|
Evangeliið eftir Matteus, kapittul 10 Tólv lærusveinar sendir út v1Og hann kallaði til sín teir tólv lærusveinar sínar og gav teimum vald á hinum óreinu andunum, at reka teir út og at grøða hvørja sjúku og hvørja ilsku.v2Men hesi eru nøvnini á teimum tólv ápostlunum: Fyrstur Símun, ið kallast Pætur, og Andrias, bróðir hansara, og Jákup, sonur Sebedeusar, og Jóhannes, bróðir hansara.v3Filippus og Bartolomeus, Tummas og Matteus, tollarin, Jákup, sonur Alfeusar, og Taddeus;v4Símun Kánanearin og Judas Iskarjot, hin sami, ið sveik hann. Skulu bert fara til Jødar, ymsar forskriftir v5Hesar tólv sendi Jesus út, beyð teimum og segði við teir: «Gangið ikki á heidna manna leiðum, og farið ikki inn í nakra bygd hjá Sámáriumonnum;v6men farið heldur til teir burturvilstu seyðirnar úr Ísraels húsi.v7Og á ferðum tykkara skulu tit prædika og siga: «Himmiríkið er í nánd.»v8Grøðið sjúk, vekið upp deyð, reinsið spitølsk, rekið út illar andar. Fyri einki hava tit fingið tað, fyri einki skulu tit geva tað.v9Fáið tykkum ikki gull ella silvur ella kopar í belti tykkara,v10heldur ikki klæðsekk til ferðina ella tvinni klæði ella skógvar ella stav, tí at arbeiðismaðurin er føði sína verdur.v11Men í hvørjum staði ella hvørjari bygd, sum tit koma í, har skulu tit fregnast um, hvør ið har er, ið er tess verdur, og dvøljist har, inntil tit fara avstað aftur.v12Og tá ið tit koma inn í eitt hús, tá heilsið tí;v13og er húsið tess verdugt, tá komi friður tykkara yvir tað; men er tað tess ikki verdugt, tá vendi friður tykkara aftur til tykkara sjálvs.v14Og um onkur ikki vil taka ímóti tykkum og ikki heldur lýða á orð tykkara, tá farið út úr tí húsi og teirri bygd og ristið dustið burtur undan fótum tykkara.v15Sanniliga sigi eg tykkum, tað skal gangast Sódomu- og Gómorrulandi frægari á dómadegi enn teirri bygd. Teir skulu verða forfylgdir v16Sí, eg sendi tykkum út eins og seyð mitt ímillum úlvar; verið tí snildir sum ormar og falsleysir sum dúgvur.v17Men varið tykkum fyri menniskjum, tí at tey skulu føra tykkum til dómstevnur, og í samkomuhúsum sínum skulu tey húðfleingja tykkum.v18Og fyri landshøvdingar og kongar skulu tit verða førdir fyri mínar sakir til ein vitnisburð fyri teimum og fyri heidningunum.v19Men tá ið tey geva tykkum upp, so stúrið ikki fyri, hvussu ella hvat tit eiga at tala; tí at tað skal verða tykkum givið í somu stund, sum tit eiga at tala.v20Tí at ikki eru tað tit, ið tala, men andi faðirs tykkara, ið talar í tykkum.v21Og bróðir skal veita bróður bana og faðir barni, og børn skulu stíga upp ímóti foreldrum sínum og taka tey av døgum.v22Og tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns míns skuld; men tann, ið heldur út til enda, hann skal verða frelstur.v23Men tá ið tey søkja at tykkum í eini bygd, so flytið í eina aðra; tí at sanniliga sigi eg tykkum, tit skulu ikki verða lidnir við bygdirnar í Ísrael, áðrenn menniskjusonurin kemur.v24Ikki er ein lærusveinur yvir meistaranum, ei heldur er ein húskallur yvir húsbónda sínum.v25Tað er lærusveininum nóg mikið, at hann verður sum meistari hansara, og húskallinum, at hann verður sum húsbóndi hansara. Hava tey kallað húsbóndan Beelsebul, hvør mikið meira tá húsfólk hansara. Men tó hava gott treysti v26Óttist tí ikki fyri teimum; tí at einki er fjalt, sum ikki skal koma í ljósmála, og einki er loynt, sum ikki skal verða kunnigt.v27Tað, sum eg sigi tykkum í myrkri, tað talið tit í ljósi; og tað, sum verður lýtt tykkum í oyra, tað kunngerið tit uppi á tekjunum.v28Og óttist ikki fyri teimum, ið sláa likamið í hel, men ikki kunnu sláa sálina í hel; men óttist heldur fyri honum, ið kann týna bæði sál og likam í helviti.v29Verða ikki tveir spurvar seldir fyri ein skilling? Og ikki ein teirra fellur til jarðar uttan vilja faðirs tykkara.v30Men á tykkum eru enntá øll hárini á høvdi tykkara tøld.v31Óttist tí ikki, tit eru meira verdir enn mangir spurvar.v32Hvør tann, ið tí vil kennast við meg fyri monnum, hann vil eisini eg kennast við fyri faðir mínum, sum er í himlunum.v33Men hvør tann, ið avnoktar meg fyri monnum, hann vil eisini eg avnokta fyri faðir mínum, sum er í himlunum. Jesus komin at elva stríð v34Haldið ikki, at eg eri komin at bera frið til jarðar; ikki eri eg komin at bera frið, men svørð.v35Tí at eg eri komin at elva stríð millum mann og faðir hansara, millum dóttur og móður hennara, millum sonarkonu og vermóður hennara;v36og húsbóndin skal fáa sítt egna húsfólk til óvinir.v37Tann, ið elskar faðir og móður meir enn meg, er mær ikki verdur; og tann, ið elskar son ella dóttur meir enn meg, er mær ikki verdur.v38Og tann, ið ikki tekur kross sín og fylgir mær eftir, er mær ikki verdur.v39Tann, ið bjargar lívi sínum, skal missa tað; og tann, ið missir lív sítt fyri mínar sakir, skal bjarga tí. Løn v40Tann, ið fagnar tykkum, fagnar mær; og tann, ið mær fagnar, fagnar honum, ið meg sendi.v41Tann, ið fagnar einum profeti, av tí at hann er ein profetur, skal fáa profets løn; og tann, ið fagnar einum rættvísum, av tí at hann er rættvísur, skal fáa somu løn sum ein rættvísur.v42Og tann, ið gevur einum av hesum smáu bert eina skál av køldum vatni at drekka, av tí at hann er ein lærusveinur, sanniliga sigi eg tykkum, hann skal als ikki missa løn sína.» |