|
Evangeliið eftir Matteus, kapittul 17 Jesus umbroytist á fjallinum v1Og seks dagar aftaná tekur Jesus Pætur og Jákup og Jóhannes, bróður hansara, við sær og fer við teimum einsæris niðan á eitt høgt fjall.v2Og hann umbroyttist fyri eygum teirra, og andlit hansara skein sum sólin, og klæði hansara vórðu hvít sum ljósið.v3Og sí, Móses og Elia sýndu seg fyri teimum í samtalu við hann.v4Men Pætur tók til orða og segði við Jesus: «Harri, tað er gott, at vit eru her! Um tú vilt, skal eg her gera tríggjar búðir, tær eina og Mósesi eina og Elia eina.»v5Meðan hann enn hevði hetta á máli, sí, tá skuggaði eitt bjart skýggj yvir teimum, og sí, ein rødd mælti út úr skýnum: «Hesin er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til. Lýðið á hann!»v6Og tá ið lærusveinarnir hoyrdu hetta, fullu teir fram eftir rommum og vórðu ógvuliga ræddir.v7Og Jesus kom fram at teimum og nam við teir og segði: «Reisið tykkum upp og óttist ikki!»v8Men tá ið teir hugdu upp, sóu teir ongan uttan Jesus einsamallan.v9Og meðan teir gingu oman av fjallinum, beyð Jesus teimum og segði: «Tit skulu ongum siga frá hesi sjón, fyrr enn menniskjusonurin er risin upp frá deyðum.» Jesus talar um Jóhannes doyparan sum Elia v10Og lærusveinarnir spurdu hann og søgdu: «Hvat er tað tá, ið teir skriftlærdu siga, at Elia eigur at koma fyrst?»v11Men hann svaraði teimum og segði: «Væl kemur Elia og skal føra alt aftur í lag;v12men eg sigi tykkum, at Elia er longu komin, og teir kendu hann ikki, men gjørdu við hann tað, ið teir vildu. Á sama hátt skal eisini menniskjusonurin líða ilt av teimum.»v13Tá skiltu lærusveinarnir, at hann talaði til teirra um Jóhannes doyparan. Hin mánasjúki v14Og tá ið teir komu til mannamúgvuna, kom ein maður ímóti honum og fell á knæ fyri honum og segði:v15«Harri, miskunna syni mínum, tí at hann er mánasjúkur og er ógvuliga ringur; tíðum fellur hann í eld og tíðum í vatn.v16Og eg leiddi hann higar til lærusveinar tínar; men teir vóru ikki mentir at geva honum heilsubót.»v17Men Jesus svaraði og segði: «O, tú vantrúna og rangvørga slekt! Hvussu leingi skal eg vera hjá tykkum? Hvussu leingi skal eg tola tykkum? Leiðið mær hann higar!»v18Og Jesus talaði strangliga til hansara, og hin illi andin fór út úr honum, og drongurin varð frískur frá teirri somu stund.v19Tá komu lærusveinarnir til Jesus einsæris og søgdu: «Hví kundu vit ikki reka hann út?»v20Men hann segði við teir: «Av tí at tit eru so fátrúnir. Tí at sanniliga sigi eg tykkum: um tit hava trúgv sum eitt sinopskorn, tá kunnu tit siga við hetta fjallið: «Flyt teg hiðani og hagar,» og tað skal flyta seg, og einki skal verða ógjørligt hjá tykkum.v21[Men hetta slagið fer ikki út uttan við bøn og føstu»]. Jesus talar á øðrum sinni um líðing sína v22Men meðan teir ferðaðust um í Galileu, segði Jesus við teir: «Menniskjusonurin fer at verða givin upp í mannahendur;v23og tey skulu drepa hann, men á triðja degi skal hann rísa upp aftur.» Og teir vórðu heilt sorgarbundnir. Tempulskatturin v24Men tá ið teir vóru komnir til Kapernaum, komu teir menn, ið kravdu inn tempulskattin, til Pæturs og søgdu: «Letur meistari tykkara ikki skattin?»v25Hann sigur: «Jú.» Og tá ið hann var komin inn heima við hús, bar Jesus fyrr upp á mál og segði: «Hvat tykir tær, Símun? Av hvørjum taka heimsins kongar toll ella skatt? Av sonum sínum ella av fremmandum?»v26Og tá ið hann segði: «Av fremmandum,» segði Jesus við hann: «So eru synirnir fríir tá.v27Men fyri at teir ikki skulu taka sær ilt av okkum, so far oman á vatn og kasta ein ongul út og tak tann fyrsta fiskin, sum á kemur; og tá ið tú letur munnin sundur á honum, skalt tú finna ein stater. Tak hann og gev teimum hann fyri meg og teg.» |