Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fjórða Mósebók, kapittul 8
Um ljósastakan
v1Og Harrin talaði við Móses og segði:v2«Tala til Árons og sig við hann: Tá ið tú setir upp lampurnar, skal tað vera soleiðis, at tær allar sjey lýsa upp rúmið fyri framman ljósastakan.»v3Áron gjørdi soleiðis og setti lampurnar upp á ljósastakan soleiðis, at tær horvdu fram eftir, eins og Harrin hevði boðið Mósesi.v4Men ljósastakin var av einlistum gjørdur úr gulli, bæði fótur hans og blómur; samsvarandi teirri fyrimynd, ið Harrin hevði sýnt Mósesi, soleiðis gjørdi hann ljósastakan.
Vígsla Levitanna
v5Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði:v6«Skil Levitarnar burtur úr Ísraelsmonnum og reinsa teir!v7Og soleiðis skalt tú bera teg at, tá ið tú reinsar teir: Tú skalt støkkja reinsanarvatn á teir og lata teir fara um alt likam sítt við rakiknívinum og tváa klæði síni og soleiðis reinsa seg.v8Síðan skulu teir taka ungan tarv til brennioffurs og aftur við tí grónoffur av fínum mjøli, blandaðum við olju, og tú skalt taka annan ungan tarv til syndaoffursv9og leiða so Levitarnar fram at samfundartjaldinum og kalla saman allan savnað Ísraelsmanna.v10Og tá ið tú hevur leitt Levitarnar fram fyri Harran, skulu Ísraelsmenn leggja hendur sínar yvir Levitarnar.v11Og Áron skal reiggja Levitunum frammi fyri Harranum sum reiggioffur frá Ísraelsmonnum, síðan skal starv teirra vera at gera tænastu Harrans.v12Nú skulu Levitarnir leggja hendur sínar á høvur tarvanna, og síðan skalt tú ofra Harranum annan sum syndaoffur og hin sum brennioffur til tess at veita Levitunum sáttargerð.v13Tínæst skalt tú leiða Levitarnar fram fyri Áron og synir hans og reiggja teimum sum reiggioffur frammi fyri Harranum.v14Soleiðis skalt tú skilja Levitarnar frá Ísraelsmonnum, til tess at teir skulu hoyra mær til.v15Síðan skulu teir koma og gera tænastu við samfundartjaldið, tá ið tú hevur reinsað teir og reiggjað teimum,v16tí at teir eru fingnir mær sum gáva av Ísraelsmonnum; í staðin fyri alt tað, ið opnar móðurlív, í staðin fyri allar frumburðir Ísraelsmanna havi eg tikið teir til at vera ogn mína.v17Tí at mær hoyra allir frumburðir hjá Ísraelsmonnum til, hvørt tað er maður ella fenaður; hin dagin eg sló allar frumburðir Egyptalands, tá halgaði eg mær teir.v18Og eg tók Levitarnar í staðin fyri allar frumburðir Ísraelsmannav19og gav Ároni og sonum hansara teir sum gávu frá Ísraelsmonnum, til tess at teir skulu gera tænastu við samfundartjaldið fyri Ísraelsmenn og veita teimum sáttargerð, annars kundi ógæva komið yvir Ísraelsmenn, um teir sjálvir skuldu nærkast halgidóminum.»
v20Móses og Áron og allur savnaður Ísraelsmanna gjørdu nú soleiðis við Levitarnar; og Ísraelsmenn gjørdu við Levitarnar samsvarandi øllum tí, sum Harrin hevði boðið Mósesi um teir.v21Og Levitarnir lótu seg reinsa frá synd og tváaðu klæði síni, og Áron reiggjaði teimum sum reiggioffur fyri Harranum og veitti teimum sáttargerð, so at teir vórðu reinir.v22Síðan komu Levitarnir til tess at gera tænastu við samfundartjaldið fyri ásjón Árons og fyri ásjón sona hans; eins og Harrin hevði boðið Mósesi um Levitarnar, soleiðis gjørdu teir við teir.v23Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði:v24«Hetta er lógin um Levitarnar: Frá tí teir eru tjúgu og fimm ára gamlir og eldri, skulu teir koma í hertænastu; til tess at starva við samfundartjaldið;v25men tá ið teir eru yvir fimmti ára gamlir, skulu teir fara úr hertænastuni og ikki starva longur;v26teir mega dugna brøðrum sínum hond við tí, sum er at gera í samfundartjaldinum; men sjálvir mega teir ikki gera tænastu longur. Soleiðis skalt tú bera teg at við Levitunum í øllum, sum teir eiga at hava í varðveitslu.»