Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fjórða Mósebók, kapittul 9
Um páskahald
v1Í fyrsta mánaði annað árið eftir, at Ísraelsmenn vóru farnir út úr Egyptalandi, talaði Harrin við Móses í Sinai oyðimørk og segði:v2«Ísraelsmenn skulu halda páskir ta ásettu tíðina;v3fjúrtanda dagin í hesum mánaði um sólsetur skulu tit halda tær ta ásettu tíðina; samsvarandi øllum fyriskipanum og lógum um tær skulu tit halda tær.»v4Tá talaði Móses til Ísraelsmanna um, at teir skuldu halda páskirnar.v5Og teir hildu páskirnar fjúrtanda dagin hins fyrsta mánaðar um sólsetur í Sinai oyðimørk. Ísraelsmenn gjørdu samsvarandi øllum tí, sum Harrin hevði boðið Mósesi.
v6Men har vóru nakrir menn, ið vóru óreinir av líki og tessvegna ikki máttu halda páskir henda sama dag; teir gingu nú fram fyri Móses og Áronv7og søgdu við teir: «Vit eru vorðnir óreinir av líki; hví skal okkum vera forðað at frambera offurgávu Harrans ta ásettu tíðina saman við Ísraelsmonnum?»v8Móses svaraði teimum: «Bíðið her, til eg havi hoyrt, hvat Harrin býður viðvíkjandi tykkum.»
v9Tá talaði Harrin við Móses og segði:v10«Tala til Ísraelsmenn og sig: Tá ið einhvør tykkara millum ella eftirkomarar tykkara eru vorðnir óreinir av líki ella eru á langferð, tá skal hann kortini halda páskir fyri Harranum.v11Á fjúrtanda degi í øðrum mánaði um sólsetur skulu teir halda tær; aftur við ósúrgaðum breyði og beiskum urtum skulu teir eta páskalambið.v12Teir mega ikki leiva nakað av tí til morgunin eftir og einki bein bróta í tí, men halda páskirnar í øllum, eins og fyriskipað er um tær.v13Men hvør, sum er reinur og ikki er á ferð og kortini ikki leggur í at halda páskir, hann skal oyddur verða úr tjóð síni, av tí at hann ikki hevur framborið offurgávu Harrans ta ásettu tíðina; tann maður skal bera synd sína.v14Og tá ið útlendskur maður, sum býr hjá tykkum, vil halda páskir fyri Harranum, skal hann halda tær eftir páskalógini og fyriskipanum um tær; sama skipan skal vera hjá tykkum, bæði fyri hin útlendska og hin innborna.»
Skýstólpin leiðir ferðina
v15Tann dagin, tá ið tjaldtemplið varð reist, huldi skýggið tjaldtemplið, vitnisburðartjaldið, og um kvøldið kom yvir tjaldtemplið eins og eldglæma, ið lá yvir tí til morguns;v16og so var altíð: Skýggið huldi tað um dagin og eldglæman um náttina.v17Og hvørja ferð skýggið hevjaðist upp frá tjaldinum, fóru Ísraelsmenn avstað, og á tí staði, har skýggið aftur tók støðu, har settu Ísraelsmenn herbúðir sínar.v18Eftir boði Harrans fluttu Ísraelsmenn úr stað, og eftir boði Harrans settu teir herbúðir sínar; alla ta tíð, sum skýggið var yvir tjaldtemplinum, hildu teir seg kvirrar í herbúðunum.v19Og um skýggið lá mangar dagar yvir tjaldtemplinum, gjørdu Ísraelsmenn, eins og Harrin hevði fyriskipað, og fluttu ikki úr stað.v20Við hvørt var skýggið einans fáar dagar yvir tjaldtemplinum; tá hildu teir seg kvirrar í herbúðunum eftir boði Harrans, og eftir boði Harrans fluttu teir úr stað.v21Við hvørt var skýggið frá kvøldi til morguns; og tá ið skýggið um morgunin hevjaðist uppfrá, fluttu teir úr stað; ella skýggið var ein dag og eina nátt; tá ið tað tá hevjaðist uppfrá, fluttu teir úr stað.v22Ella at skýggið var einar tveir dagar ella ein mánað ella longri tíð yvir tjaldtemplinum, tá hildu Ísraelsmenn seg kvirrar í tjaldbúðunum og fluttu ikki úr stað; men tá ið tað hevjaðist uppfrá, tá fluttu teir úr stað.v23Eftir boði Harrans settu teir herbúðir sínar, og eftir boði Harrans fluttu teir úr stað; tað, sum Harrin hevði fyriskipað, hildu teir eftir boði Harrans við Mósesi.