móses, høvuðsmenninar og ættarhøvdingar Ísraelsmanna og mæltu orðum,v2og teir søgdu: «Harrin hevur boðið tær, harri, at skifta landið sundur millum Ísraelsmenn við lutkasti; og tær, harri, var eisini boðið av Harranum at lata arvalutin hjá Zelofhad, frænda okkara, til døtur hansara.v3Verða tær nú giftar monnum av øðrum ættargreinum Ísraelsmanna, tá verður jú arvalutur teirra tikin burtur av arvaluti fedra vára og verður lagdur aftur at arvalutinum hjá tí ættargrein, sum tær verða giftar inn í, so at minkað verður um okkara arvalut.v4Og tá ið fagnaðarár Ísraelsmanna kemur, tá verður arvalutur teirra lagdur aftur at arvalutinum hjá teimum ættum, sum tær vóru giftar inn í; og soleiðis verður minkað um arvalutin hjá ætt fedra vára við arvaluti teirra.»
v5Tá gav Móses Ísraelsmonnum hesi boð eftir orðum Harrans: «Menninir av Jósefs ætt hava rætt í tí, teir siga.v6Hetta er tað, sum Harrin hevur boðið viðvíkjandi døtrum Zelofhads: Tær mega verða giftar hvørjum, tær vilja, tó skal tað verða manni av kyntátti faðirsættar teirra.v7Eingin arvalutur hjá Ísraelsmonnum má fara úr eini ætt yvir í aðra, men hvør maður í Ísrael skal halda fast við arvalutin hjá faðirsætt síni.v8Hvør dóttir, sum arvar jørð í einihvørji av ættum Ísraelsmanna, skal verða gift manni av kyntátti í faðirsætt síni, so at hvør maður í Ísrael má verða sitandi við jørð fedra sína;v9eingin arvalutur má fara úr eini ætt yvir í aðra; men ættir Ísraelsmanna skulu halda fast hvør við sín arvalut.»
v10Døtur Zelofhads gjørdu tá, eins og Harrin hevði boðið Mósesi,v11Mala, Tirza, Hogla, Milka og Noa, døtur Zelofhads, vórðu giftar sonum hjá faðirbrøðrum sínum.v12Tær giftust monnum av ættargrein sona Manasse Jósefssonar, og varð soleiðis arvalutur teirra verandi í kyntátti hjá faðirsætt teirra.
v13Hetta vóru tær skipanir og tær lógir, sum Harrin legði fyri Ísraelsmenn við Mósesi á Móabs slættanum við Jórdan áraka Jeriko.