|
Evangeliið eftir Markus, kapittul 15 Jesus fyri Pilatusi. Jesus og Barabbas v1Og við tað sama um morgunin hildu høvuðsprestarnir ráðagerð saman við hinum elstu og hinum skriftlærdu, øllum ráðinum, og teir bundu Jesus og fóru burtur við honum og flýddu Pilatusi hann.v2Og Pilatus spurdi hann: «Ert tú kongur Jødanna?» Men hann svaraði og sigur við hann: «Tú sigur tað.»v3Og høvuðsprestarnir bóru upp mangar klagur um hann.v4Men Piltaus spurdi hann aftur: «Svarar tú als einki? Sí, hvussu mikið tað er, sum teir klaga teg fyri.»v5Men Jesus svaraði ikki aftur longur, so at Pilatus undraðist.v6Men um hátíðina var hann vanur at geva teimum ein fanga leysan, tann, sum tey bóðu um.v7Og har var ein, av navni nevndur Barabbas, sum sat fastur saman við ófriðarmonnum, sum í uppreist høvdu gjørt seg sekar í manndrápi.v8Og mannamúgvan kom niðan og fór at biðja hann, at hann skuldi gera teimum, soleiðis sum hann var vanur.v9Men Pilatus svaraði teimum og segði: «Vilja tit, at eg skal geva tykkum Jødakongin leysan?»v10Tí at hann visti, at tað var av øvund, at høvuðsprestarnir høvdu flýtt honum hann.v11Men høvuðsprestarnir østu mannamúgvuna upp, til tess at hann heldur skuldi geva teimum Barabbas leysan.v12Men Pilatus tók aftur til orða og segði við tey: «Hvat vilja tit tá, at eg skal gera við hann, sum tit kalla Jødakongin?»v13Men tey rópaðu aftur ímóti: «Krossfest hann!»v14Men Pilatus segði við tey: «Hvat ilt hevur hann tá gjørt?» Men tey rópaðu tað, tey vóru ment: «Krossfest hann!»v15Og av tí, at Pilatus vildi gera mannamúgvuni til vildar, gav hann teimum Barabbas leysan; men Jesus læt hann húðfleingja og gav hann upp til teirra at verða krossfestan. Tornakrýningin v16Men hermenninir fóru burtur við honum inn í garðin, tað er inn í borgina, og kalla saman alla manningina.v17Og teir lata hann í eina skarlaksskikkju og flætta eina krúnu av tornum og seta niður á hann.v18Og teir tóku at heilsa honum: «Heilur og sælur, tú, Jødakongur!»v19Og teir slógu hann í høvdið við einum sevleggi og spýttu á hann og fullu á knæ og tilbóðu hann.v20Og tá ið teir høvdu spottað hann, lótu teir hann úr skarlaksskikkjuni og lótu hann í hansara egnu klæði. Og teir fara út við honum at krossfesta hann. Krossfestingin v21Og teir noyða ein mann, sum kom gangandi har framvið, Símun frá Kýrene, sum kom heim av markini, faðir teirra Aleksanders og Rufusar, at bera kross hansara.v22Og teir fara við honum út á tann staðin, ið eitur Golgata, tað merkir: ennistaður.v23Og teir góvu honum vín at drekka við myrru í; men hann tók ikki við tí.v24Og teir krossfestu hann, og teir býttu klæði hansara millum sín og teir kastaðu lut um tey, hvat hvør teirra skuldi taka.v25Men tað var um landsuðurstíð, tá ið teir krossfestu hann.v26Og yvirskriftin um sakarmál hansara stóð skrivað omanfyri: Kongur Jødanna.v27Og teir krossfesta tveir ránsmenn saman við honum, annan høgrumegin og annan vinstrumegin við hann. [v28Og skriftin gekk út, ið sigur: «Og hann varð roknaður javnt við lógbrotsmenn.»]v29Og tey, ið gingu framvið, spottaðu hann, og tey ristu við høvdinum og søgdu: «Tví vorði tær! Tú, sum brýtur templið niður og byggir tað upp eftir trimum døgum!v30Stíg niður av krossinum og bjarga nú tær sjálvum!»v31Somuleiðis hildu eisini høvuðsprestarnir hann fyri spott sín ámillum í felagi við hinum skriftlærdu og søgdu: «Øðrum hevur hann bjargað; men sær sjálvum er hann ikki mentur at bjarga!v32Kristus, Ísraels kongur – hann stígi nú niður av krossinum, so at vit kunnu síggja tað og trúgva!» Eisini teir, ið vóru krossfestir saman við honum, hildu hann fyri háð.v33Og tá ið middagur var komin, legðist myrkur um alt landið líka til nóns.v34Og um nón rópaði Jesus við harðari rødd: «Eloï, Eloï, lama sabaktani?» tað er: «Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær?»v35Og nakrir av teimum, ið hjá stóðu, søgdu, tá ið teir hoyrdu tað: «Sí, hann rópar eftir Elia.»v36Men ein leyp til og fylti ein svamp við ediki og setti hann á ein rørstav og gav honum at drekka og segði: «Bíðið! Latum okkum síggja, um Elia kemur at taka hann niður.»v37Men Jesus rópaði so hart eitt róp og gav upp andan. Eygnavitni v38Og forhangið í templinum skrædnaði í tvey, úr erva og líka niður ígjøgnum.v39Men tá ið herhøvdingin, sum stóð har hjá, beint yvir av honum, sá, at hann gav upp andan á slíkan hátt, segði hann: «Sanniliga var hesin maður sonur Guðs!»v40Men har vóru eisini nakrar kvinnur, sum stóðu langt burtur frá og hugdu at; millum teirra var bæði Maria Magdalena og Maria, móðir teirra Jákups lítla og Jóses, og Salóme,v41tær, sum høvdu fylgt honum og tænt honum, meðan hann var í Galileu; og mangar aðrar kvinnur, sum høvdu verið í ferðini við honum niðan til Jerúsalem. Jesus gravlagdur v42Og tá ið nú var komið at kvøldi, – og atfangadagur var, tað er dagurin fyri hvíludagin –v43kom Jósef úr Arimateu, ein mætur ráðharri, sum eisini sjálvur væntaði Guðs ríki; hann tók mót til sín og fór inn til Pilatus og bað hann um likamið av Jesusi.v44Men Pilatus undraðist um, at hann longu skuldi vera andaður, og hann kallaði tí herhøvdingan til sín og spurdi hann, um hann longu var andaður.v45Og tá ið hann hevði fingið tað at vita av herhøvdinganum, læt hann Jósef fáa líkið.v46Og hann keypti fínt línklæði og tók hann niður og sveipaði hann í línklæðið og legði hann í eina grøv, sum var høgd inn í ein klett, og hann velti ein stein fyri gravarmunnan.v47Men Maria Magdalena og Maria, móðir Jóses, sóu, hvar hann varð lagdur. |