|
Fjórða Mósebók, kapittul 6 Um Nasirearar v1Harrin talaði framvegis við Móses og segði:v2«Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Tá ið kallur ella kona streingja Nasirearaheiti til tess at halga seg Harranum, tá skal hann halda seg frá víni og mjøði;v3hann má ikki drekka nakað súrt, sum tilreitt er av víni ella mjøði, og yvirhøvur ikki drekka nakran vínberjaløg og hvørki eta nýggj ella turkað vínber.v4Alla ta tíð, sum Nasirearaheiti hansara varir, má hann einki eta, sum tilreitt er av vínberjatrænum, hann má hvørki eta staðin ella óstaðin vínber.v5Alla ta tíð, sum Nasirearaheiti hansara varir, má hann ikki lata rakiknív koma á høvur sítt; til teir dagar eru at enda, sum hann hevur halgað seg Harranum, skal hann vera heilagur og lata hárið á høvdi sínum vaksa sítt.v6Í alla ta tíð, sum hann hevur halgað seg Harranum, má hann heldur ikki koma nær nøkrum líki;v7um tað so er faðir hans ella móðir, bróðir ella systir hans, ið deyð eru, skal hann ikki gera seg óreinan við teimum, tí at halgan Guðs er á høvdi hans.v8Alla ta tíð, sum Nasirearaheiti hansara varir, er hann halgaður Harranum.v9Men doyr nakar óvart og brádliga hjá honum, so at halgaða høvur hansara soleiðis verður óreint, tá skal hann raka høvur sítt sama dag, sum hann verður reinur aftur, sjeynda dagin skal hann raka tað;v10og áttanda dagin skal hann bera prestinum tvær turtildúgvur ella tveir dúgvuungar at durum samfundartjaldsins.v11Aðra skal presturin ofra sum syndaoffur og hina sum brennioffur og veita honum sáttargerð fyri ta synd, at hann er komin aftur at líki. Sama dagin skal hann aftur halga seg,v12og hann skal aftur víga seg Harranum so leingi, sum Nasirearaheitið átti at vara, og frambera veturgamalt lamb sum sektaroffur; men hin farna tíðin skal ikki verða viðroknað, tí at hann hevði óreinskað vígda høvur sítt. v13Hetta er lógin um Nasirearan: Tá ið vígslutíð hansara er at enda, skal hann verða leiddur at durum samfundartjaldsins,v14og hann skal frambera Harranum offurgávu sína: eitt veturgamalt, lýtaleyst veðurlamb sum brennioffur og eitt veturgamalt, lýtaleyst gimburlamb sum syndaoffur og ein lýtaleysan veðr sum takkaroffur,v15eina tægu við ósúrgaðum breyðum úr fínum mjøli, køkur blandaðar við olju, og ósúrgaðar flatkøkur smurdar við olju saman við grónofrinum og droypiofrinum.v16Síðan skal presturin bera tað fram fyri Harran og ofra syndaoffur og brennioffur hans,v17og veðrin skal hann ofra Harranum sum takkaroffur saman við teimum ósúrgaðu breyðunum í tæguni; síðan skal presturin ofra grónoffur og droypioffur hans.v18Tá skal Nasirearin raka høvur sítt við dyr samfundartjaldsins og taka vígda høvuðhár sítt og leggja tað í eldin undir takkarofrinum,v19og presturin skal taka sodna bógvin av veðrinum og eina ósúrgaða køku úr tæguni og eina ósúrgaða flatkøku og fáa Nasirearanum tað upp í hendur, eftir at hann hevur rakað vígda høvur sítt;v20og presturin skal reiggja tí sum reiggioffur frammi fyri Harranum; tað skal hoyra presti til sum halgigáva umframt reiggibringuna og offuravskurðartjógvið. Eftir tað má Nasirearin drekka vín.v21Hetta er lógin um Nasirearan, sum streingir heiti, um offurgávu hansara til Harrans vegna vígslu sína, umframt tað, sum hann annars er førur fyri; samsvarandi tí heiti, sum hann hevur strongt, skal hann gera eftir lógini um vígslu sína.» Hin prestaliga signingin v22Harrin talaði framvegis við Móses og segði:v23«Tala til Árons og sona hans og sig: Við hesum orðum skulu tit vælsigna Ísraelsmenn:v24Harrin vælsigni teg og varðveiti teg!v25Harrin lati andlit sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur!v26Harrin lyfti upp ásjón sína yvir teg og gevi tær frið!v27Tá ið teir soleiðis leggja navn mítt á Ísraelsmenn, skal eg vælsigna teir.» |