|
Evangeliið eftir Matteus, kapittul 7 Dømið ikki v1Dømið ikki, at tit ikki skulu verða dømd;v2tí at við tí dómi, tit døma, skulu tit verða dømd, og við tí máli, tit mála, skal tykkum verða mált.v3Men hví sært tú flísina í eyganum á bróður tínum, men bjálkan í tínum egna eyga verður tú ikki varur við?v4Ella hvussu kanst tú siga við bróður tín: «Bíða, lat meg taka flísina út úr eyga tínum!» og sí, ein bjálki er í tínum egna eyga!v5Tín falsari! Drag fyrst bjálkan út úr tínum egna eyga, og tá skalt tú síggja væl at taka flísina út úr eyganum á bróður tínum. Ikki perlur fyri svín v6Gevið ikki hundum tað, ið heilagt er, og blakið ikki heldur perlur tykkara fyri svín, at tey ikki skulu traðka tær niður undir fótunum og venda sær við og skræða tykkum sundur. Bøn og fyrijáttan v7Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum.v8Tí at hvør tann, ið biður, hann fær, og tann, ið leitar, hann finnur, og tí, ið bankar uppá, skal verða latið upp fyri.v9Ella hvør er tann maður tykkara millum, sum vil geva syni sínum ein stein, tá ið hann biður um breyð?v10Ella man hann vilja geva honum ein orm, tá ið hann biður um ein fisk?v11Um tá tit, ið ónd eru, vita at geva børnum tykkara góðar gávur, hvør mikið meira skal tá faðir tykkara, sum er í himlunum, geva teimum góðar gávur, ið biðja hann! Hin gylta reglan v12Alt tað, sum tit tí vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini gera móti teimum; tí at hetta er lógin og profetarnir. Vegurin til lívs v13Gangið inn um hitt tronga portrið; tí at vítt er portrið, og breiður er vegurin, ið førir til undirgangs, og mong eru tey, ið ganga inn um tað;v14tí at trongt er portrið, og mjáur er vegurin, ið førir til lívs, og fá eru tey, ið finna hann. Ávaring móti svikaprofetum v15Varið tykkum fyri svikaprofetum, ið koma til tykkara í seyðaklæðum, men eru óðir úlvar innan.v16Av fruktum teirra skulu tit kenna teir. Man nakar henta vínber av tornum ella fikur av tistlum?v17Soleiðis ber hvørt gott træ góðar fruktir; men hitt ringa træið ber ringar fruktir.v18Eitt gott træ kann ikki bera ringar fruktir, og ei heldur kann eitt ringt træ bera góðar fruktir.v19Hvørt tað træ, ið ikki ber góða frukt, verður høgt av og kastað í eldin.v20Tí skulu tit kenna teir av fruktum teirra.v21Ikki hvør tann, ið sigur til mín: «Harri, harri,» skal koma inn í himmiríkið; men tann, ið ger vilja faðirs míns, sum er í himlunum.v22Mangir munnu siga við meg á hinum degi: «Harri, harri, hava vit ikki profeterað við tínum navni, og hava vit ikki rikið út illar andar við tínum navni, og hava vit ikki gjørt mangar kraftargerðir við tínum navni?»v23Og tá skal eg siga teimum beint út: «Á ongum sinni havi eg kent tykkum; farið burtur frá mær, tit, ið havast við órætt.» Hini tvey húsini v24Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð míni og ger eftir teimum, hann skal líknast við ein vitugan mann, ið bygdi hús sítt á hellubotn;v25og gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi; og tað fell ikki, tí at tað var grundað á hellubotni.v26Og hvør tann, sum hoyrir hesi orð míni og ikki ger eftir teimum, hann skal líknast við ein fávitskutan mann, ið bygdi hús sítt á kyksendi;v27og gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi; og tað fell, og fallið var stórt.» Endi |