|
Evangeliið eftir Matteus, kapittul 22 Líknilsi: Brúdleyp hjá kongssyni v1Og Jesus tók til orða og talaði aftur til teirra í líknilsum og segði:v2«Himmiríkið er líkt einum kongi, ið gjørdi brúdleyp hjá syni sínum.v3Og hann sendi sveinar sínar avstað at boða teimum, ið boðin vóru í brúdleypið. Men tey vildu ikki koma.v4Hann sendi aðrar sveinar á øðrum sinni avstað og segði: Sigið teimum bodnu: «Sí, veitslu mína havi eg gjørt til reiðar, oksar mínir og feitineytini eru dripin, og alt er tilgjørt; komið í brúdleypið!»v5Men tey løgdu einki í tað, men fóru burtur aðrar staðir, eitt út í akur sín og annað í handil sín;v6og hini tóku hendur á sveinar hansara og meinslaðu og drópu teir.v7Men kongurin varð vreiður og sendi út herlið sítt og tók hesi illgerðarfólkini av lívi og brendi borg teirra.v8Tínæst sigur hann við sveinar sínar: «Víst er tilgjørt til brúdleyps; men tey bodnu vóru tess ikki verd.v9Farið tit tí út á vegamótini og bjóðið í brúdleyp so mongum, sum tit hitta.»v10Og hesir sveinarnir fóru út á vegirnar og savnaðu saman øll, teir hittu, bæði ónd og góð, og gildisskálin varð fullur av gestum.v11Men tá ið nú kongurin fór innar at síggja gestirnar, bar hann eyga við ein mann, sum ikki var klæddur í brúdleypsklæði.v12Og hann sigur við hann: «Vinur mín, hvussu ert tú komin inn higar, og ert ikki í brúdleypsklæðum?» Men hann tagdi.v13Tá segði kongurin við sveinarnar: «Bindið hendur og føtur á honum og kastið hann út í myrkrið fyri uttan; har skal verða grátur og tannagrísl!v14Tí at mong eru kallað, men fá eru útvøld.» Skattapeningurin v15Tá fóru Fariseararnir og hildu ráð saman um, hvussu teir skuldu seta hann fastan í orðum.v16Og teir senda til hansara lærusveinar sínar saman við Heródesarmonnum og siga: «Meistari, vit vita, at tú ert sannorðaður, og at tú lærir Guðs veg í sannleika og ikki firnast fyri nøkrum, tí at tú gert ikki mannamun.v17Sig okkum tí, hvat heldur tú? Er tað beint at gjalda keisaranum skatt ella ikki?»v18Men Jesus grunaði illskap teirra og segði: «Tykkara falsarar! Hví freista tit meg?v19Sýnið mær skattapeningin!» Men teir fingu honum ein denar.v20Og Jesus sigur við teir: «Hvørs mynd og yvirskrift er hetta?»v21Teir siga: «Keisarans.» Tá sigur hann við teir: «Gevið tá keisaranum tað, ið keisarans er, og Guði tað, ið Guðs er!»v22Og tá ið teir hetta hoyrdu, undraðust teir, og teir gingu frá honum og fóru avstað. Saddukearar spyrja um uppreisn v23Tann dagin komu nakrir Saddukearar til hansara, teir, ið siga, at eingin uppreisn frá deyðum er til; og teir spurdu hann og søgdu:v24«Meistari, Móses segði: «Doyr maður barnleysur, tá skal bróðir hansara giftast við konu hansara og reisa upp bróður sínum avkom.»v25Nú vóru tað sjey brøður her hjá okkum. Hin fyrsti giftist og doyði, og við tað at hann einki barn átti, læt hann bróður sínum konu sína eftir seg.v26Somuleiðis eisini hin annar og hin triði, líka til hin sjeynda.v27Seinast av øllum doyði konan.v28Hvørs kona av teimum sjey skal hon nú verða í uppreisnini? Tí at allir hava átt hana.»v29Men Jesus svaraði og segði við teir: «Tit fara villir, av tí at tit hvørki kenna skriftirnar ella Guðs mátt.v30Tí at í uppreisnini hvørki gifta tey ella giftast, men tey eru eins og Guðs einglar í himlunum.v31Men viðvíkjandi uppreisnini frá deyðum, hava tit tá ikki lisið tað, ið talað er til tykkara av Guði, ið sigur:v32«Eg eri Guð Ábrahams og Guð Ísaks og Guð Jákups?» Ikki er hann Guð teirra deyðu, men teirra livandi.» »v33Og tá ið mannamúgvurnar hetta hoyrdu, vórðu tey bilsin av læru hansara. Hitt stóra boðið í lógini v34Men tá ið Fariseararnir hoyrdu, at hann hevði málbundið Saddukeararnar, komu teir saman;v35og ein teirra, ein lógkønur, spurdi hann til tess at freista hann:v36«Meistari, hvat er hitt stóra boðið í lógini?»v37Men hann segði við hann: « «Tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum!»v38Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið.v39Men eitt annað er enn, ið er hesum líkt: «Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg!»v40Í hesum báðum boðunum hongur øll lógin og profetarnir.» Jesus spyr um Messias v41Men meðan Fariseararnir vóru saman komnir, spurdi Jesus teir og segði:v42«Hvat halda tit um Kristus? Hvørs sonur er hann?» Teir siga við hann: «Dávids.»v43Hann sigur við teir: «Hvussu kann tá Dávid í andanum kalla hann harra, tá ið hann sigur:v44«Harrin segði við harra mín: Set teg við mína høgru lið, til eg leggi fíggindar tínar undir føtur tínar!»v45Tá ið nú Dávid kallar hann harra, hvussu kann hann tá vera sonur hansara?»v46Og eingin kundi svara honum eitt orð, ei heldur tordi nakar meira eftir tann dag at seta honum ein spurning. |