|
Fjórða Mósebók, kapittul 7 Vígslugávur ættarhøvdinganna v1Tá ið Móses var liðugur at seta upp tjaldtemplið og hevði salvað og halgað tað og øll amboð og salvað og halgað altarið og øll amboð tess,v2tá gingu høvdingar Ísraels fram, teir, ið vóru oddamenn fyri ættarbólkunum, ættarhøvdingarnir, sum høvdu skipað fyri teljingini;v3og teir bóru offurgávur sínar fram fyri Harran, seks vagnar við tjaldi og tólv neyt, ein vagn fyri hvørjar tveir høvdingar og eitt neyt fyri hvønn teirra; og teir leiddu hetta fram at tjaldtemplinum.v4Tá segði Harrin við Móses:v5«Tak við hesum av teimum og lat tað verða nýtt til tænastugerðar við samfundartjaldið og gev Levitunum tað eftir starvi teirra!»v6Móses tók tá vagnarnar og neytini og gav Levitunum tað;v7tveir vagnar og fýra neyt gav hann Gersjons sonum eftir starvi teirra;v8og fýra vagnar og átta neyt fekk hann Merari sonum eftir starvi teirra undir umsjón Ítámars, sonar Árons prests.v9Men Kehats sonum gav hann einki, tí at teir halgilutir, ið teir høvdu undir umsjón, kundu teir bera á herðum sínum.v10Síðan komu høvdingarnir við offurbollunum til vígslu altarsins tann dagin, tá ið tað varð salvað, og høvdingarnir bóru offurgávur sínar fram at altarinum.v11Tá segði Harrin við Móses: «Lat høvdingarnar koma hvønn sín dag við offurgávu síni til vígslu altarsins.» v12Tann, ið fyrsta dagin kom við offurgávu síni, var Náhsjon Amminadabsson av Júdaætt;v13offurgáva hansara var silvurkøsk, ið vá eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði tvey full av fínum mjøli, blandaðum við olju til grónoffurs,v14ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, fulla av roykilsi,v15ein ungur tarvur, ein veðrur, ein veturgamal seyður til brennioffurs,v16ein geitarhavur til syndaoffurs,v17og til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Náhsjons Amminadabssonar. v18Annan dagin kom Netánel Zuarsson, høvdingi Issakars, við gávu síni.v19Hann frambar sum offurgávu sína silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolla úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði ílát full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs,v20eina bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, fulla av roykilsi,v21ein ungan tarv, ein veðr og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs,v22ein geitarhavur til syndaoffurs,v23og til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Netánels Zuarssonar. v24Triðja dagin kom høvdingi Zebulons sona, Eliab Helonsson;v25offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs,v26ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi,v27ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs,v28ein geitarhavur til syndaoffurs,v29til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Eliabs Helonssonar. v30Fjórða dagin kom høvdingi Rubens sona, Elizur Sjedeursson;v31offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði ílát full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs,v32ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi,v33ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs,v34ein geitarhavur til syndaoffurs,v35og til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Elizurs Sjedeurssonar. v36Fimta dagin kom høvdingi Símeons sona, Sjelumiel Zurisjaddaison;v37offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs,v38ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi,v39ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs,v40ein geitarhavur til syndaoffurs,v41til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Sjelumiels Zurisjaddaisonar. v42Sætta dagin kom høvdingi Gáds sona, Eljasaf Deuelsson;v43offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs,v44ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi,v45ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs,v46og ein geitarhavur til syndaoffurs,v47til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Eljasafs Deuelssonar. v48Sjeynda dagin kom høvdingi Efraims sona, Elisjáma Ammihudsson;v49offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs,v50ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi,v51ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs,v52og ein geitarhavur til syndaoffurs,v53til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Elisjáma Ammihudssonar. v54Áttanda dagin kom høvdingi Manasse sona, Gamliel Pedazursson;v55offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs,v56bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi,v57ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs,v58og ein geitarhavur til syndaoffurs,v59til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Gamliels Pedazurssonar. v60Níggjunda dagin kom høvdingi Benjamins sona, Ábidan Gideónison;v61offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs,v62bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi,v63ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs,v64ein geitarhavur til syndaoffurs,v65til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Ábidans Gideónisonar. v66Tíggjunda dagin kom høvdingi Dáns sona, Áhiezer Ammisjaddaison;v67offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs,v68ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi,v69ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs,v70og ein geitarhavur til syndaoffurs,v71til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Áhiezers Ammisjaddaisonar. v72Ellivta dagin kom høvdingi Ásjers sona, Págiel Okransson;v73offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs,v74ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli full av roykilsi,v75ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs,v76ein geitarhavur til syndaoffurs,v77til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Págiels Okranssonar. v78Tólvta dagin kom høvdingi Naftali sona, Áhira Enansson;v79offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs,v80ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi,v81ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs,v82og ein geitarhavur til syndaoffurs,v83til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Áhira Enanssonar. v84Hesar vóru gávurnar frá høvdingum Ísraels til vígslu altarsins, tann dagin tað varð salvað; tólv silvurkøskir, tólv offurbollar úr silvuri og tólv bollaskálir úr gulli;v85hvør silvurkøskin vá eitt hundrað og tríati siklar, og hvør offurbollin sjeyti siklar, øll silvurílátini vógu tvey túsund og fýra hundrað siklar eftir halgidómsins virði,v86tólv bollaskálir úr gulli, fullar av roykilsi, hvør bollaskálin tíggju siklar eftir halgidómsins virði, allar bollaskálirnar tilsamans eitt hundrað og tjúgu siklar í gulli.v87Øll stórdýrini til brennioffurs vóru tólv tarvar umframt tólv veðrar og tólv veturgomul lomb saman við grónofrum teirra og tólv havrar til syndaoffurs.v88Øll stórdýrini til takkaroffurs vóru tjúgu og fýra tarvar umframt seksti veðrar og seksti veturgomul lomb. Hesar vóru gávurnar til vígslu altarsins, eftir at tað var salvað. v89Tá ið Móses gekk inn í samfundartjaldið at tala við Harran, hoyrdi hann røddina tala til sín oman av sáttarlokinum, sum er yvir vitnisburðarørkini, frá staðinum millum báðar kerúbarnar; haðan talaði hann við hann. |